Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-04, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 4. mai 2005 33 Skúlin við Ósánna Hesi tíðaravmarkaðu størv eru leys at søkja skúlaárið 2005/2006. Skúlin við Garðavegin • Eitt fulltíðarstarv sum lærari við undirvísing av næmingum við autismu fyri lærara í far- loyvi. Starvið er lønt samb. avtalu millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønar- flokki 18.1 - 27.4. • Eitt stuðulsstarv 20 tímar um vikuna við næmingum við autismu. • Eitt stuðulsstarv 15 tímar um vikuna við fjøl- brekaðum næmingi. • Størvini eru lønt samb. avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Skúlin við Ósánna • Eitt fulltíðarstarv sum lærari hjá næmingum við serligum tørvi fyri lærara í farloyvi. • Eitt fulltíðarstarv umleið 14 tímar um vikuna sum lærari hjá næmingum við serligum tørvi fyri lærara við niðursettari arbeiðstíð. • Størvini eru lønt samb. avtalum millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønar- flokkunum 18.1 - 27.4. Nærri fæst at vita um størvini hjá skúlastjóranum á tlf. 218373. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi mikudagin 18. mai 2005. Skúlastýrið við Ósánna v/Óluva Klettskarð, form. FO-700 klaksvík Søkt verður eftir pedagogi/- hjálparfólki Til Frítíðarskúlan í Runavíkar kommunu Frítíðarskúlin heldur til í gomlu læknahúsinum á Heiðavegi 22 Saltangará. Frítíðarskúlin er nor- meraður til 30 børn. Pedagogi 30 t um vikuna Starvið er fyri ein pedagog ið fer í barnsburðar- farloyvi frá 10. august 2005 til 30. juni 2006. Hjálparfólkið 20 t um vikuna Starvið er fyri eitt hjálparfólk ið fer í barnsburðar- farloyvi 10. august 2005 til 30. juni 2006. Vit ynskja at umsøkjarin: • er áhugaður at arbeiða við størri børnum • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur góð samstarvsevnir • hevur umsorgan og virðing fyri børnunum Starvið verður sett 10. august ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Lailu Weihe, leiðara, á tlf. 448594 lok. 12 ella tlf. 216630. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndum, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. mai. 2005 Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Heimarøktin Eysturoy – øki 3 Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri sjúkra- røktarfrøðingar fyri tíðarskeiðið juli og august 2005. Heimarøktin fevnir um alla sjúkrarøkt og heima- hjálp í øki 3, sum eru allar kommunur í Eysturoynni undantiknar Eiðis- og Sunda kommunur. Eisini verður arbeitt á 5 eldrasambýlum, sum eru í Fugla- firði, Leirvík, Gøtu, Skála og á Toftum. Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum. Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið føroyskir sjúkrarøktar- frøðingar. Umsókn við avriti av prógvi,autorisatión,saman við upplýsingum um arbeiðsroyndir, verður at senda til: Heimarøktin Eysturoy Postboks 47 Heilsmiðstøðin FO 620 Runavík Umsóknarfreist 20. mai 2005 Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til økisskrivstovuna tlf. 449249 Bahá’í Miðstøðin Opið hús Fríggjadagin 6. mai 2005 kl. 20.00 Øll eru vælkomin O sonur tilverunnar Kærleiki mín er borg mín; hann, ið fer inn hagar, er tryggur og uttan vanda, og hann, ið vendir sær burtur, skal vissuliga villast og glatast Bahá’u’lláh Lesið -so eru tit við! veitst tú ikki tað?