Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 5. mai 2005 5 Teitur spælir í Gøtu Teitur Lassen verð- ur við á G! Festival- inum í Gøtu í juli mánaði. Tað verður einasta konsert hjá honum í Føroyum í summar FESTIVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinastu dagarnar hev- ur G! Festivalurin kunngjørt fýra út- lendsk nøvn, sum skulu spæla á festival- inum í summar, men nú hava fyrireikararnir kunngjørt eitt føroyskt navn í rúgvuni. Talan er um ein tann fremsta føroyska tón- leikaran yvirhøvur, Teitur Lassen, sum seinnu árini hevur ferðast nógv við sínum tónleiki og hevur givið tónleik út hjá ameri- kanskum plátufelagi. Teitur Lassen spældi á fyrsta G! Festivalin- um, sum varð hildin í 2002, og hann hevur áður greitt frá, at hans- ara fyrsta framførsla var í Losjuni í Gøtu. Teitur hevur ikki nógvar konsertir í Før- oyum, og framførslan á G! Festivalinum verður tann einasta, sum hann kemur at hava í Føroyum í summar. Ternan skiftir farleið Seinastu vikurnar hev- ur Ternan røkt sigling- ina um Leirvíksfjørð, meðan Dúgvan hevur verið á beding. Men nú er Dúgvan farin aftur í sigling og røkir Leir- víksfarleiðina saman við Sam. Ternan er farin long- ur suður at sigla og skal í um leið tríggjar vikur loysa Teistan av í siglingini um Skop- unarfjørð. Teistin verð- ur næstu vikurnar á beding. ek Listastevnan í ár skal fyrst haldast, og so skal alt konseptið eftirmetast, áðrenn nakar nýggjur sam- skipari verður settur fyri Listastevnuna. Tað sigur stjórin Niels Halm, eftir at sam- skiparin hevur sagt upp LIST Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað verður fyribils eingin nýggjur leiðari settur fyri Listastevnu Føroya, hóast leiðarin hevur sagt seg úr starvinum og gevst í næsta mánaði. Tað sigur Niels Halm, sum er stjóri í Norðurlanda- húsinum. – Listastevnan í ár er væl fyrireikað, og vit hava fólk í húsinum, sum kunnu taka sær av uppgávunum í sam- bandi við stevnuna í ár, og tí fara vit at bíða við at seta ein nýggjan leiðara, til vit hava gjørt eina eftirmeting av Listastevnuni, sigur Niels Halm. Oddvá Nattested hevur verið samskipari av Lista- stevnu Føroya, men hon hevur sagt upp. – Hetta er fimta árið á rað, at skipað verður fyri Listastevnu Føroya, og eg haldi, at eg eri við at ganga aftur í sama spori. Tá man hevur eina slíka kenslu, er tíðin komin at siga til, segði Oddvá Nattestad við Dimmalætting í gjár. Hon fer úr starvinum um hálvan juni. Listastevnan skal eftirmetast Listastevnan í ár er tann fimta í røðini, og nýggi stjórin í Norðurlandahúsin- um heldur, at tíðin er komin at eftirmeta Listastevnuna. – Tað er púra natúrligt, at slík tiltøk verða eftirmett. Tá ið tiltøkini í ár eru farin aftur um, skulu vit kjakast um Listastevnuna. Vit skulu tosa um, hvønn veg vit skulu fara, um stevnan skal flytast til eina aðra árstíð, og um hon annars skal broytast. Eg haldi, at høvið er gott at gera hetta í sambandi við fimm ára jubileumið. – Tá ið vit hava gjørt hetta og eru komin til eina niðurstøðu, kunnu vit fara at hugsa um at finna ein møguligan nýggjan sam- skipara, sigur Niels Halm. Natúrlig gongd Stjórin heldur, at fyri tað um initiativið at skipa fyri Listastevnuni var gott fyri fimm árum síðani, skal tað ikki forða fyri, at ein eftir- meting verður gjørd av stevnuni, og tosa verður um hvørjar møguligar broyt- ingar skulu gerast. Er tað tann nýggi stjórin, sum er farin at rysta í træið? – Nei, tað er tað ikki. Vit skulu allatíðina eftirmeta okkara tiltøk, og tað skulu vit sjálvsagt eisini gera við Listastevnuni. Vit skulu altíð royna at fáa sum mest burtur úr tí, sum vit skipa fyri. Tí er hetta ikki nakað ruskarí hjá mær, men ein natúrlig gongd, sigur Niels Halm. Kantinan verður broytt Herfyri gjørdi stjórin í Norðurlandahúsinum av, at fólkini, sum hava arbeitt í kantinuni skuldu sigast upp. Hetta varð gjørt, tí at kantinan hevur verið rikin við halli, og tað kundi ikki halda fram. – Vit skulu brúka okkara pengar til mentan og list og ikki til at reka eina kantinu við halli. Tí skulu vit nú finna eina loysn á, hvussu kantinan frameftir verður rikin. Ein møguleiki er at lata onkran uttanífrá taka sær av kantinuni, sigur Niels Halm. Mentanardeildin hjá Klaksvíkar býráð hevur í góðum sam- starvi við Fróðskap- arsetrið fingið í lag, at fyrilestrar av Setrin- um verða hildnir uttan fyri høvuðs- staðin FYRILESTRAR Av heimasíðuni hjá Klaksvíkar býráð Tað verða hildnir nógvir áhugaverdir fyrilestrar á Setrinum og oftani liggur stórt fyrireikingararbeiði í hesum fyrilestrum. Eftir at teir eru hildnir, verður hild- ið, at teir í ov stóran mun verða »lagdir í skuffuna« ella koma í ov lítið øðrum norðanfyri Tórgarð til kunnleika. Tí var hildið skilagott, at fara at ferðast við fyrilestr- unum - Hetta verður so gjørt nú á fyrsta sinni í Klaksvík komandi týsdagin 10. mai har fyrilestur verður í býráðshøllini klokkan 20.00. Eisini verður í hesum sambandi skipað fyri tíð- indafundi um ferðandi fyri- lestrarrøðina, sum byrjar í Klaksvík - Hetta tiltakið verður eisini gjørt í sam- band við at Fróðskapar- setrið fyllir 40 ár fríggja- dagin 20. mai. Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa, saman við kunning- arstovunum í Suðuroy, á Sandi, í Vágunum, í Fugla- firði og eisini Mentanar- deildini hjá Klaksvíkar Býráð, sum kom við hug- skotinum, fyri fyrilestra- røðini "Setrið á ferð". Byrja í Klaksvík Fyrsti fyrilesturin í røðini verður í býráðssalinum í Klaksvík týsdagin 10. mai klokkan 20. Tá ferð Petur Zachariassen lektari í støddfrøði og hagfrøði á Náttúruvísindadeildini at halda fyrilesturin "Frá atkvøðum til tingsessir." Í fyrilestrinum fer Petur at royna at svara spurn- inginum hvussu eitt lut- falsligt tingmannabýti fæst í mun til atkvøðubýtið. Hesin greiði spurningur hevur einki einfalt svar. Fleiri útrokningarhættir hava verið nýttir í valskip- anum kring heimin. Hvat siga royndirnar og hvørji ástøðilig úrslit eru tøk um henda spurning? Í fyrilestrinum verður komið inn á, hvussu ting- mannabýtið verður funnið út frá atkvøðubýtinum, hvussu ymisk lond hava skipað seg við valdømum, tinggáttum, eykavaldum og øðrum viðurskiftum, sum hava týdning í eini valskip- an. Petur Zachariassen er útbúgvin støddfrøðingur frá Universitetinum í Århus og hevur starvast sum lekt- ari í hagfrøði og støddfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum síðani 1974. Skráin fyri fyrilestra- røðina er hendan: 11. mai 2005, Firouz Gaini: "Harmaljóð úr suðurlond- um". Fyrilesturin verður í Ovastovu í Havn kl. 20. 18. mai 2005, Malan Marnersdóttir: "Sjóvar- bóndin: fyrsta skrivandi skald okkara. Ólavur Trygvason í søgu og kvæði". Fyrilesturin verður á bókasavninum í Fugla- firði kl.20. 25. mai 2004, Jóan Pauli Joensen, "Grind og grinda- býti." Fyrilesturin verður í Pakkhúsinum í Bø kl. 20. Røðin verður tikin upp- aftur í oktober mánaði, tá ið okkurt um 30 fyrilestrar vera á skránni í Suðuroy, Sandoy, Tórshavn, Vágun- um, Fuglafirði og Klaks- vík. Listastevnan fær ongan nýggjan samskipara Fróðskaparsetrið til í Klaksvíkar Teitur Lassen, sum júst hevur vunnið fýra før- oyskar tónleikavirðis- lønir, spælir á G! Festi- valinum í summar Mynd: Jens Kr. Vang Í næstu viku verður fyrsti fyrilesturin í undir heitinum »Setrið á ferð« hildin í Klaksvík – Vit skulu allatíðina eftirmeta okkara tiltøk, og tað skulu vit sjálvsagt eisini gera við Listastevnuni. Vit skulu altíð royna at fáa sum mest burtur úr tí, sum vit skipa fyri, sigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum