fríggjadagur 8. september 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 172 - 8. september 2000
gult cyan magenta svart
s t e p h a n s s o n s h ú s
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Takið av oljuavgjaldið!
OLJUAVGJALDIÐ er nú 22 oyru hægri fyri
hvønn litur enn tað var, tá løgtingið í vár sam-
tykti at broyta útrokningargrundarlagið. Tað
merkir, at hvørt einstakt húski skal í dag gjalda
220 krónur meira fyri at fylla 1000 litrar á
tangan. Við øðrum orðum var avleiðingin frá
broytingini, sum landsstýrismaðurin í fíggjar-
málum, Karsten Hansen, skeyt upp, einki
annað enn ein fjald skatta- og avgjaldshækk-
ing.
HETTA var ikki ætlanin, sigst! Men sambært
útvarpinum vil landsstýrismaðurin hjá Tjóð-
veldisflokkinum ikki gera nakað við henda
spurningin, sum fyrst og fremst tyngir um hjá
vanliga føroyinginum. Hjá pensjónistum og
láglønarbólkum – vanligum verkafólki – sum
Tjóðveldisflokkurin áður umboðaði, bæði í orði
og í verki.
FERÐ eftir ferð spyrja fólk: – Hvar er Tjóð-
veldisflokkurin blivin av? Tað svitast ikki, at í
flestu førum stóð Tjóðveldisflokkurin Javnað-
arflokkinum við lið, tá tað snúði seg um batar
fyri tann vanliga føroyingin. Allir teir batar, sum
bygdu upp vælferðarsamfelagið.
MEN seinastu tvey árini hava vit sæð, at Tjóð-
veldisflokkurin hevur góðtikið politikk og
áskoðanir Fólkafloksins, tá tað snýr seg um
mál, sum hava við almanna- og verkafólka-
politikk at gera. Eitt tað mest eyðsýnda var, tá
Tjóðveldisflokkurin boðaði frá, at hann tók
undir við ætlan Fólkafloksins um eina eftir-
lønartrygging – fólkatrygging – sum fyrst og
fremst gagnar teimum vælbjargaðu. Og eisini
leyp tað hvøkk á fólk, tá Tjóðveldisflokkurin
ikki tók undir við uppskoti Javnaðarfloksins
um lóg um arbeiðsumhvørvi.
NÚ eigur andstøðan á Løgtingi at skjóta upp
at taka av lógina um oljuavgjald, um Tjóð-
veldisflokkurin ikki ger tað. Vit hava jú ferð
eftir ferð hoyrt, at tað er ikki ov nógv ferð á
búskapinum og harafturat er avlopið í lands-
kassanum so stórt á hvørjum ári, at Tjóðveld-
isflokkurin kundi unt vanliga føroyinginum
hesar krónurnar. Vit hava øktar inntøkur í land-
inum, men higartil hevur tann vanligi føroying-
urin ikki merkt nakað til framburðin, uttan tað,
at arbeiðið er støðugari nú.
LANDSSTÝRIÐ seinast í áttatiárunum skeyt
upp at seta eitt avgjald á olju fyri at tálma tí
nógvu búskaparferðini. Peningurin fór í ein
oljugrunn, sum Menningargrunnurin, Ídnaðar-
grunnurin og Húsalánsgrunnurin fyrst og
fremst skuldu kunna læna pening úr. Óivað
eitt gott endamál tá, men nú er ikki neyðugt
við oljuavgjaldinum. Mælt verður tí Tjóðveld-
isflokkinum til at taka av hetta argandi av-
gjaldið. Ger Tjóðveldisflokkurin tað, prógvar
hann, at hann hevur ikki heilt mist sína sosialu
tilvitan.
Viðmerkingar:
Tøkk
Vit takka so inniliga fyri sýnda samkenslu, tá ið
góði maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara
DÁNJAL PETERSEN
í Skóbúðini
bleiv heimkallaður til Harran. Tøkk fyri blómu-
tyssir og kransar, og tøkk til tykkum mongu, ið
mintust hann við at senda gávu til Zarepta, Harrin
signi tykkum øll.
Alisa
Ludvík, Bjørg og Oystein
við familjum
Skrivið á føroyskum. Tað
er best fyri Føroyar!
Fyri kortum sendi landsstýr-
ismaður eitt skriv til ráð-
harra í Danmark - á før-
oyskum - sjálvandi!
Men spurningurin er um
tað er so klókt. Tí vandi er
fyri, at móttakarin als ikki
dugir at lesa brævið.
Loysingarpolitikkur:
At loysingarsamgongan nú
krevur, at øll onnur skulu
lesa føroyskt og helst eisini
svara okkum aftur á før-
oyskum, eru sjálvandi øll
her á landi glað ivir. Tí nú
má vera liðugt hjá okkum
at læra okkum nakað
fremmant mál. Vit kunnu
hereftir blaka allar útlendsk-
ar bøkur burtur, ella brenna
tær - spilluna - sum onkur
gjørdi fyri nøkrum árum
síðani. Øll hini kunnu bert
læra seg føroyskt, og tey
kunnu byrja við Ð.
Fíggjarligur møguleiki?
Møguliga kann mentamála-
ráðharrin bjarga fullveldis-
kollapsinum fíggjarliga, við
at geva skeið á føroyskum
til allar milliónirnar av fólk-
um, ið nú koma higar at
læra seg føroyskt, av tí at
landstýrið nú er farið at
„kommunikera“ á føroysk-
um máli á „internationala
leikpallinum“.
Stokkut var gleðin:
Men
„tíverri“
skuffaði
Landsstýrið álvarsliga. Í
Dimmu ídag er at lesa eitt
Áheitan á Føroya Landsstýri
skriv frá Føroya Landstýri
- á enskum máli. Tað hevði
lyndi at trútna kring eyguni!
Ein spyr seg sjálvan, hvat
meiningin er? Hví svíkir
loysingar landstýrið før-
oyska málið á slíkan hátt?
Mitt í fullveldissvansinum?
Er nakað í vegin við at
senda eitt skriv til NATO
ovastan á føroyskum?.
Eg vil so vóna, at ST
aðalskrivarin, Kofi Annan,
fekk skrivið frá føroya
landsstýri á skærum før-
oyskum máli!
Í hesi loysingartíð kunnu
vit rokna við, at tá ið ein
danskur ráðharri kann lesa
føroyskt, so kunnu bæði
NATO ovastin og ST aðal-
skrivarin enn betur lesa før-
oyskt. Tí í eini fullveldistíð
er danin tann býttasti av
teimum trimum. Og uttan
nakað kjak stendur føroy-
ingurin omanfyri allar og øll
hini.
Áheitan:
Sum Sambandsmaður fari
eg hervið at heita á Føroya
Landstýri um at kommuni-
kera við øll útlendsk lond
og stjórnir á føroyskum
máli - bæði í skrift og talu.
Tað tænir føroysku tjóðini
best. Tað hava úrslitini hig-
artil víst.
Vinarliga
Marjus Dam,
løgtingsmaður
Løgmaður og varaløgmaður
eru líkaglaðir
um grundlógina, Heimastýrislógina og siðvenjur
Aftaná tað ússaliga úrslitið av
seinastu samráðingunum við
danir tykist kókið at verða
farið av fullveldisgrýtuni og
báðir okkara løgmenn gera
nógv fyri at halda lív í málin-
um og fyri ikki sjálvir at enda
í gloymskurnar myrkri. Teir
eru fleiri ferðir farnir so langt
út um ymisk mørk, at ein
kann halda tað vera hættisligt
at vera undir teirra leiðslu.
Hvat verður tað næsta, teir
finna upp á?
Á middegi mikudagin
hevði Útvarp Føroya drúgv-
ar samrøður við danskar and-
støðupolitikarar og okkara
løgmann, sum var staddur í
Íslandi. Ein upproyttur løg-
maður legði lítið í donsk
argumentir um at halda
Grundlógina ella føroysk
andstøðuargumentir um at
halda
Heimastýrislógina.
Hann segði leyst endurgivið,
at tað var ein trupulleiki hjá
føroyskum
andstøðupol-
itikarum, at teir hildu seg til
Heimastýrislógina. Hetta er
sterkur lútur frá einum løg-
manni.
Tað er helst neyðugt at
minna báðar okkara løgmenn
á, at enn er Heimastýrislógin
í gildi og henni hava teir at
rætta seg eftir soleingi hon
er galdandi. Í § 5 í heis
Heimastýrislóg
stendur:
»Føroyska heimaræðið er av-
markað av teimum til eina-
hvørja tíð verandi sáttmála-
ligu og øðrum international-
um rættindum skyldum.
Ríkisvaldi hevur avgerðar-
rættin í spurningum, sum við-
víkja ríkisins viðurskiftum
við útheimin«. So einfalt er
hetta. Og hetta skal virðast
av okkara politisku leiðarum
og gera teir ikki tað, so gera
teir seg sekar í lógarbroti og
eiga at taka avleiðingarnar av
tí.
Tað hevur verið siðvenja,
at øll uttanríkismál av týdn-
ingi fyrst hava verið løgd fyri
løgtingsins uttanlandanevnd
antin til kunningar ella til
viðgerðar. Kanska gevur
hetta grundarlag fyri einum
góðum ráði til løgmann ella
landsstýrið. Síðani hevur
man tosað við ríkisvaldið,
áðrenn farið hevur verið til
útlendska mótpartin. Soleiðis
er ikki longur. Okkara løg-
menn vilja ikki hava góð ráð,
men venda sær av sínum ein-
tingum beinleiðis til altjóða
felagsskapir við málum, sum
greitt hoyra undir § 5 í
Heimastýrislógini. Her skuldi
ikki borið til at umbera seg
við vánaligari ráðgeving.
Tað ber ikki til, at løgmað-
ur og varaløgmaður handla
sum um vit longu hava fingið
fullveldi við nýggjari grund-
lóg og har Heimastýrislógin
er avtikin. Teir hava lovað
føroya fólki eina fólkaat-
kvøðu um hetta málið. Vit eru
mong sum halda, at henda
atkvøða eigur at vera so skjótt
sum gjørligt, so vit kunnu
koma víðari í arbeiðinum við
at stýra okkara egna landi og
við at samskifta við onnur
lond. Nógv er steðgað upp í
løtuni, tí okkara politisku
oddafiskar royna at svimja,
men illa duga at halda sær
uppi.
Onkur hevur nevnt, at
kanska hevur henda amatør-
kenda atferðin á altjóða pall-
inum eitt annað endamál enn
tað, sum verður borið fram.
kanska vilja teir báðir løg-
mennirnir nú bara hava danir
til at gera tað, sum teir sjálvir
við fleiri samráðingum ongan
veg eru komnir við enn.
Teir gera við hesum dag og
dagliga óbótaligan skaða á
tann ríkisfelagsskap, sum teir
flestu føroyingar framvegis
ætla sær at liva í. Tað hoyrist
alsamt skilligari á donskum
politikarum bæði úr sam-
gongu og andsøtðu, at teir
troyttast av tí ókvalificeraða
samspæli, teir í løtuni hava
við henda partin av ríkinum,
so kanska er hjálpin til harr-
arnar Kalsberg og Hoydal
ikki so langt burtur. Sum ikki
einaferð, skal hon koma úr
landsuðri.
At okkara løgmaður skal
lata seg dragsa og trýsta av
einum alsamt meira desper-
atum varaløgmanni er harm-
iligt. At henda kappingin í at
levera diplomatiskar bumm-
arar so skal hava ríkisrættar-
ligar avleiðingar er katastro-
falt.
Ein av stabbunum undir
okkara framkomna føroyska
samfelag er, at vit virða lógir
og siðvenjur. At vit hava álit
á skrivaðum og óskrivaðum
skipanum. Hetta tykist so
inngrógvið. So sjálvsagt og
líka so ringt at vera fyri uttan
sum okkara andadráttur. Tí
harmar tað dupult, at okkara
politisku leiðarar skulu vera
teir fyrstu til at bróta hetta
niður og slóða fyri álopum á
rættarsamfelagið og okkara
demokratisku skipanir. Fyri
ikki at tala um umdømi mill-
um okkara grannatróðir. Tað
er nokk ikki líka høgt í met-
um hjá øllum.
Gøtu 06.09.2000
Atli Hansen
JOHN JOHANNESSEN
Á samkomu uttan fyri ST
høvðusborgina í New York
varð flaggið hjá pinkutjóð-
ini, Tuvalu, í hesi vikuni
vundið á stong sum tekin
um, at Tuvalu nú er limur í
ST.
Tuvalu er við sínum
9.000 íbúgvum limaland
189 í felagskapi Sameindu
Tjóða.
Undir
viðgerðini
av
Hvítubók varð annars ført
fram, at samgongan fór av
miðja eftir at fáa føroyska
flaggið at veittra sum flagg
nummar 189 uttan fyri ST
høvðusborgina. Endamálið
var, at fullveldið Føroyar
skuldi
gerast
limaland
nummar 189 í ST.
Góðar inntøkur
Høvuðsinntøkurnar
fær
Tuvalu burtur úr sølu av frí-
merkjum, men ein stórur
partur av inntøkunum koma
eisini frá at hýsa telefonsex-
linjum.
Harafturat er Tuvalu so
heppið at hava eina landa-
kodu á internetinum, sum
stórur áhugi er fyri. Inter-
netadressurnar á Tuvalu
enda við punktum tv. Hetta
hevur landið gjørt sær dælt
av og selt rættindini at
brúka tv í endanum av inter-
Tuvalu fekk
flagg 189
Pinkutjóðin, Tuvalu, sum fekk fullveldi
í 1978 er nú vorðin limur í ST og hevur
fingið flagg sítt vundið á stong uttan
fyri ST- høvuðsborgina
netadressum til sjónvarps-
støðir. TV er nevniliga eis-
ini atjóða styttingin fyri
sjónvarp.
Hendan hepna landakod-
an hevur í øllum førum
tryggjað Tuvalu eina inn-
tøku á 4 milliónir dollarar
um árið tey næstu tíggju
árini. Samanborið við fólka-
talið er hetta á leið tað sama,
sum føroyingar fáa í blokk-
stuðuli frá Danmark.
Bretskt hjáland
Frá tíðliga í fyrru øld og
fram til 1978 var Tuvalu
bretskt hjáland. Tað var tá
kent undir heitinum, Ellice
Islands.
Í vídd er Tuvalu við sín-
um 26 ferkilometrum fjórð
minsta landið í heiminum.
Minni enn Tuvalu eru Vati-
kanstaturin, Monaco og
Nauru.
Tá talan er um fólkatal,
er Tuvalu næst minsta land-
ið í heiminum. Tað er bert
Vatikanstaturin, ið hevur
færri íbúgvar enn teir 9.000,
sum eru á Tuvalu.
Tuvalu liggur 1.000 kilo-
metrar norðan fyri Fiji
oyggjarnar í Indiska hav-
inum.
Tuvalu liggur 1000 kilometrar norðanfyri Fijioyggjarnar
➘