mikudagur 4. mai 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hvørjar eru avleið-
ingarnar um eitt sam-
felag ikki kann skjal-
prógva fortíð sína?
Hvussu kunnu spurn-
ingar um almenna
fyrisiting, samleika,
rættartrygd og søgu
greiðast, um skjøl ikki
eru atgeingilig, hvørki
hjá tí einstaka ella
samfelagnum sum
heild? Kann tað tá í
veruleikanum sigast at
eingin mentunararvur
er til - og tí eingin
sannleiki?
TALGILDAN
tíðindaskriv
Hesir eru nakrir av teimum
spurningum, ið eru tengdir
at sokallaðu ’digitalu koll-
veltingini’, sum hevur við
sær, at ein alsamt vaksandi
partur av tí samskifti sum
verður til í fyrisitingini
verður talgildur (digitali-
seraður). Kjarnin í oman-
fyristandandi spurningum
snýr seg um varðveiting,
tvs. hvussu varðveita vit tað
talgilda tilfarið eins væl og
tilfar sum verður varðveitt
á pappíri.
Varðveiting – ein
samfelagsuppgáva!
Ein týdningarmikil samfe-
lagsuppgáva, serstakliga tá
talan er um almenna fyri-
siting, er ein skipað varð-
veiting av skjølum og søvn-
um (samlingar av skjølum).
Tað er bæði siðvenja og
lógarfest, at almenn skjøl
skulu varðveitast, so at tey
eru atgongd í framtíðini. Í
Føroyum er tað Lands-
skjalasavnið,
ið
hevur
ábyrgdina á hesum øki. Mál
sum verða til í almennu
fyrisitingini verða til undir
eftirliti av Landsskjala-
savninum, og tá almenn
skjøl fáa ein ávísan aldur
(umleið 30 ár), verða tey
vanliga
avhend
Lands-
skjalasavninum.
Onkur
kundi hildið, at best var at
varðveitt alt sum verður
framleitt í tí almenna, men
hetta er ikki sannlíkt, m.a.
orsakað av plásstroti, og tí
verður valt út hvat skal
varðveitast og hvat skal
koyrast burtur.
Øll skjøl higartil avhend
Landsskjalasavninum hava
verið á pappíri. Hetta
merkir m.a., at tilfar sum
upprunaliga hevur verið
talgilt, skal útskrivast og
skipast í mál, áðrenn tað
verður latið Landsskjala-
savninum í varðveitslu.
Orsøkirnar til hesi krøv
eru: 1) at ongar neyvar regl-
ur eru fyri eini skipaðari
talgildari avhending, og 2)
at førleikin, og serliga
royndir, við tøkniligum
krøvum til varðveiting av
talgildum tilfari vanta í
Føroyum. Í longdini fer
hetta ikki at verða nøkur
gongd leið, serliga orsakað
av sokallaðu pappírleysu
fyrisitingini.
Hin pappírleysa
fyrisitingin
Hesi seinastu árini er
vorðið greitt at hin pappír-
leysa fyrisitingin er við at
gerast veruleiki, og alsamt
vaksandi partur av sam-
skiftinum er elektroniskur
heldur enn á pappíri. Tað er
eysæð, at her eru fleiri
fyrimunir tengdir at hesi
gongd, eisini tá talan er um
varðveiting. Ein hin størsti
fyrimunurin er, at elektron-
isk søvn krevja lítið pláss,
og hetta gevur í prin-
cippinum møguleika fyri at
varðveita alt sum verður
framleitt. Samstundis eru
eisini avbjóðingar í hesi
gongd. Ein hin størsta er
spurningurin um, hvussu
vit velja at varðveita. Mun-
urin á pappírskjølum og
talgildum skjølum er, at tey
talgildu skjølini ikki eru
’beinleiðis atgongd’, tvs.
ikki kunnu lesast uttan við
nýtslu av tí tøkni, tey vórðu
framleidd við. Trupulleikin
er, at tøkni (rit- og tólbún-
aður) broytist við tíðini, og
tað sum er framleitt við
galdandi tøkni sjáldan kann
lesast av framtíðar tøkni.
Fyri at tryggja skjøl í fram-
tíðini er tí neyðugt at hugsa
um varðveiting frá byrjan
av, tvs. frá tí at skjølini
verða framleidd. Fyri at
kunna gera hetta er neyðugt
at hava ein greiðan varð-
veitingarpolitikk á økinum.
Í øðrum londum, eitt nú
Stóra Bretlandi, Danmark,
Íslandi og USA hava mynd-
ugleikar tikið hetta mál í
størsta álvara, og hava tí
roynt at virka loysnir fyri
varðveitslu av talgildum
tilfari. Føroyar eru enn ikki
komnar so langt. Hetta
hevur við sær, at í dag er
eingin skipaður politikkur,
tá tað snýr seg um at varð-
veita elektronisk skjøl í
Føroyum. Við tað, at eingin
skipaður politikkur er á
hesum øki, eru heldur ong-
ar leiðreglur fyri varðveit-
ing av elektroniskum skjøl-
um. Hvør stovnur arbeiðir í
sínum lagi og roynir sum
best. Heldur henda gongd
fram er møguleiki fyri, at
eingi av hesum skjølum eru
atgongd um stutta tíð.
Evnisdagur
Í næstum skipar Lands-
skjalasavnið fyri evnisdegi
fyri fyrisiting landsins, um
framtíðarpolitikk Føroya
innan varðveiting av al-
mennum savnindum. Enda-
málið er at seta í gongd eitt
kjak, og at varpa ljós á
týdningin av evninum. Ætl-
anin er, at eitt tílíkt kjak
skal skapa grundarlag fyri,
at avgerðir kunnu verða
tiknar.
Á evnisdegnum verða
m.a. hesir spurningar lýstir:
• Hvussu
skulu
talgild
savnindi varðveitast – í
hvørjum skapi skulu tey
varðveitast?
• Hvørji savnindi skulu
varveitast? Skulu eitt nú
teldupostar varveitast?
• Skulu
Føroyar
seta
standardir fyri í hvørjum
líki savnindi skulu varð-
veitast – so sum eitt nú í
Danmark?
Á evnisdegnum, ið verður
hildin 11. mai 2005 á Sjó-
mansskúlanum í Havn,
verða fyrilestrar hildnir
m.a. av Baldur M. Braga-
son (Tjóðarskjalasavn Ís-
lands), Jan Danielsen (IT-
og
Telestyrelsen),
Leif
Abrahamsen
(Føroya
Gjaldstova), Umboð fyri
Mentamálaráðið,
John
Kjær (Landsskjalasavnið)
og Sámal T. F. Johansen
(Landsskjalasavnið).
Nr. 83 - 4. mai 2005
17
Í góðveðrinum
sunnudagin skipaði
Kunningarstovan og
Tórshavnar komm-
una fyri gongutúrum
kring kommununa.
Forkvinnan í Heilsu-
og Umhvørvisnevnd-
ini Elin Lindenskov
var eitt av gongu-
fólkunum, sum gekk
úr Havn til Kirkju-
bøar
GONGUTÚRUR
Niels Uni Dam
Túrurin var ein umhvørvis-
túrur, og greitt varð frá um
slitið av gøtunum. Sosial-
urin fór við, og tosaði við
Elina, um hvat hon ætlaði
at gera fyri varðveita gomlu
gøturnar, um grøna hugsan
og um umhvørvisdagarnar.
Elin segði, at samgongan
hevur gomlu gøturnar sum
mál, fleiri í Býráðnum vilja
raðfesta gøturnar.
Nógv ferðafólk
Ein gøta, sum tann upp um
Kirkjubøreyn,
er
nógv
brúkt. Eisini nógv ferðafólk
fara hendan vegin. Tí er
týdningarmikið at røkja
gøtuna. Hendan gøtan er
eisini eitt sindur serlig, tí
hon bindir Havnina við
nýggju bygdirnar í komm-
ununi Kirkjubø og Velba-
stað, so hon hevur eisini ein
stórar kommunalan týdn-
ing, greiddi Elin frá.
Illa slitin
Hon hevur gingið hendan
túrin ofta fyrr við næming-
um. Men hevur ongantíð
veruliga givið sær far um,
hvussu slitin gøtan er. Men
nú túrurin hevur hetta tema,
hevur hon sæð gøtuna á ein
heilt annan hátt.
Fyrsti partur av gøtuni er
illa slitin, tá tað regnar er
gøtan meira álík eini á enn
eini gøtu. Tá fólk so fer av
gøtuni fyri at ganga turr-
skødd, slítist hon enn
meira.
Umhvørvisdagar
Í
Reynsmúlalág
setti
gongufólki seg. Eg spurdi
Elina, um hon var nøgd við
Umhvørvisdagarnar. Hon
segði, at hon hevði vænta at
alt fór í vaskið, tá hon sá
veðrið fríggjadagin. Men
fólk høvdu verið øðiliga
arbeiðssom.
Sjálvt
um
veðrið var ringt, høvdu
nógv verið úti og ruddað.
So boðskapurin var komin
út. Tað var hon glað fyri.
Øgiliga læruríkt
Hon var sjálv á Skálatrøð
leygardagin. Har var væl
vitjað. 482 plantupakkar og
300 posar av flis vóru
latnir, so tað riggaði væl.
Uppliviningin hevði verið
øðiliga lærurík, og hon
hevði fingið fleiri hugskot
til hvussu dagarnir kundu
gerast enn betur. T.d. kann
man fáa onkran at selja
kaffi
og
vistfrøðiligar
køkur, á Skálatrøð.
Elin segði, at næsta ár
verður tiltakið størri. Í
næstum hevur hon sett ein
dag av til at eftirmeta um-
hvørvisdagarnar saman við
umsitingini. Hon segði at
ætlanin er, at næsta ár
verður talan um eina um-
hvørvisviku. Har dagstovn-
ar og skúlar luttaka í størri
mun.
Grøna
hugsanin
skal
gerast ein størri partur av
lívinum hjá børnum í
Tórshavnar kommunu. Her
mugu tey, sum umsita
mentamál og tey sum um-
sita heilsu- og umhvørvi
saman arbeiða fyri eini
hugburðsbroyting.
Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
Elin Lindenskov sigur, at í
næstum verður ein dagur
settur av til eftirmeting av
umhvørvisdegnum
Í allari
menningini
tykist vandi
vera fyri, at
partur av
skjalatilfari
kann
hvørva
Digitala kollveltingin – hvørvur framtíðin?