mikudagur 4. mai 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 4. mai 2005
29
Janus Petersen
røddi:
Góði Astrup
Tú komst til Føroya í
ringastu krepputíð 1. januar
1993. Eg vil trúgva, at tú
hevur upplivað tað sum eitt
kalt brúsubað. Búskapurin
var í smæsta knúsi, og
veðrið var av hundunum til.
Allir føroyingar hingu við
høvdinum. Tú varð inn-
kvarteraður í einum verilsi
úti í Torfinnsgøtu, og tað
regnaði og stormaði tá íð tú
gekk heim um kvøldarnar.
Men tú kastaði teg út í
tað, og fór í holt við at loysa
knútin sum fíggjarkervið
var í. Og tú gjørdist skjótt
kendur sum tann sterki
skiparin, sum setti kósina,
og vikaði ikki ein tumma,
um so brotini skolaðu um
skipið:
Tú gjørdi sum Eirikur
Jallur tá hann Ormin Langa
hevði vunnið:
Tók hann sjálvur róður
í hond
og stýrdi honum frá Sundi
Eg kom sjálvur heim úr
Danmark í oktober 1993,
og lærdi beinanvegin teg at
kenna sum hartarbeiðandi
mannin, sum ikki sløkti
ljósið á skrivstovuni fyrr
enn øll onnur vóru farin í
song. Ja, faktiskt byrjaði
samstarv okkara í stjórnini
í Føroya Banka við at tú
bjóðaði meg heim til eitt
glas. Og har prátaðu vit alla
náttina um lívið. Tú fór
sum altíð grundiga til
verka. Vildi vita, um vit
báðir høvdu nakað til fe-
lags, og kundu hugna okk-
um saman. Tí sum tú segði
við meg - ein stjórn er sum
eitt hjúnarlag - samstarvið
byggir á álit og samhuga.
Og vit hava havt tað
hugnaligt
saman.
Allir
føroyingar vita, at tú hevur
ein velduga góðan humor.
Tú hevur altíð hildið fyri:
"Det skal være sjovt at
være bankmand." Og tað er
stuttligt at vera saman við
tær. Ein typisk viðmerking
fyri teg var tá íð tú kom
framvið eini mynd av
nevndini í einum virki, og
spurdi um tað var "det
lokale håndboldhold." Ofta
rungar láturin út úr skriv-
stovu tíni, tá íð tú hevur
sagt eina góða viðmerking,
sum vendir tað heila á
høvdi.
Hesi evni hevur tú eisini
nýtt í tínum mongu inn-
leggum í fjølmiðlunum, har
tú ofta hevur fingið føroy-
ingar uppá nýggjar tankar.
T.d. var tú upphavsmaðurin
til orðið "bæredygtigt pro-
jekt" Áðrenn tú kom up í
leikin hildu tey flestu, at
endamálið við vinnuligum
virksemi var at skapa
arbeiðspláss, men tú vísti á,
at endamálið veruliga er at
skapa avlop til íleggjarar-
nar.
Við hesi nýggju tanka-
gongd lærdu tú okkum
nógv. Tú gekk ikki uppá
kompromis, og stóð fyri
fleiri nýbrotum í vinnuni.
Tú var avgerandi arkitek-
turin handan Føroya Fiska-
virking og endurstovnanina
av Faroe Seafood, tú legði
leistin fyri saneringini av
skipaflotanum, kommunu-
loysnina, og endurreisingin
av alivinnuni.Og vit sum
fylgdu tær øtaðust um tína
arbeiðsorku og engage-
ment. Tú vildi endurreisa
bankan og Føroyar, og tú
legði títt hjartablóð í hetta
arbeiði. Tað eru vit allir
føroyingar tær takksamir
fyri.
Og tú kom eisini í stóran
mun at kenna teg sum
føring. Tey fyrstu árini
hevði tú ikki heilt slitið
røturnar til títt gamla
arbeiðspláss, og tá kundi tú
mismæltur finna uppá at
siga "Vi i Midtbank", men
tey seinnu árini er tað
vorðið meiri "Vi færinger,
og her betragter jeg mig
selv som færing". Og tú
hevur vunnið hjørtuni hjá
politikkarunum.
Tjóð-
veldisflokkurin heldur teg
verða tjóðveldismann, og
javnaðarflokkurin heldur
teg vera javnaðarmann. Eg
veit ikki um Jenis av Rana
heldur teg vera ein av
hansara eisini?
Tú hevur skrivað teg inn í
føroysku søguna, men nú
fert tú. Í lutfallsliga ungum
árum vilja nógv siga. Tú
hevur óivað nógv ár eftir í
tær enn. Men tú hevur tað
óivað so, at tú heldur vilt
hava fólk at spyrja um "hví
man hann fara", heldur enn
at tey spyrja "er hann ikki
farin enn?" Men síðani
tíðindini um at tú fer frá
vórðu almannakunngjørd,
hava fólk spurt teg "Rýmir
tú nú". Á føroyskum er
hetta bert ein annar máti at
spyrja um tú fer úr starvi.
Men á donskum kann tað
skiljast sum at tú flýggjar.
Og tí protesterar tú hvørja
ferð fólk spyrja um tú
rýmir. Og rætt ger tú. Tí
sum tað stendur á forsíðuni
á Atlantic Review: "Astrup
er ingen Quitter".
Tú kom til okkara, og tú
endurreisti bankan, og tú
endurreisti álitið á bankan
og sjálvsálitið hjá okkum
bankafólkum. Tað eru vit ið
starvast í bankanum tær
takksom fyri.
Góði Astrup. Eg og
Margret vilja ynskja tær og
Gunhild eitt gott og skap-
andi otium. Og vegna
starvsfólkini vileg ynskja
tykkum blíðan byr fram-
yvir.
Janus Petersen
29. apríl 2005
segði farvæl
end mig, så drister mig jeg
mig til at mene, at mit for-
hold til bankens kunder
med tiden kunne karakte-
riseres ved gensidig re-
spekt.
En dybtfølt tak til de
politiske myndigheder. Det
var jo jer, der lagde ryg til,
når banken var i høj sø. Og
tusind tak til alle de mange
færinger, som har vist mig
tillid og venlighed gennem
12 fantastiske år. Tak til
Palliba og Marsanne. Når
alt kommer til alt, var det
jo jeres bank, jeg fik til op-
gave at passe på.
Tak til alle. Tak for alt.
Tórshavn, den 29. april
2005
Jørn Astrup Hansen
– Vit hava havt tað hugnaligt saman. Allir føroyingar vita, at tú hevur humor. Tú hevur altíð hildið fyri: "Det skal være sjovt at
være bankmand". Og tað er stuttligt at vera saman við tær. Ein typisk viðmerking fyri teg var tá ið tú kom framvið eini mynd av
nevndini í einum virki, og spurdi um tað var "den lokale håndboldklub", segði Janus Petersen m.a. í sínari røðu
Mynd: Jens Kr. Vang