mikudagur 4. mai 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 83 - 4. mai 2005
Hvat dámdi tær konsert-
ina við Shakin' Stevens?
Hjalmar Magnussen
– Mær dámdi konsertina
væl. Nógv fólk, góður
tónleikur, góðir sangir og
góðir
tónleikarar.
At
Shaky ikki er heilt so
ungur longur merktist
kanska
onkutíð,
men
heildarupplivingin
var
góð. og hann og hansara
menn komu væl frá
konsertini. Avgjørt ein
góð løta í Tivoli og tað
verður tað sikkurt eisini í
Klaksvík í summar.
Jonhild A. Nielsen
– Stuttligt at hoyra øll tey
góðu gomlu løgini aftur.
Konsertin var fín og
avgjørt nakað sum boðar
frá góðum til Summar-
festivalin í Klaksvík. Góð-
ur tónleikur og væl spæld-
ur. Fínt at hoyra gomlu og
kendu løgini aftur.
Neil Joensen
Konsertin var gín. At hann
kanska onkutíð ikki náddi
høga C-tónan er ger ikki
so nógv, tí hann dansaði
og sang fínt, og tónleikar-
arnir vóru góðir, so tað
gjørdist ein góð konsert.
Shakin´ Stevens kann
framvegis savna stór-
ar fjøldir av fólki við
sínum lætta og sving-
andi rock n´roll tón-
leiki. Og við slagarum
sum Oh Julie og
Marie, Marie megn-
aði hann eisini at seta
lív í miðaldrandi
áhoyrarafjøldina,
sum eina løtu
droymdi seg aftur í
kátu ungdómsdagar-
nar í áttatiárunum
SHAKIN´ STEVENS
Orð: Stefan í Skorini
Myndir: Álvur Haraldsen
Sosialurin, Keypmanna-
havn: Vit eru rættiliga
tíðliga á veg til konsertina
hjá Shakin´ Stevens. Ætlan-
in er at fáa ein bita at eta
áðrenn konsertin byrjar.
Svongdin er farin at níva,
so vit skunda okkum yvir
til tornið, har vit fáa okkum
kinesiska buffet.
Á veg yvir til matstovuna
síggja vit eini 20-30 fólk
standa frammi við pallin á
"plenuni", sum tað verður
rópt. Tey hava útgjørt seg
við regnskjólum, matpakk-
um, stólum og myndatólum.
Hetta var tveir tímar undan
konsertini.
Tann
harða
kjarnan av fjepparum vil
eftir øllum at døma ikki lata
hendan møguleikan fara aft-
urvið borðinum, nú teirra
stóra idol úr áttatiárunum
aftur vitjar danska høv-
uðsstaðin.
Stuttleikaparkin í Keyp-
mannahavn hevur eisini
framúrskarandi karmar til
eina uttandura konsert. Ljós-
ini frá matstovum og teim-
um nógvu rusjebanunum
veita júst tað rætta huglagið í
tí lýggja várkvøldinum.
Fínregn kann av og á hómast
í ljósinum frá pallinum, men
tað nervar ikki fjøldina, sum
ikki ætlar lata nakrar dropar
spilla eitt gott kvøld.
Tey eldru settu lív í
Vit, sum vóru smábørn í
áttatiárunum, minnast ikki
so nógv til Shakin´ Stevens,
men eg minnist væl, at tey
eldru systkinabørnini hjá
mær ofta lurtaðu eftir
Shakin´ Stevens.
Størsti parturin av áhoyr-
arunum er eisini komin
nakað upp í árini, og tey
seta óivað tónleikin hjá
Shakin´ Stevens í samband
við teir glaðu ungdómsdag-
arnar í áttatiárunum.
Shaky legði ikki so ógv-
usliga fyri, møguliga fyri at
spara krútið til seinni í
framførsluni. Men tá hann
fyrst spældi Oh Julie við
sanginum Marie, Marie
beint í hølunum, kom brád-
liga lív í fjøldina.
Vit komu at standa við
síðuna av tveimum lívlig-
um kvinnum, sum nærkað-
ust teimum fimmti árunum.
Tær livdu við í tónleikinum
og royndu enntá at fáa meg,
ið stóð heldur stívrendur
undir liðini á teimum, við í
tann heldur margháttliga
dansin, sum tær framførdu
niðri á vøllinum. Tað sást,
at
teirra
dansikynstur
høvdu sæð betri dagar - all-
arhelst fyrst í áttatiárunum.
Tíbetur stóðu tveir ungir
dreingir við hina liðina,
sum heldur enn fegnir vildu
dansa við hesum báðum
kvinnunum - um teir væl at
merkja fingu øl afturfyri.
Hetta var eisini mynstrið
hetta kvøldið í Tivoli. Tað
vóru teir eldru áhoyrarar-
nir, sum settu lív í fjøldina.
Evergreens
Tónleikurin hjá Shakin´
Stevens hevur ein ella annan
løgnan eginleika, sum ger,
at hann framvegis selur
fløgur og dregur stórar skar-
ar av fólki til sínar fram-
førslur.
Sjálvur sigur hann um sín
egna tónleik, at hann er tíð-
arleysur. Um hetta er rætt,
skal eg ikki gera meg klók-
an uppá, men vit kunnu í
øllum førum staðfesta, at
hann enn er populerur.
Tað eru nógvir tónleikar-
ar, sum vóru eins væl
dámdir í áttatiárunum, men
hvørs navn ikki longur
kann fylla plenuna í Tivoli.
Shakin´ Stevens spælir
rættiliga siðbundnan rock n´
roll tónleik við íblástri úr
fimmti- og sekstiárunum. Tí
er tað í veruleikanum løgið,
at hann hevði sítt gjøgn-
umbrot í áttatiárunum, eitt
áratíggju, sum vit vanliga
ikki seta í samband við júst
hatta slagið av rock n´roll.
Væl samanspældur
bólkur
Tveir av tónleikarunum
hava verið við í bólkinum
hjá Shakin´ Stevens heilt
frá byrjan av fyri fjórðings-
øld síðani.
Og bólkurin hjá Shaky
legði eina trygga grund
undir framførsluni. Ein tón-
leikari spurdi meg einaferð,
um tónleikararnir aftanfyri
høvuðspersónin útstrálaðu
spæligleði, tá eg greiddi frá
einari konsert, eg hevði
verið til.
Hesum legði eg meg eftir
at bíta merki í hjá Shakin´
Stevens. Og hann hevði ein
óvanliga vælupplagdan ber-
skøllutan
klaverspælara,
sum til tíðir minti um ein
klaverboksara úr fimmtiár-
unum. Eisini hevði hann
harmonikuna frammi til
fleiri løg.
Saxofon- og trompet-
spælarararnir vístu eisini
sínar dygdir í fleiri løgum.
Teir sóu í øllum førum út til
at njóta tað at standa á palli
við Shakin´ Stevens.
Trussur á pallinum
Móti endanum av konsertini
tekur Shakin´ Stevens eitt
lítið plagg upp av pallinum.
Tá hann lyftir tað upp og
veittrar við tí runt fremsta-
fingur, síggja vit, at onkur
av kvinnuligu áhoyrarunum
hevur tveitt ein g-strong
uppá pallin til Shaky.
"Don´t throw these up on
the stage. I´m not Tom
Jones", var heldur speiska
viðmerkingin hjá Shaky, og
hann tveitti púra óimponer-
aður trussurnar niðuraftur til
villastu fjeppararnar frammi
við pallin. Shaky hevði
nógvar kvinnuligar fjeppar-
ar í áttatiárunum, men tað er
allarhelst ikki eins spenn-
andi hjá honum í dag sum
fyri 20-25 árum síðani.
Endabresturin
Hóast Shakin´ Stevens ikki
Reint rock n´