Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Nú altjóða fiski- vinnustevnan er sett og latin upp, kunnu vit endaliga staðfesta, at einir 250 framsýn- arar eru við, og hesir umboða fleiri enn 300 einstakar fyritøkur úr Føroyum og útland- inum, sigur Dánjal Petur Hansen, sum samskipar framsýn- ingina hesaferð NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Altjóða fiskivinnustevnan, North Atlantic Fish Fair, sum í hesum døgum verður hildin á Sandvíkahjalla, livir upp til tær vónir, sum fyrireikararnir hava sett sær. Tá ið stigtakararnir fyri fýra árum síðan settu sær fyri at skipa fyri eini altjóða fiskivinnustevnu í Føroy- um, soleiðis sum vit kenna hesar stevnur aðrastaðni, var torført at meta um, hvør áhugin fór at vera. Tó er tað ikki at taka munnin ov fullan at siga, at tann fyrsta stevnan gjørdist ein rættilig "succes". Longu á North Atlantic Fish Fair 2001 vóru 212 fyritøkur, 105 útlendskar og 107 føroyskar, og til- samans vitjaðu 7.000 gestir. Hetta var væl meira, enn stigtakararnir nakrantíð høvdu torað at droymt um. Longu eftir fyrstu stevn- una fekk North Atlantic Fish Fair viðurkenning og herðaklapp á Vinnudegnum sum "Ársins átak". Onnur framsýningin eydnaðist minst líka so væl sum hin fyrra við framsýn- arum úr 17 londum og ein- um samlaðum tali av ein- støkum fyritøkum, sum var omanfyri 300. Framsýnarar vóru í 17 londum og vitj- andi úr tilsamans 22 ym- iskum londum. Talið av vitjandi var omanfyri 10.000! Stór undirtøka Aftur hesaferð, nú triðja framsýningin í røðini er sjósett, liggur talið av framsýnarum um 250, og tilsamans eru fleiri enn 300 einstakar fyritøkur umboð- aðar á básunum kring um í høllini á Sandvíkahjalla. Hóast øll framsýningin nú er undir einum taki, er framsýningarøkið hesaferð størri enn á undanfarnu framsýningum. Fyrsta árið var fram- sýningarøkið stívliga 3.000 fermetrar, annað árið umleið 4.000, men hesa- ferð nærkast samlaða fer- metratalið teimum 5.000. Nr. 83 - 4. mai 2005 25 Framsýningarøkið størri enn nakrantíð NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Millum tær stívliga 300 fyritøkurnar úr Føroyum og útlandinum, sum eru við á NAFF, er Sosial- urin eisini umboðaður á bási við redaktión og umboðum fyri markn- aðardeildina. Vit fara at fylgja gongdini á framsýn- ingini, og vit fara at vitja básar, sum hava eitt hvørt áhugavert at sýna fram. Inni á básinum fáa fólk eisini kunning um Sosialin og tær tænastur, sum Sosialurin veitir sínum verandi og kom- andi viðskiftafólkum. Básurin hjá Sosial-in- um verður marknaðar- førdur undir heitinum, "Miðla-húsið í Vágs- botni", nú alt virksemið er flutt í nýggj hølir í Vágsbotni. Sosialurin hevur bás og redaktión á NAFF Longu fyrrapartin týsdagin hevði Sosialurin vitjan av samskiparanum av NAFF, býráðsformanninum og øðrum Mynd: Vilmund Jacobsen Einir 250 framsýnarar eru við á North Atlantic Fish Fair hesaferð, og samlaða talið av einstøkum fyritøkum er omanfyri 300 Mynd: Jens Kr. Vang Nógvir áhugaverdir fram- sýnarar eru við á NAFF hesaferð og Sosialurin, sum hevur bás og redaktión á framsýningini, fer at venda aftur til fleiri teirra Mynd: Jens Kr. Vang