Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 • mikudagur • 4. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Í stilli og brennandi sól varð altjóða fiski- vinnuframsýningin, North Atlantic Fish Fair, sett á kjøl týs- dagin klokkan 10.15 NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Samskiparin av framsýn- ingini hesaferð, Dánjal Petur Hansen, beyð vegna Atlantic Fair, sum Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen eiga, øllum væl- komnum til stevnu. Síðan trein borgarstjórin, Heðin Mortensen, á pallin og helt eina vælkomstrøðu – og seinastur var løgmað- ur, Jóannes Eidesgaard, sum alment læt upp fyri framsýningini. Og tað gjørdi løgmaður eisini í orðsins rætta týdn- ingi! Tá ið hann var liðgur at røða, kom samskiparin, Dánjal Petur Hansen, við einum stórum saksi, sum hann rætti løgmanni. - Nú hopi eg, at eg orki at klippa weirin, segði hann. Tað gjørdi løgmaður eis- ini, men nakað av styrki skuldi til, tí hetta var ein veruligur weir-endi, sum helt mannamúgvuni, ið komin var til setanina, uttan fyri gyrðingina. "Deiliga Havn" Í síni vælkomstrøðu segði Heðin Mortensen seg vera ógvuliga fegnan um, at høvuðsstaðurin hesaferð er karmur um North Atlantic Fish Fair. - Hetta er triðja altjóða fiskivinnustevnan av sínum slagi, sum NAFF skipar fyri. Tær báðar fyrru stevn- urnar hava verið á økinum hjá Runavíkar havn, men hesaferð er stevnan flutt til Havnar. Hetta fegnast vit í kommununi sjálvsagt um, tí Havnin hevur upp ígjøg- num tíðirnar verið handils- og tænastumiðdepil í Før- oyum. Borgarstjórin segði, at tá ið fyrireikararnir vendu sær til kommununa fyri at kanna, um møguleiki var at flyta stevnuna til Havnar, var býráðið ongantíð í iva - Her fingu vit høvi at varpa ljós á okkara "deiligu Havn", sum hann tók til. Hann segði, at tað hevur ligið frammaliga í politiska arbeiðnum í kommununi at fáa sett Føroyar og høv- uðsstaðin á heimskortið sum altjóða ráðstevnu-og framsýningarbý. ±- Tí tóku vit við vælvild av hesum møguleika, nú vit fingu hann, segði Heðin Mortensen, sum ynskti øllum vælkomnum til Havnar. Burtur við forðingunum Løgmaður, Jóannes Eides- gaard, vísti í síni setanar- røðu á, at tað ikki er ofta, at einir 250 framsýnarar úr so nógvum londum eru savn- aðir á einum staði, sum nú á North Atlantic Fish Fair. - Uppgávan hjá okkum politikarum er at skapa góðar karmar fyri vinnu- lívið. Løgmaður segði, at landsstýrið er farið undir at beina burtur allar forðingar, sum føroyskt vinnulív hev- ur og vísti á, at landsstýrið í summar fer at seta fokus á, hvussu bøtast kann um verandi karmar. - Vit vilja gera tað lættari at skapa karmar fyri altjóða handli og bøta um umstøð- urnar at skapa nýggjar vinnur í Føroyum, segði løgmaður. North Atlantic Fish Fair: Løgmaður setti stevnu og klipti weirin Tað er fastur táttur hjá NAFF, at løgmaður setir framsýningina, og soleiðis var eisini hesaferð Mynd: Jens Kr. Vang – Tað hevur ligið frammar- laga í politiska arbeiðnum í kommununi at fáa sett Føroyar og høvuðsstaðin á heimskortið sum altjóða ráðstevnu-og framsýningar- bý, segði borgarstjórin Mynd: Jens Kr. Vang Nógvir áhugaverdir básar eru á stevnuni Mynd: Jens Kristian Vang