mikudagur 4. mai 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 83 - 4. mai 2005
Maskinmeistari
søkist
til Elfelagið SEV
Eitt starv sum maskinmeistari á Fossáverkinum í
Vestmanna er leyst at søkja til setan frá umleið
juni 2005.
Starvið:
Maskinmeistaraarbeiðið umfatar rakstur og hald
av Fossáverkinum, bæði sum dagarbeiði og sum
vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Undir Fossáverkinum hoyra eisini Mýru-, Heyga-
og Eiðisverkið, sum eins og vatnturbinan á Strond
verða stýrd frá Fossáverkinum. Talan er um til-
samans 7 vatnturbinuaggregat við einum saml-
aðum mátti upp á 28,4 MW. Harafturat stýrir vakt-
havandi á Fossáverkinum býtið av framleiðsluni
millum elverkini í meginøkinum, herundir eisini
Sundsverkið og Strond (lastfordeiling). Eisini er
vakthavandi á Fossá-verkinum koblingsleiðari fyri
háspenningsanleggini í meginøkinum.
Førleikakrøv:
Kravt verður, at umsøkjararnir hava fulla maskin-
meistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistara-
prógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv.
Lønin:
Starvið er lønt sambært 5.lønarflokk eftir sáttmála
millum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri framman-
undan.
Byrjunar- og endalønin í 5. lønarflokki er í løtuni
netto ávikavist kr. 23.234,37 og kr. 24.926,19 um
mánaðin. Harafturat verður goldið í eftirlønar-
gjaldi tilsamans ávikavist kr. 2.904,30 og kr.
3.115,77 um mánaðin.
Umframt nevndu løn kann roknast við vaktar-
gjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.
Umsóknir:
Umsóknir skulu saman við prógvum og møgu-
ligum ummælum verða send Elfelagnum SEV,
Postrúm 319,FO-110 Tórshavn og skulu vera SEV
í hendi í seinasta lagi hósdagin,tann 19.mai 2005.
Nærri upplýsingar:
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til Pól Joensen, verksmeistara á Fossáverkin-
um ella til Bjarka Hermansen, deildarstjóra á
Maskindeildini, báðir á telefon nr. 346800.
Tórshavn, tann 2. mai 2005.
Elfelagið
Pedagogur
Innan Heimarøktina og Serforsorgina, og stovnum
undir tí við fyribilstænastu á Sambýlinum á Líkna-
gøtu 1 í Saltangará, er eitt pedagog starv leyst til
setan 1. juni 2005 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40
tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast skal við
morgun-, kvøld-, náttar og vikuskiftisarbeiði.
Á Sambýlinum á Líknagøtu búgva 3. ungir menn
við autismu. Arbeiðið fevnir um at skipa gerandis-
dagin og frítíðina saman við teimum og verandi
starvsfólkum. Tað krevur m.a., at tú er førur fyri at
gera kropsligt arbeiði,ganga túrar,svimja,gera fim-
leik o.s.fr.
Løn- og setunartreytir:
Starvið er tænastumannastarv, sett sambært avtalu
millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið á
lønarstigi 24, 25, 27,28 og 30 til 33 eftir lønartalvu
frá 01.10.04
Starvsøkið umfatar eisini Sambýlið og Bústovnin á
Rúnarvegi 3 & 6 í Runavík,ið eru undir somu leiðslu
sum Sambýlið á Líknagøtu 1. Tí kann tann setti
eisini rokna við at fáa aðrar uppgávur, um tørvur
gerst á hesum.
Bert umsøkjara, sum hava lokið eina námsfrøðiliga
útbúgving verða settir í starv.
Umsóknarfreist
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum
og C.V.skulu verða stovninum í hendi í seinasta lagi
20 mai 2005 kl. 12.00
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á tlf. 226121
Umsóknir skulu stílast til:
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur 26
FO-600 Saltangará
Heimarøktin
Sandoyar øki
søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi
Fyri sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðarfarloyvi verð-
ur søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingi frá 1.juni 2005 ella
eftir nærri avtalu, til 31. august 2006.
Søkt verður eisini eftir sjúkrarøktarfrøðingum og
heilsurøktarum sum frítíðaravloysarir í tíðarskeiðn-
um 1. juni 2005 til 31. august 2005. Setunarbrøkir
eftir avtalu. Umsøkjarnir mugu kunna arbeiða í
skiftandi vaktum.
Heimarøktin Sandoyar Øki er ein skipan,har heima-
røkt, røktarheims- og sambýlis røkt og rakstur er
samskipað.
Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingi:
• Við røktarfakligum royndum.
• Sum hevur hug og hegni at samstarva við
ymiskar fakbólkar.
• Sum hevur hug og hegni at undirvísa og vegleiða
starvsfelagaðar, lesandi og næmingar.
• Sum hevur hug at starvast bæði inni á
bústovnum og úti í heimarøktini.
Vit kunnu bjóðað:
• Eitt spennandi og mennandi starv har arbeitt
verður tvørfakligt.
• Eitt starv við skiftandi avbjóðingum.
• Eitt starv í einum økið sum er í støðugari
menning.
Størvini verða lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
økisleiðaran Ásu Davidsen tlf. 213890 / 361749.
Umsókn við avriti av autorisatión, prógvum v.m.
verður at senda til:
Heimarøktina Sandoyar Øki, Àargarður
210 Sandur
Umsóknarfreist: 17. mai 2005