mikudagur 4. mai 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 83 - 4. mai 2005
Føroyingar aftur í toppinum
Allan Dal- Christian-
sen og Magni Jøkladal
gjørdust nummar trý
í stórari altjóða kapp-
ing
BRIDGE
Bogi Simonsen
Eastern Simultan Paris er
ein tann stórsta parakapp-
ingin í bridge í heiminum.
Hon verður á hvørjun árið
leikt um páskirnar. Spælt
verður kring allan heimin
um somu tíð. Úrslitini
verða send inn umvegis
alnetið og ein samlaður
vinnari verður so funnin.
Aftur í ár vóru tað um 2000
spælarar við í kappingini.
Tað eydnaðist Allani Dal-
Christiansen og Magna
Jøkladal at gerast nr. 3 og
má tað sigast at vera eitt
framúr úrslit fyri teir báðar,
men eisini fyri føroyskt
bridge. Tvey onnur føroysk
pør megnaði at koma við
millum 50 tey bestu. Høgni
Jacobsen og Finn Ougaard
gjørdist nr. 48, meðan Eyð-
un Joensen og Eyðun Jen-
sen blivu nr. 49. Í fjør
høvdu føroyingar eisini eitt
par í toppinum, tá ið Bogi
Simonsen og Símin Lassa-
berg gjørdist nr. 5.
Bonn Nations Cup
Hóast kappingarárið hjá
Føroya Bridge Samband er
av á hesum sinni, er nógv
eftir á skránni hjá FBS
uttanlanda.
Føroyar hava aftur í ár
fingið innbjóðing til tí sera
sterku kappingina Bonn
Nations Cup, sum verður
leikt 4 og 5 mai. Hendan
innbjóðingin má sigast at
vera eitt stórt herðaklapp til
føroyskt bridge og eru tað
tey góðu úrslitini, ið vit
hava fingið í EM og NM,
sum gera at vit fáa loyvið at
senda eitt lið til kappingina.
Teir, ið skulu umboða
Føroyar eru:
Jóannes
Mouritsen
og
Heðin Mouritsen
Dánjal Pauli Mohr og Per
Kallsberg
Fyri Jóannes og Heðin
Mouritsen er kappingin í
Bonn liður í fyrireikingun-
um til NM, ið verður spælt
í Vejle í Juli. Har teir báðir
saman við Allani Dal-
Christiansen og Magna
Jøkladal skulu umboða
Føroyar.
Finn Ougaard gjørdist nummar 48 saman við Høgna Jacobsen, og saman við Magna Jøkladal vann Allan Dal-Christiansen eitt
flott triða-pláss
Nýggjur
firvaldur
Flaggdagin varð nýggi
Firvaldur hjá Froðbiar
Sóknar Róðrarfelag sjó-
settur. Samstundis viðtók
felagið, at føst nøvn skulu
vera á fimm-mannaførum
felagsins. Soleiðis skal
fyrsta fimm-mannafarið
framyvir eita Firvaldur.
Tað næsta Huldi og triðja
fimm-mannafarið
skal
eita Fyrildur.
Spenningurin um
danska meistara-
heitið stendur til at
bresta undan topp-
uppgerðini, sum
verður á skránni um
tvær vikur
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Spenningurin um danska
meistaraheitið er størri,
enn hann nakrantíð hevur
verið fyrr í ár. Munurin
millum toppliðini bæði -
Brøndby og FCK- er
framvegis fýra stig, men
FCK styrkti í vikuskiftin-
um um sína støðu, tá ið
teir komu úr Viborg við
øllum stigunum. FCK
vann 2-0. Peter Møller og
Álvaro Santos skoraðu
málini í 2. hálvleiki. Hetta
var sjeynda ferðin á rað,
at FCK fekk øll stigini, og
teir vóru serliga fegnir um
sigurin, tí avbjóðingin í
Viborg varð mett at vera
ein tann torførasta.
Todi Jónsson sigur á
heimasíðu síni, at hann
fríggjadagin í síðstu viku
aftur fór at venja saman
við liðfeløgunum. Men
hann roknar vegin til
besta liðið at vera langan.
Hann sigur seg vera væl
fyri, men honum restar
dystarvenjing,
og
tað
verður torført at fáa hana
á besta liðnum, tí har hava
teir í fremsta røð rættuliga
fingið ferð á málskjót-
ingina.
Brøndby vann leygar-
dagin 2-0 á heimavølli
móti Randers. Bæði mál-
ini vórðu skorað í 2. hálv-
leiki. Málini vóru stórur
lætti hjá heimaliðnum,
sum enn eina ferð hevði
havt sera torført at fáa
nyttu burturúr møguleik-
unum.
Grannastríðið og topp-
dysturin millum FCK og
Brøndby verður á skránni
um tvær vikur. Tað er
møguleiki fyri, at mun-
urin millum oddaliðini
longu undan dystinum fer
at vera minni enn tey fýra
stigini, sum hann nú er.
Sunnudagin skal Brøndby
til Odense, og tað verður
mett sum torfør uppgáva,
hóast OB higartil ikki
hevur megnað at vunnið í
vár. FCK verður roknað
sum favorittur á heima-
vølli móti Silkeborg, sum
tó hevur staðið seg væl
síðstu tíðina. Sunnudagin
vunnu teir 4-2 á heima-
vølli á júst OB.
FCM misti í stríðnum
um heiðursmerkini. Teir
taptu 3-2 í Farum. FCN
hevði ikki vunnið síðani
síðst í november. Sigurin
bar við sær, at teir fluttu
av aftasta plássinum og
fram ímóti triði aftasta
plássinum. Herfølge, sum
tapti 4-2 á heimavølli
móti AaB, er nú aftast.
Við sigrinum hevur AaB
av álvara lagt seg út í
kappingina
um
triðja
plássið. Esbjerg vann 1-0
í Århus.
FCK fyri sjeyndu
ferð á rað
Andrew av Fløtum
varð ofraður, eftir at
málverjin hevði sæð
reytt, tá ið hann
mótmælti, at Jón Rói
hevði nýtt hondina at
gera mál við
DANMARK 1./2.
DEILD
Jóannes Hansen
Fyrrverandi liðfelagarnir í
HB, Jón Rói Jacobsen og
Andrew av Fløtum vóru í
miðdeplinum, tá ið gomlu
arbeiðarafeløgini í Keyp-
mannahavn fyrrapartin 1.
mai spældu 2-2 í Valby.
Lagið á heimaáskoðar-
unum var óført, tá ið Jón
Rói í 11. minutti hevði lagt
heimaliðið á odda. Hann
var leysur í brotsteiginum,
og mótstøðumenninir vóru
sannførdir um, at hann
hevði nýtt armin at stýra
bóltinum í málið. Tað var
dómarin ikki samdur við
teimum í, og so fekk mál-
verjin hjá Fremad Amager
fyrst gula kortið og síðani
reyða kortið fyri at mót-
mæla.
Andrew av Fløtum hevði
fyri fyrstu ferð í langa tíð
fingið møguleikan millum
teir fyrstu ellivu hjá Frem-
ad Amager. Men tá ið mál-
verjin var rikin av vøllin, og
tað var neyðugt at seta
eykamálverjan inn, varð
Andrew tikin av vøllinum.
Fremad Amager stóð seg
væl, hóast teir vóru tíggju
móti ellivu. Teir vóru leingi
frammanfyri 2-1, og tað var
ikki fyrrenn seint í 2.
hálvleiki, at Frem javnaði
við brotssparki.
Horsens var partur av
málleysum javnleiki á úti-
vølli móti Køge, sum
saman við Frem er kapp-
ingarneyti hjá Horsens og
SønderjyskE
til
uppflytingar plássini.
SønderjyskE styrkti um
sína støðu, tá ið teir vunnu
4-1 á heimavølli móti botn-
liðnum Dalum.
Í triði bestu deildini vitj-
aðu John Petersen og
Holsterbro
í
Lyngby.
Heimaliðið vann 3-0, men
Christian Lamhauge Holst
var
ikki
millum
mál-
skjúttarnar.
Jón Rói aftur málskjútti