Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 83 - 4. mai 2005 -Tað sær bjart út fyri leiting á landgrunn- inum, tí stórur áhugi er fyri føroyska øki- num. Tað at vit fáa nógvan seismikk í summar og fáa loyst spurningin viðvíkj- andi teimum írest- andi brunnunum er sera positivt. Tað ger, at vit koma víðari. Tað at fáa nakrar bor- ingar gjøgnum basalt- ið er ein ómetaliga týdningarmikil brikkur í framtíðar oljuleiting í Føroyum. So 2006 verður eitt slag av einum vega- móti sigur Sigurð í Jákuppstovu, stjóri á Oljufyrisitingini OLJULEITING Jan Müller jan@sosialurin.fo Hóast tað ikki verður borað á landgrunninum í ár, so verður stórt seismiskt virk- semi í summar á megin- partinum av teimum nýggju loyvunum. Hetta upplýsir Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini. Teir høvdu roknað við, at nakað av seismikki varð skotið í ár og restin næsta ár. Nú sær út til, at heldur meira verður í ár, tí feløgini eru rættiliga áhugað í at sleppa í gongd. Hetta metir hann vera rættiliga positivt. Tað skulu annars borast fýra brunnar á landgrunn- inum næsta ár. Talan er um teir írestandi brunnarnar frá 1. Útbjóðing. Loyvini vórðu latin í 2000 og freistin fyri at bora teir gongur út í 2006. Tað hava verið og eru samráðingar millum feløgini sínámillum og við myndugleikarnar um at flyta hesar brunnar til onnur øki á landgrunninum enn tey teir vórðu ætlaðir at bora, nevniliga í landssynn- ings horninum av land- grunninum, í tí fyrr so nógv umrødda ”Gullhorninum”. Sigurð í Jákupsstovu sigur, at tað gongur framá við hesum samráðingum. Teir vænta at hava eina av- kláring tíðliga í summar, kanska í juni. Sosialurin hevur fyrr í metingum av oljutilgongd- ini gitt, at fleiri av feløg- unum helst fara at leggja onkrar brunnar saman og bora teir á basaltøki. Sigurð í Jákupsstovu vil ikki vátta hesar metingarnar men sigur tó, at tær eru á eini leið. Hann váttar tó, at einki av feløgunum sleppur und- an at halda sínar boriskyld- ur. Tað geva loyvireglurnar teimum ikki møguleika til. Har stendur stutt og greitt: ”Drill or pay”, bora ella betal. Og Jákup í Jákups- stovu leggur aftrat: –Vit leggja dent á at fáa so góða leiting sum gjørligt við Føroyar. - Og ein góð leiting kann væl eisini merkja, at tit loyva feløgunum at flyta brunnarnar úr sínum loyvisøkjum í onnur øki, har meira sannlíikt er at finna olju og gass! - Tað kann gott vera ein góð leiting. Tað er ikki vist, at tað loysir seg at bora í næstan sama stað, har bor- að hevur verið fyrr. Tað kann vera, at tað er betur fyri okkum at royna okkurt heilt nýtt. Eitt nú inni á basaltinum. Torført at fáa pallar Sigurð í Jákupsstovu sigur annars, at tað er sera torført at fáa boripallar í løtuni, og hann vónar ikki, at tað kemur at órógva leitingina við Føroyar. Stóri eftir- spurningurin eftir boripall- um og her ikki minst teim- um, sum kunnu bora á heilt djúpum vatni, er ómetaliga stórur og hetta hevur helst gjørt, at ChevronTexaco, Statoil, Dong og OMV ikki fara at bora ætlaðu av- markingarbrunnarnar í Rosebank/Lochnagar olju- fundinum í bretskum øki, skamt frá føroyska markin- um. Stóri eftirspurningurin hevur eisini ávirka prísirnar sera nógv. Har tað fyrr hevur kostað góðar 100.000 dollarar at leiga boripall um dagin, er prísurin í løtuni 300.000 dollarar. Sosialurin veit annars frá álítandi keldum, at ómøgu- ligt hevur hjá teimum fýra feløgunum í Rosebank- loyvinum at finna ein bori- pall at bora í summar, og tí er henda boriætlan útsett til næsta summar. Avmark- ingarbrunnar beint hinu- megin markið kunnu ann- ars fáa stóran týdning fyri framtíðar leiting við Før- oyar eisini. Tað verður nevniliga gitt, at tað er ikki óhugsandi, at tað stóra oljufeltið, sum varð funnið í fjør bara fáar kilometrar frá føroyska markinum, heldur fram inn á føroyska landgrunnin eisini. Sigurð í Jákupsstovu heldur tað vera eitt sindur spell, at hesar boringar ikki verða í ár, men so er bert at vóna, at hetta verður næsta summar. –Um tað kom hartil, at tað var skotin seismikkur hjá okkum í summar og boringar á bretskum øki somuleiðis í summar, so hevði tað verið sera gott fyri okkum sigur hann. Tað má ein so liva við, og tað merkir so bara, at hetta verður eitt sindur útsett. Hinvegin er tað eingin vanlukka, nú vit vita, at nógv seismiskt virk- semi verður í summar og brunnar boraðir næsta summar. Stjórin á Oljufyrisitingini er ikki ónøgdur, eiheldur svartskygdur um fram- tíðina. Heldur tvørturímóti. Tað liggur í kortunum, at tað verður eitt hampuligt tal av boringum næsta ár, og tað hevði verið gott sigur hann. Í mai verður stórur kunn- ingardagur í London, har tað verður roynt frá før- oyskari síðu at greiða frá møguleikunum hjá út- lendskum íleggjarum at gera íløgur í føroyskt vinnulív, her ma. eina møguliga komandi olju- vinnu. Ein av teimum, sum skal greiða frá oljutil- gongdini er Sigurð í Jákupsstovu. Hann vónar, at slíkt tiltak kann skapa áhuga fyri Føroyum sum framtíðar oljuland. Samanumtikið so heldur hann tað sær bjart út, tí stórur áhugi er fyri før- oyska økinum. Tað at vit fáa nógvan seismikk í summar og fáa loyst spurn- ingin viðvíkjandi teimum írestandi brunnunum er sera positivt. Tað ger, at vit koma víðari. Tað at fáa nakrar boringar gjøgnum basaltið er ein ómetaliga týdningarmikil brikkur í framtíðar oljuleiting í Føroyum. So 2006 verður eitt slag av einum vega- móti. Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, ChevronTexaco fekk tillutað leitiloyvi við Føroyar herfyri. Sam- bært reglunum skal tað lata upp skriv- stovu og finna sær umboðsmann í Føroyum. Felagið hevur biðið sær um meira tíð og fer at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss í mai OLJUFELØG OG SKRIVSTOVA Jan Müller jan@sosialurin.fo Tá nýggj oljufeløg fáa leitiloyvi og gerast fyri- støðufeløg – operatørar - við Føroyar eiga tey at fáa sær umboðsmann og skriv- stovu í Føroyum. Í sam- bandi við 2. útbjóðing vóru tað tvey nýggj feløg, sum gjørdist operatørar, nevni- liga ChevronTexaco og Geysirpetroleum. Lógin sigur, at feløgini innan tríggjar mánaðir, eftir at tey hava fingið leitiloyvi skullu lúka hesar treytir. Tvs. at tey fyri 17. Apríl skuldu hava funnið sær skrivstovu og umboðsmann. Herfyri boðaði Geysirpetroleum frá, at Høgni Mohr í Havn er settur sum umboðs-mað- ur fyri felagið, og at felagið fyribils fer at halda til í somu hølum sum sam- starvsfelagið Atlants Kol- vetni, í Nólsoyarstovu í Havn. Men ætlanin hjá fe- løgunum er at flyta í størri høli í Jónas Bronxgøtu seinni. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini sigur, at hitti fyristøðufe- lagið, ChevronTexaco hev- ur biðið um at fáa nakrar vikur aftrat til at fáa viður- skiftini uppá pláss, og tað hevur fingið fingið játtað. Hann roknar við, at hetta verður avgreitt í mai mán- að. Sigurd í Jákupsstovu sær ikki hesa útseting sum nakran trupulleika. Hann roknar við at viðurskiftini koma uppá pláss í næstum. Tað triðja felagið, sum er nýtt í Føroyum , er eystur- týska felagið OMV. Tað er so partur av einum samtaki. Slíkt felag nýtist ikki at hava skrivstovu í Føroyum men skal so hava eina ella aðra postadressu. Á olju- fyrisitingini vita tey ikki, hvat felagið hevur fyritikið sær í so máta. Vanliga plaga slík feløg, sum ikki hava leiklut sum fyristøðufelag, at hava ein persón í Føroy- um, sum tekur sær av teirra samskifti við myndugleikar oo. Í fleiri førum eru tað føroyskir advokatar, sum umboða tílik oljufeløg. Sigurð í Jákupsstovu sigur, at tað teir leggja dent á er at hava onkran at sam- skifta við í bólkinum, og tað plagar vanliga at vera fyristøðufelagið. Sær bjart út fyri leiting við Føroyar ChevronTexaco biðið um útseting Sigurð í Jákupsstovu vil ikki vátta metingarnar men sigur tó, at tær eru á eini leið