Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 83 - 4. mai 2005 15 børn úr Klaksvík hava sín dagliga “ar- beiðsdag” í útibarna- garðinum í Haralds- sundi. Har hugna tey sær inni og úti, og finna sjálvi uppá ym- iskt at spæla við, m.a. ein sjónleik, tey fram- førdu fyri øðrum børnum í Klaksvík DAGRØKT Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Haraldssund: Vit hava fingið at vita, at tað er ein útibarnagarður í Haralds- sundi. Men tað er ikki bara sum at siga tað at finna hann. Vit koyra tvørtur um byrgingina, og fáa tá eyga á eitt spælipláss. Barnagarð- urin liggur helst tætt við tað, halda vit. Men tað ger hann ikki, tí har er einki sum bendir á ein slíkan. Og har er heldur ikki eitt einasta barn at síggja. Vit snara norðureftir í bygdini, men har eru bert sethús at síggja. So var kanska einki um tosið at ein útibarnagarður var í bygd- ini. Uttan fyri bygdarhúsið síggja vit ein yngri mann. Vit steðga bilinum. Hann man vita, hvar útibarna- garðurin er. – Útibarnagarðurin? Hann er beint her, inni í bygdarhúsinum. Og tað er eisini her at eg arbeiði, sigur Kim. Vit steðga á og fara innar. Vit hava ikki meiri enn latið úthurðina upp, tá vit skilja at vit eru komin á rætta staðið. Í salinum niðriundir hoppa børnini um eitt elastikk, og í erva hoyrist eisini ljóðið frá børnum, sum stuttleika sær. Jú, vit eru komin á rætt stað - útibarnagarðin Haraldsstova í Haralds- sundi, har eini 15 børn eru og har tey vanliga eru fýra starvsfólk. Slóðbróting Tá ein á sinni byrjaði at tosa um at hava útibarna- garðar í Føroyum, vóru mong ið ivaðust um hetta fór at bera til her á landi. Tey høvdu kanska nakað at hava hesa støðuna í, tí veðrið í Føroyum er nú ikki einaferð eins og veðrið í Danmark og øðrum lond- um, har slíkir barnagarðar longu finnast. Men tey, sum høvdu hug at royna hesa ætlanina í verki, stríddust fyri henni, og stutt eftir lat fyrsti úti- barnagarðurin upp. Síðani tá eru slíkir úti- barnagarðar vorðnir sera væl umtóktir, og fleiri kommunur hava valt at seta slíkar á stovn. Tískil finnast teir í dag á mongum støðum kring landið - t.d. í Leirvík, Toft- um, Æðuvík, Vestmanna, Hvítanesi, Trongisvági, Klaksvík, Runavík – og sjálvandi Haraldsstova í Haraldssundi. Bussflutningur Hóast hesin útibarnagarð- urin hevur heimstað í Haraldssundi, so gongur ikki eitt einasta barn úr bygdini í hesum barna- garði. Øll 15 børnini eru nevni- liga úr Klaksvík. Og or- søkin til at tey ikki eru í barnagarði í Klaksvík, men í Haraldssundi er hin ein- falda, at einki høli er til teirra har. Hinvegin so hava børnini úr Haraldssundi og úr Kunoy eisini møguleika at sleppa í henda útibarna- garðin. Men í løtuni eru so eingi børn hagani. Haraldssund liggur jú eitt fitt petti frá sjálvari Klaks- víkini, men her er funnin ein heppin skipan, soleiðis at foreldrini ikki noyðast at koyra børnini fram og aftur tvær ferðir um dagin. Ístaðin verða øll børnini savnað við Mylnuhúsið í Klaksvík á morgni. Tá klokkan fer at nærkast hálvgum tíggju gera tey klárt at fara við bussi til Haraldsstovu. Haraldsstova – har h Børnini úr Haraldsstovu framføra spennandi leikin fyri hinum børnunum í tiltakinum á Bókasavninum í Klaksvík. Tey sita sum á nálum og lurta eftir tí, sum hini framføra Tær sita so fittar og leggja eitt puslispæl