Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 84 - 5. mai 2005 Orðklúgvarí um stjórnarskipan Fólkafloksfundur var í Miðlahúsinum týs- kvøldið, har lagt varð upp til kjak um før- oyska grundlóg ella stjórnarskipan. Løg- tingsmaður segði seg hava vón um polit- iska semju um grund- lógararbeiðið, nú uppskot er lagt fyri Løgtingið um broyt- ing í løgtingslóg um grundlógarnevnd LÓG & GRUNDLÓG & STJÓRNARSKIPAN Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Eitt panel varð mannað við millum annað fólki, sum á onkran hátt eru ella vóru knýtt at grundlógararbeið- inum. Poul Michelsen, løgtings- maður hjá Fólkaflokkinum, helt, at tað var umráðandi at fáa eina politiska semju um uppskotið til løgtingslóg um grundlógarnevndararbeiðið. Hetta uppskotið liggur í Løgtinginum í løtuni. Orðklúgvarí Tað er greitt, at spurningur- in um orð hevur verið týð- andi í hesum málinum. Jó- annes Eidesgaard, løgmað- ur, sum vegna Føroya Landsstýri hevur lagt fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd, hevur lagt eitt uppskot fram, sum broytir ymsar orðingar. "Grundlógarnevnd" skal broytast til "Stjórnarskipan- arnevnd" og "grundlóg" skal broytast til "stjórnar- skipan," umframt aðrar broytingar. Poul Michelsen heldur, at stríðið um orð kann for- koma einari møguligari politiskari semju um upp- skotið. - Ósemjan er bert orð- klúgvarí. Mann má lyfta seg upp um hetta orðklúgv- aríið og fáa eina semju í lag. Tað er tað, sum vit royna í løtuni, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður hjá Fólkaflokkinum. Poul Michelsen sigur, at fyrr í vikuni sá ikki so bjart út, men at hann nú hevur betri vónir um at fáa eina semju um grundlógarar- beiðið ella stjórnarskipan- ararbeiðið, sum skal halda áfram. - Tað snýr seg um at fáa eina semju um tað arbeiðið, sum er gjørt higartil og halda áfram við tí arbeið- inum, soleiðis at arbeiðið kann gerast liðugt innan ein ávísan tíðarkarm, sigur Poul Michelsen. Grundlóg og full- veldissamgonga Um broytingaruppskotið ikki verður samtykt á Føroya Løgtingi, so er tann gamla lógin um grund- lógararbeiðið framvegis í gildi. Í broytingaruppskotin- um stendur, at landsstýri heldur ikki, at nevndin á "nakran hátt skal vera bundin av sama leisti, sum grundlógarnevndin hevði." Tann leisturin er sum kunnugt fullveldisleisturin, sum táverandi samgonga hevði. Men í viðmerking í uppskotinum stendur eisini, at tað er nátúrligt, at nevnd- in nýtir arbeiðið hjá grund- lógarnevndini sum grundar- lag. Jóannes Hansen, samfel- agsfrøðingur og limur í grundlógarnevndini fram til 2002, segði á panelfund- inum, at arbeiðið var rætti- liga tengt at tí samgongu og tí ætlan, sum samgongan hevði aftaná 1998. Men, segði Jóannes Hansen, tað tóktist sum formansskapur- in í nevndini rættiliga tíð- liga royndi at leggja upp til eina tjóðskaparliga semju millum politisku flokkar- nar. Tað er henda semjan, sum Poul Michelsen mill- um aðrar roynir at fáa í lag á Føroya Løgtingi, sum fríggjadagin skal viðgera uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd. Hví er álitið komið? Kári á Rógvu, næstformað- ur í grundlógarnevndini, segði á panelfundinum, at roynt varð at finna ta tjóð- skaparligu semjuna, men samstundis eisini at betra um stýrisskipanarlógina, sum er samtykt á Føroya Løgtingi. Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni, segði hinvegin, at megin- parturin av okkara makt kemur frá heimastýrislóg- ini, og hon segði seg ikki skilja, hví grundlógarálitið er komið. Við hesum vísti hon á álitið, sum varð lagt fram á flaggdegnum í fjør. - Eg rokni ikki við, og vóni ikki, at hetta upp- skotið verður samtykt, segði Súsanna Danielsen, vísandi til uppskotið, sum liggur í Løgtinginum, og sum skal til viðgerðar fríggjadagin. Hetta er partur av orku- politikk- inum - Eg havi gjørt av, at Nólsoy verður tað økið, har vetni/vindverkætl- anin verður realiserað, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við orkumálum. - Hetta er ein partur av samlaða orkupolitikkin- um hjá landsstýrinum, har vit skulu útnytta alt- ernativar orkukeldur. Men hvør skal gjalda fyri verkætlanina í Nólsoy? - Tað verður ein kom- binatión av almennum kapitali og privatum kapitali. Tað kann hugs- ast, at norðurlendskir midlar koma upp á tal eisini, sigur Bjarni Djurholm, landsstýris- maður. Bjarni Djurholm sigur, at endaliga støða verður tikin í 2006, um verk- ætlanin skal realiserast fult út. -hkm Muligheder for forny- bare energisystemer og hydrogenteknologi i Vestnorden er ein verkætlan, sum Nord- isk Energiforskning stendur fyri, og sum hevur til endamáls at kanna møguleikarnar fyri í størri mun at nýta varandi orku- keldur í útjaðaranum av londunum í út- norði TÍÐINDASKRIV Oljufyrisitingin Orkunýtslan í hesum økj- um stavar í høvuðsheitum frá termiskari orku. Við høga oljuprísinum gerst spurningurin um veitingar- trygd sera átrokandi, og tí er alneyðugt at finna alter- nativ til dýru og dálkandi oljuna. Skilagóða loysnin er í størri mun at gagnnýta varandi orkukeldur - eisini út frá einum umhvørvis- sjónarmiði. Arbeiðið við verkætlanin byrjaði í 2003, úrslitið av fyrsta skeiðinum er ein kortlegging av orkustøðuni í Føroyum, Grønlandi og Íslandi og ein metan av alt- ernativum orkumøgu- leikum í umrøddu økjun- um. Næsta skeiðið fevnir um savnan av hagtølum, m.a. vindhagtølum, í eitt ár. Ta skeiðið byrjaði við fundi í Oljufyrisitingini týsdagin. Síðan skal støða takast til um ein royndarverkætlan skal takast í nýtslu. Niðurstøðurnar í frá- greiðingini frá fyrsta skeið- inum lata myndugleikarnar í londunum, sum eru við í verkætlanini, gera av hvar ætlanin skal fremjast. Í Nólsoy Landsstýrismaðurin í orku- málum hevur gjørt av, at vetni/vindverkætlanin skal liggja í Nólsoy. Ætlanin er at seta eitt royndarverk upp sum kann gagnnýta vindorku til streymframleiðslu, sum partvís kann nýtast bein- leiðis á el-kervinum og partvís til framleiðslu av vetni (hydrogen, brint) við einari prosess sum nevnist elektrolysa, har vatn verður skilt sundur í súrevni (oxy- gen, ilt) og vetni. Framleidda vetni kann goymast í trýst tangum og nýtast seinni til el-fram- leiðslu við at brúka brenni- kyknur (fuelcells, brænds- elsceller), sum kann síggj- ast sum tann øvugta pro- sessin av elektrolysu, við tað at vetni og súrevni (úr luft ella reinum súrevni) renna saman og burturúr hesum fæst ravmagn (el), hiti og vatn. Samlaða virkn- ingsgradin fyri eina so- vorðna hydrogenskipan er umleið 30 %, hetta merkir at brennikyknan kann fram- leiða umleið 30% av streyminum, sum fer inn í elektrolysuskipanina frá vindmylluni. Um hitin verður gagnnýttur kann virkningsgradurin økjast munandi. Vetni- og vindframleiðsla í Nólsoy Eini 50 fólk vóru møtt á kjakfundinum í Miðlahúsinum, har evnið var grundlógin. Tað var Havnar Framburðsfelag við for- manni Heðini D. Poulsen, sum skipaði fyri. Í panelinum sótu Kári á Rógvu, næstformaður í grundlógarnevndini, Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni, Jóannes Hansen, fyrrverandi limur í grundlógarnevndini, og Poul Michelsen, tingmaður og limur í grundlógarnevndini. Halgir Winther Poulsen var orðstýrari Mynd: Hans Kárason Mikkelsen