Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 82 - 3. mai 2005 Chelsea tryggjaði sær leygardagin sítt fyrsta meistaraheitið í hálvthundrað ár. Milliónirnar hjá Abramovic hava so- statt endiliga borið ávøkst. Manchester United eltir framvegis Arsenal í dystinum um annaðplássið, og Southampton vann málríku botnupp- gerðina ímóti Nor- wich ENSKUR FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini So bleiv tað staðfest, sum vit bara hava bíðað eftir í fleiri vikur: Chelsea er enskur meistari anno 2005. Mourinho’sa menn hava ligið á odda í deildini í nógvar mánaðir og kunnu endiliga draga andan lætt- ari, eftir at sigurin varð fingin í hús leygardagin. Mótstøðuliðið var Bolt- on, sum hevur UEFA Cup pláss at verja, og tí hevði nógv at spæla fyri. Chelsea spældi við eini sterkari manning, hóast Champions League hálvfinalan er á skránni týsdagin. Tað var stóri leikarin hetta kappingarárið, Frank Lampard, ið gekk á odda í hesum sigrinum. Fyrst sleit hann seg leysan av verjuni og legði Chelsea miðskeið- is í seinna hálvleiki. Síðani sló Lampard sigurin fastan, tá eitt korter var eftir. Hetta var samstundis hansara átjanda mál í øllum kapp- ingum í hesum kappingar- árinum. Hetta er eitt óvan- liga høgt tal fyri ein mið- vallarspælara. Frank Lampard er eisini valdur til ársins leikara av áskoðarunum hjá Chelsea, eftir at John Terry varð valdur av sínum arbeiðs- feløgum í Premier League. Bolton svaraði aftur við at leggja trýst á Chelsea, men við John Terry og mál- verjanum Petr Cech á odda helt verjan tætt, sum ikki einaferð. Bolton stríddist manni- liga, og tað var eitt sindur óuppiborið hjá teimum at tapa 2-0 í hesum dystinum. Men Chelsea er eitt lið av vinnarum, og tað vístu teir sanniliga leygardagin. United fekk stórsigur Manchester United eltir nú annaðplássið, sum Arsenal situr á í løtuni. Og tað var eitt sannførandi United-lið, sum fór á vøllin á útivølli ímóti Charlton, ið ikki hevur nakað serligt at spæla fyri. 4-0 gjørdist úrslitið, eftir at støðan hevði verið 2-0 í steðginum. Hetta var eitt kærkomið høvi hjá leikar- um, sum vanliga ikki eru í byrjunaruppstillingini, at gera vart við seg. Darren Fletcher og Alan Smith fingu hvør sítt mál, meðan Paul Scholes og Wayne Rooney skoraðu hini bæði. Nú er United bert eitt stig aftanfyri Arsenal, sum tó hevur ein dyst til góðar. Hann verður spældur í kvøld, mánakvøld, tá Arse- nal skal á vitjan hjá West Bromwich Albion, sum berjist fyri at varðveita plássið í deildini. Tí kann Arsenal vænta ein harðan dyst. Everton og Liverpool snávaðu Everton og Liverpool dyst- ast í løtuni um fjórða pláss- ið, sum eftir øllum at døma fer at geva atgond til Champions League. Men í løtuni er óvissa um málið. Trupulleikin er, at England bert hevur fýra pláss í Champions League. Um tað skuldi hent, at Liverpool vinnur Champ- ions League, men sam- stundis endar á fimta plássi í heimligu kappingini, so eru teir ikki sjálvskrivaðir í Champions League kom- andi ár. Vinnarin av CL sleppur nevniliga ikki automatiskt við aftur í kappingina árið eftir. Tí kann tað henda, at vinnarin av Champions League ikki fær høvið at verja heitið. Hetta er hent fyrr, tá Real Madrid vann Champions League fyri nøkrum árum síðani, men samstundis endaði á fimta plássi í heimligu kappingini. Tá gjørdi spanska fótbóltssam- bandið av, at Real Madrid skuldi fáa tað fjórða Champions League plássið frammanfyri Real Zara- goza, sum endaði nr. 4. Tí liggur avgerðin hjá enska fótbóltssambandin- um, um Liverpool vinnur Champions League og end- ar á fimta plássi. FA hevur boðað frá, at teir bíða við at taka avgerðina, inntil hálvfinalan millum Liver- pool og Chelsea er av- greidd. Everton spældi ímóti Fulham á útivølli, og tað endaði við 2-0 tapi til Everton. Collins John skoraði fyrra málið, og amerikanarin Brian McBride, sum áður hevur spælt við Everton, skoraði tað seinna. Everton spældi síðsta vikuskiftið javnt ímóti Birmingham, og taptu hesuferð fyri Fulham. Tað hevur givið Liverpool høvi at fanga Everton aftur, men Liverpool hevur ikki gjørt sær dælt av møguleikanum. Leygardagin fingu teir bert javnleik 1-1 ímóti Middlesbrough. Slovakin Szilard Nemeth legði Middlesbrough framum fyri steðgin, men Steven Gerrard javnaði stutt eftir hálvleik. Hóast Liverpool stríddist fyri at fáa sigurs- málið eydnaðist tað ikki. Liverpool hevur bert vunn- ið ein av teimum seinastu fimm dystunum í lands- kappingini. Nú eru trý stig millum Everton og Liverpool, men Everton hevur ein dyst til góðar. Southampton vann botnuppgerð Ein av mest spennandi dystunum hetta vikuskiftið var á St. Mary´s í Sout- hampton, har Norwich var á vitjan. Bæði liðini stríðast fyri at lívbjarga sær í Premier League. Norwich legði seg annars framum við máli frá David Bentley eftir bert tríggjar minuttir, men Matthew Oakley javnaði stutta løtu seinni. Síðani kom heima- liðið framum, tá Peter Crouch skoraði. Men sjálv- mál frá Danny Higgin- botham gjørdi tað til 2-2. Síðani legði veteranurin Greame Le Saux Sout- hampton framum aftur, men aftur hesuferð svaraði Norwich aftur, tá Leon McKenzie javnaði til 3-3. Hetta var eisini støðan í hálvleikinum. Seinni hálvleikur var ikki eins málríkur, men Sout- hampton fekk sigursmálið, tá útskiftarin Henri Camara skoraði altavgerandi málið fyri Southampton. Hetta lyftir Southampton uppum niðurflytingarstrik- una, men West Brom hevur ein dyst til góðar og kann tí fara framumaftur við sigri á Arsenal. Bert eitt stig skilir fýra tey niðastu liðini, og tí verður væntandi bíðað til seinasta leikdag, áðrenn alt er avgjørt. Hitt botnliðið, Crystal Palace, megnaði at fáa ein málleysan javnleik á úti- vølli ímóti Newcastle. Manchester City vann 2- 0 á Portsmouth við málum frá Robbie Fowler og Sylvain Distin, og Birm- ingham vann 2-1 á Black- burn í einum øðrum týdn- ingarleysum dysti. Sunnu- dagin vann Tottenham ein knúsandi 5-1 sigur á Aston Villa, og Spurs hava tí framvegis møguleika at vinna sær sæti í UEFA Cup komandi ár. Chelsea mátti bíða í fimmti ár: Endiliga meistari Lampard hevur lagt Chelsea á odda, og saman við Gallas og Gudjohnsen fegnast hann um meistaraheitið, sum bert kravdi hendan seinasta sigurin Mynd: Reuters úrslit, Premier League 30. apríl Birmingham-Blackburn 2-1 Fulham-Everton 2-0 Liverpool-Middlesbrough 1-1 Manchester City-Porrtsmouth 2-0 Newcastle-Crystal P. 0-0 Southampton-Norwich 4-3 Bolton-Chelsea 0-2 1. mai Tottenham-Aston Villa 5-1 Charlton-Manchester Utd. 0-4