Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 83 - 4. mai 2005 - Vit hava fingið nógva hjálp frá fólki, sum hava lagt hús til, og hetta hevur lætt nógv um hjá okkum, sigur samskiparin, Dánjal Petur Hansen og vísir á, at útlend- ingarnir, sum komnir eru til landið, helst vilja búgva í høvuðs- staðnum, nú fram- sýningin er í Havn NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Dánjal Petur Hansen, sam- skipari, væntar ikki, at NAFF-framsýningin verður nógv størri, enn hon er í dag. - Fleiri viðurskifti gera, at møguleikarnir fyri at vaksa enn meira um fiski- vinnustevnuna eru avmark- aðir. Tí hava vit heldur lagt okkum eftir at betra um dygdina á sjálvari framsýn- ingini. Hann sigur, at jøllin hjá Poul Mohr á Sandvíka- hjalla, sum við sínum 5000 fermetrum er størsta goymsluhøll í Føroyum, er sera væl egnað til hetta stóra tiltak, sum altjóða fiskivinnustevnan er. - At vit sleppa undan tjøldunum, er ein stórur fyrimunur, og hetta gevur eisini stevnuni nógv betri umstøður. Haraftrat kemur, at høllin er vælútgjørd, og hetta ger tað eisini nógv lættari hjá okkum øllum, sigur hann. Aftrat øllum kemur, at nógvir fyrimunir eru at hava framsýningina í høvuðsstaðnum. - Her eru hotellini, og her er tænastan, sum ikki minst útlendsku framsýnararnir ynskja sær, sigur Dánjal Petur Hansen. Hann veit annars at siga, at øll hotellir í høvuðs-staðnum eru fult "bookaði" hes-ar dagarnar, meðan stevnan er. - Vit hava fingið nógva hjálp frá fólki, sum hava lagt hús til, og hetta hevur eisini lætt nógv um hjá okkum, sigur samskiparin og leggur aftrat, at útlend- ingarnir, sum komnir eru til landið helst vilja búgva í høvuðsstaðnum, nú fram- sýningin er í Havn. NAFF: Av Skálafjørðinum og beint í hjartað á Føroyum Framsýnararnir eru líka nógvir sum á undanfarnum stevn- um, og framsýningar- økið er størri enn nakrantíð áður. Nú vóna fyrireikararnir, at talið av vitjandi eisini verður líka stórt sum seinasta, tá ið NAFF hevði fleiri enn 10.000 vitjandi NAFF Vilmund Jacobsen Vilmund@sosialurin.fo Undirtøkan millum fram- sýnarar á North Atlantic Fish Fair er ikki minni hesaferð, nú framsýningin verður hildin í høvuðsstað- num – og ikki á økinum hjá Runavíkar havn, har tær báðar fyrstu framsýning- arnar – vórðu hildnar í avikavist 2001 og 2003. Torført er at meta um, hvønn týdning tað kemur at hava fyri vitjandi á NAFF, at framsýningin nú er flutt av havnaøkinum hjá Runa- víkar havn og vestur á Sandvíkahjalla í Tórshavn- ar kommunu. Hetta verður ikki greitt, fyrr enn ein ábending fæst um hetta, kanska longu á fyrsta stevnudegnum. Fyrireikararnir av NAFF vænta, at hósdagurin, sum er kristi himmalferðardagur og heilidagur, verður tann stóri dagurin á stevnuni. Nógv vinnulív, minni tænasta Í Eysturoy er nógv vinnulív, bæði fiskivinna, handverk og annað. Í høvuðsstaðar- økinum er ikki so nógv fiskivinna, sum í Eystur- oynni, men har er ein nógv størri tænastuvinna. Hvønn týdning hesi viðurskifti hava, er ilt at siga. Hugs- andi er tó, at tað í nógvar mátar verður lættari hjá framsýnarum og gestum – ikki minst teimum út- lendsku – at stytta sær stundir í høvuðsstaðnum, enn tað er á Skála-fjørð- inum, tá ið dagurin á Sandvíkahjalla er lokin. Kanska kann ein flyting av North Atlantic Fish Fair av Skálafjørðinum til Havnar metast sum at flyta altjóða heimdystirnar í fótbólti av Toftum til Havn- ar – uttan at vit skulu siga nakað um, hvørja ávirkan tað hevur havt á eitt nú áskoðaratalið. Í 2001 og 2003, tá ið NAFF varð hildin á havna- økinum hjá Runavíkar havn, lá Norrøna sum hotellskip við bryggju beint við framsýningarøkið. Einki er at ivast í, at hetta setti sín dám á og vakti eitt ávíst forvitni. Serliga í 2003, tá ið nýggja Norrøna var hotellskip, sást hetta nýggja og - eftir okkara mátistokki – velduga stóra skipið langan veg. 317 barrir… Tað argaði tó bæði mann- ingina á Norrønu, fram- sýnarar, vertir og gestir, at loyvi ikki varð givið at selja øl og vín aftur við matinum umborð. Á einum A-4 arki á glas- hurðini inn í matsalin um- borð á Norrønu boðaði Føroya landfúti frá, at loyvt var ikki at skeinkja rúsandi løg umborð, ei heldur øl ella vín aftur við matinum. - Í staðin fyri at loyva skeinking aftur við mati, hava vit nú fingið 317 barrir umborð á Norrønu, tí nú er næstan hvørt kamar vorðið ein barr, segði táverandi skiparin, Ólavur Hovsgarð, tá ið vit hittu hann inni á framsýning-ar- økinum fyri tveimum árum síðan. Havnin er fult "bookað" nú stevnan er Millum kommunurnar, sum eru umboðaðar á North Atantic Fish Fair, er Klasvíkar kommuna, sum hevur seks fyritøkur á sínum bási. Jastrid Gullaksen hevur designað stóra vitan, sum stendur og blunkar á básinum Mynd: Jens Kr. Vang NAFF tók seg væl út, tá ið hon í 2001 og 2003 varð hildin á økinum hjá Runavíkar havn Mynd: Jens Kr. Vang