Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Og tá klokkan er vorðin 15:45 fer ein bussur við fegnum, men kortini troytt- um børnum tvørtur um byrgingina og aftur til Klaksvíkar. Krabbar og útisvimjing Talan er jú um ein útibarna- garð, og í tí navninum liggur sjálvandi, at børnini skulu vera uttandura fyri tað mesta. Í Haraldssundi eru frá- líkir møguleikar til tess, og tað sermerkir eisini, sum vera man, “arbeiðsdagin” hjá børnunum. Bygdin liggur niðri við sjóvarmálan, tætt við eina byrging og har rennur eisini ein á gjøgnum bygdina. Stórur hagi er omanfyri bygdina, og har eru tey ofta. Og so finst haraftrat eitt buchwald nær við, har góðir møguleikar eru til spæl hjá børnum. Áin er eisini eitt væl um- tókt spælipláss hjá børnun- um. Og ein góðan og heitan summardag kemur meiri enn so fyri, at børnini fara at svimja í ánni – í klæðum, væl at merkja. Eitt, sum børnunum dámar sera væl er at fara oman í fjøruna. Har finst eitt stórt tal av krabbum, og tað nakað sum børnini gleða seg til, tá tey fara oman hagar, so er tað júst at fanga hesar krabbarnar. Í so máta hevur Haraldsstova allar møgu- leikar til at geva børnunum ein áhugaverdan dag í Haraldssundi, bæði úti og inni. Prinsessa og cowboy Ein hósdag í farna mánaði, tá vit vitjaðu í Haralds- sundi, vóru børnini kortini inni og spældu. Henda dagin, sjálvan summarmáladag, var klárt, men rættiliga kalt í veðr- inum við væl av vindi. Men tað var kortini ikki hetta, sum helt børnunum inni henda dagin. Uppi á loftinum vóru børnini nevniliga í ferð við at fyrireika seg til eitt sjónleikartiltak, sum skuldi vera dagin eftir á Bóka- savninum í Klaksvík. Og tey skuldu sjálvi standa fyri tiltakinum, sum gongur uppá skift millum barna- garðarnar í Klaksvík. Dagarnar frammanundan høvdu tey gjørt leikbúnar og hattar – eisini cowboy- hattar - til endamálið, og tyktust vera sera spent eftir at sleppa at framføra hetta fyri hinum børnunum í barnagørðunum. Leikurin er gjørdur út frá eini søgu, sum børnini sjálvi hava funnið uppá. Tey høvdu avgjørt, hvør skuldi siga hvat, og soleiðis var leikurin vorðin veru- leiki. Í leikinum vóru bæði firvaldar, cowboyar, ein lítil hundur og ein prin- sessa, - bara fyri at nevna nakrar av leikarunum. Og sum myndin frá bóka- savninum vísir, so var leikurin eisini sera spenn- andi og vælleiktur - og ikki minst væl umtóktur av hinum børnunum. Nýggjur Útibarnagarðurin í Haraldssundi lat upp í januar mánaði í fjør. Men talan er jú um eitt bygdarhús, við einum stórum sali niðriundir og fleiri rúmum í ovaru hædd- ini. Húsið er tí ikki – sum so - innrættað til eitt slíkt endamál sum ein útibarna- garð, men kortini tykjast børnini at hugna sær. Í Klaksvík er ein annar útibarnagarður, og heldur hann til úti í Grøv, tey nevna. Nr. 83 - 4. mai 2005 21 hugnin ræður í stovu Klaksvík: Í mars mán- aði samtykti Sosiala nevndin hjá býráðnum at fara undir fyrireiking av byggingini av einum stovni undir Hálsi. Síðani tá hevur um- sitingin í býráðnum ar- beitt víðari við málin- um. Nevndin samtykti at byggja stovnin í stigum, men umsitingin mælir til at fremja alla ætlanina í einum byggistigi. Umsitingin grundar hetta á, at stovnurin all- arhelst ikki kann verða klárur at taka í nýtslu í ár, og at hetta tí fer at gera stovnin dýrari. Mælt verður eisini til at bjóða byggingina út sum eina totalenterprisu. Síðani hava sosiala nevndin og fíggjar- nevndin havt málið til viðgerðar, og biður nú teknisku umsitingina í býráðnum um at gera til- mæli um útbjóðingar- møguleikar. sb. Nýggjur stovnur undir Hálsi Leikur eru bæði til dreingir og gentur. Hesum báðum dáma best í “byggivinnuni” Hóast útibarnagarðurin er inni ber væl til at fáa sveittan fram, tá pútukríggj er á skránni