mikudagur 4. mai 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 • mikudagur • 4. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Kvinnuliðið í hondbólti hjá
VB fekk eina kongliga
móttøku tá ið tær komu
heimaftur til Vágs sunnu-
kvøldið, eftir at hava
tryggja sær FM heitið í
dystinum ímóti stjørnuni
fyrr um dagin.
Fleiri hundrað viðhalds-
fólk hjá VB vóru við í
Klaksvík og gjørdu sítt til
at hetta var mestsum at
rokna sum ein heimadystur
hjá VB.
Komin til Vágs, var farið
beint í høllina, har onnur
hundraðatals
mannfjøld
bíðaði eftir teimum.
Í høllini vórðu tær fagn-
aðar sum tað sømir seg ein-
um FM vinnara við røðum,
gávum og heilsanum
Vágbingar høvdu eisini
verið í sving, so har var
bæði smurt breyð, kaka,
saft, te og kaffi at fáa.
Og aftaná varð so dansur.
Á samkomuni takkaði
Bogi Mortensen í hond-
bóltsdeildini hjá VB, við-
haldsfólkunum fyri tann
stóra stuðul, sum tey vísa
liðnum hvønn einasta dyst.
Hann vísti á, at VB vann
FM í fjør og tær funnu FM
í ár.
Hinvegin var árið í fjør
nógv darvað av rokinum
um útlendsku spælararnar
og Bogi Mortensen ivaðist
ikki í, at tað oyðilegði teim-
um kappingarárið í fjør.
Hann vísti á, at hetta var
kanska tað besta hondbólts-
árið í Vági nakrantíð, tí tær
yngru deildirnar og kvinn-
urnar í 3. Deild høvdu eis-
ini vunnið fleiri heiðurs-
merki, men hetta var krúnar
á verkinum.
Tí helt hann, at framtíðin
fyri hondbóltinum í Vági sá
bjørt út.
Men
hann
gloymdi
heldur at takka teimum
fíggjarligu stuðlum, sum
VB hevði og hann takkaði.
Àsgerð Stenberg, sum er
forkvinna
í
mentanar-
nevndini hjá Vágs Býráð
segði, at tað var ikki av
ongum, høllin í Vági hevur
verið fullsett til hvønn dyst.
Hon takkaði spælarunum
fyri, at tey nógv vikuskifti
um veturin løgdu á fjørðin
at fara norðureftir at spæla
hondbólt, hóast fleiri av
teimum høvdu børn at
hugsa um.
John Henrik Holm, sum
hevur verið formaður í VB,
vísti á, hvønn týdning hetta
hevur fyri tað sosiala
samanhaldið í bygdina.
– Fyri VB hevur tað sera
stóran týdning at vinna eitt
FM heitið. Serliga týdning
hevur tað fyri eitt pláss í út-
jaðaranum at røkka so
langt.
Eisini Rannvá Augustin-
ussen, liðskipari hjá VB,
takkaði viðhaldsfólkuum
fyri stuðulin ígøjgnum alt
kappingarárið.
At hondbólturin hevur
eitt serligt pláss í hjørtun-
um á vágbingum, er litið at
ivast í, tí høllin í Vági er at
kalla fullsett til hvønn dyst
og í sambandi við seinasta
dystin í Klaksvík høvdu
einir 300 vágbingar leita
sær til Klaksvíkar at bera
liðið fram til sigurs.
Fleiri
av
røðarunum
fegnaðust serliga um, at tað
eydnaðist at vinna FM í ár,
nú VB fyllir 100 ár.
Fingu kongliga m
Spælararnir sótu til háborðs á móttøkuni í Vági
– Her er ein av teimum meiri festligu viðhaldsmonnunum hjá
VB
Fleiri hundrað fólk vóru í ítróttarhøllini í Vági leygarkvøldið og heiðraði VB- kvinnurnar tá ið tær komu suður við gullinum
Tað var ein stórfingin móttøka, sum
kvinnuliðið hjá VB fekk, tá ið tað kom
aftur úr Klaksvík í gjárkvøldið