Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 5. mai 2005 7 - Vit høvdu hug at royna okkurt nýtt. Og tá so handilin skuldi seljast, tóku vit av, sigur Henny Rubek- sen, sum sjálv rekur handilin hjá Henny í Norðdepli HANDIL Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Bárður Norðdepil: Var tað ikki fyri handilin í bygdini, so hevði fólkið havt rættiliga langan veg til nærmasta handil. Í øllum førum hevði fólk- ið í Norðdepli havt fyri neyðini at farið í aðra bygd við bili. Nærmasti handil norðan- fyri er tann á Viðareiði, og sunnanfyri mást tú leggja leiðina annaðhvørt til Árnafjarðar ella Klaksvík- ar, um tú skalt til handils. Millum hesi støðini liggur so handilin í Norð- depli, ella handilin hjá Henny, sum tey nevna hann. Í ljósum og snotuligum handilshølum ber til at keypa alt tað, sum vanliga hoyrir til eitt húsarhald – líka við undantaki av tíð- indablaðnum Sosialinum. Men tað kemur kanska! Handilin hevur nógv ár á baki, men sjálv hevur Henny Rubeksen einans havt handilin í einar tveir mánaðir. - Vit høvdu hug at royna okkurt nýtt, sigur Henny, nú umboð fyri tíðindatæn- astuna eru komin á vitjan. Ætlaðu at selja Hóast Henny bert hevur havt handilin stutta tíð, so er líkt til, at fólk hava tikið væl undir við hesum virk- seminum. Ta løtuna, vit vitjaðu handilin, komu fleiri fólk inn á gátt fyri at keypa ym- iskt, tey høvdu brúk fyri. Fleiri teirra vóru børn, sum keyptu sær eitthvørt góðgæti og eina kalda sodavatn. Soleiðis virkar hesin handilin á ein hátt eisini sum kioskin í bygd- ini. At Henny yvirhøvur kom inn í føroysku handilsvinn- una var meiri av tilvild: - Ein dagin var maður mín farin at keypa í hesum handlinum. Og tá hoyrdi hann, at tey søgdu at handilin var til sølu. - Hann kom aftur til hús og segði tað so fyri mær, og vit byrjaðu at tosa saman um tað. Og so hildu vit bara, at vit skuldu royna hetta, sigur Henny. Vit verða avbrotin, tí nú kemur ein maður, ein kona og ein drongur inn. Tey ætla sær at keypa okkurt. Tey skifta orð við Henny, og síðani avgreiða tey síni ørindi. Tað er altíð tíð til eitt prát í handlinum hjá Henny. Royndir Hóast Henny nú situr við kassan í egna handli sínum, so er tað ikki fyrstu ferð at hon soleiðis avgreiðir kundar við ein kassa. - Eg havi arbeitt í Myln- uni í Havn í trý ár, men annars havi eg ikki verið í handli, sigur Henny. Tað kann tykjast sum ein stór avbjóðing at fara undir at reka ein handil í so lítlari bygd sum Norðdepli, har fólkagrundarlagið ikki er av tí størsta. - Vit høvdu bara hug at royna hetta – royna okkurt nýtt, sigur Henny, sum frammanundan hevði ar- beitt nakað á flakavirkinum í bygdini. Okkurt nýtt Tá ein fer undir nýtt virk- semi er altíð spennandi at vita, hvussu fólk taka undir við ætlanini. Og her hevur Henny upp- livað, at fólk hava verið sera fegin um henda gamla handilin við tí nýggja eigr- anum. - Vit royna at selja somu vørurnar, sum tey seldu áðrenn. Men vit hava so eisini okkurt nýtt. - Vit ætla ikki at leypa framav, men ynskja at byrja spakuliga, sigur Henny, sum er ættað úr Porkeri. Ikki blæur Inni í handlinum fæst alt tað, sum fólk vanliga hava brúk fyri í húsarhaldinum. Meðan vit vitja handilin ringir telefonin, og ein kona úr bygdini ynskir at bí- leggja sær eitt heilt rug- breyð. Henny hevur nevniliga lagt seg eftir at bygdar- fólkið eisini skal kunna keypa breyð í handlinum. Tí kemur nýbakað breyð í handilin tríggjar ferðir um vikuna. - Hetta vita fólk av, og tí ringja tey inn og bíleggja sær breyð, sigur hon. Eitt, sum barnafamiljur- nar brúka nógv, fæst kortini ikki í handlinum. Tað eru blæur til smábørn. Henny ætlaði í fyrstuni at veita kundunum hesa tæn- astuna við at selja blæur, men tær krevja rættiliga nógv pláss á goymsluni. - Eg spurdi konurnar í bygdini, hvørji sløg tær brúktu til síni børn. Tað vísti seg, at tær brúktu sera ymisk sløg, og tað kravdi sjálvandi nógv goymslu- pláss - Tað hevði so við sær, at eg avgjørdi ikki at selja tær sum er, sigur Henny. Handilin hjá Henny hevur alt Í handlinum fæst alt sum hoyrir til húsarhaldið, og tí vitja bæði børn og vaksin handilin - Vit ætla okkum ikki at leypa framav, sigur Henny Rubeksen, sum eigur einasta handilin í Norðdepli