Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 84 - 5. mai 2005 Í Dali skipa tey fyri kvøldsetum, har vitjandi sleppa at vera við í tí, sum gjørt verður. Eitt nú at karða og spinna. Og hevur tú hug at liggja nátt, ber tað eisini til FERÐAVINNA Edvard Joensen Sandoy:Tú kanst sleppa til eina kvøldsetu í Dali, drunnhvítatúr í Skálavík og so aftur til Dals at sova. Alt í einum, um væl vil til. Sandoyggjafólk hava ym- isk tilboð til ferðafólk, sum vitja oynna. Í Dali eru ym- isk tilboð til ferðafólk, sum koma til bygdina, greiðir Vilhelmina Larsen í Dali frá. Eitt nú tær kvøldsetur- nar, sum tey plaga at skipa fyri í Eiriksgarði, umframt at tað eisini ber til at fáa Ból og Bita í Dali. Eisini kunnu fólk leiga sær Eiriks- garð eitt nú eitt vikuskifti ella fyri tann skuld eisini mitt í viku. Bæði smærri familjur og størri bólkar, sigur hon. Hetta verður gjørt í sam- ráð við og eftir ávísing frá Kunningnarstovuni Heima á Sandi, greiðir hon frá. Samstarvið við Kunningar- stovuna riggar væl. Ætlanin er í summar at hava tríggjar kvøldsetur í Eiriksgarði, sigur Vilhelm- ina Larsen. Har sleppa fólk at síggja og royna, hvussu føroyskt ullaarbeiði fór fram í gamlari tíð, tá fólk sótu í roykstovuni og hugn- aðu sær, samstundis sum tað neyðuga arbeiðið vaðr gjørt. Børnini spældu á gólvin- um við tað, tey tá høvdu, og tað fara dalsbørn eisini at gera á hesum kvøldsetun- um, sigur hon. Tað verður í tí rætta um- hvørvinum, tí tey seta ein stovu upp við øllum tí, har var í gamlari tíð, grieðir Vilhelmina Larsen frá. Tey vaksnu fara at loysa úr lagdi. Nappa, karða spinna og binda. Og tí sleppa tey vitjandi eisini at luttaka í, greiðir hon frá. Tað skal ikki vera so, at fólk bara sita og hyggja at eini framsýning. Tey skulu luttaka aktivt. Ein stórur partur av kvøldsetunum í Dali er sangur. Felagssangur, sum teimum sjálvum dámar sera væl har suðuri. Og undir- spælið plagar at vera gott, tí spælimenninir eru frálíkir í Dali, láta tey at. Teimum dámar best at syngja úr Sangbók Føroya fólks. Sum vera man verður eisini farið upp á gólv. Og tað er Eiriksgarður sera væl egnaður til, siga tey, sum hava roynt at dansa í húsin- um. Matur fæst eisini. So sum smurt breyð, føroyskur drýlur við føroyskum við- skera, og um ynskist, kann eisini døgurði fáast. Eru tað so fólk, sum vilja liggja nátt, ber tað eisini til, sigur Vilhelmina Larsen. Hon hevur tað, sum út- lendingar kenna sum Bed & Breckfast, á føroyskum Ból og Biti. Flogfelag Føroya gev- ur gjørt samstarvs- avtalu við danska ferðavinnufelagið, Bravo Tours, sum vil hava føroyingar at ferðast suður eftir at sóla sær FERÐAVINNA Edvard Joensen Flogfelag Føroya er vorðið umboð hjá danska ferða- vinnufelagnum Bravo Tours í Føroyum. Tað ber í sær, at ferðir, sum gjørdar verða við Bravo Tours úr Føroyum, skulu keypast beinleiðis á skrivstovunum hjá Flogfelag Føroya í Havn ella á flogvøllinum í Vøgum. Í samband við avtaluna millum Bravo Tours og Flogfelag Føroya bjóðar danska felagið føroyingum tilboðsferðir til Svartahavið og út á Azorurnar í mei og juni maðnaða. 14. mei verður túrur gjørdur til bulgarsku Svartahavsstrondina í eina viku fyri. 4.650 krónur, sigur stjórin í Bravo Tours, Peder Hornshøj. 6. og 13 juni ber til at sleppa til Azorurnar í eina viku fyri 5.750,- krónur. Ferðirnar verða gjørdar úr Føroyum umvegis Keyp- mannahavn, og búð verður á fýrastjørnaðum hotelli. Peder Honshøj sigur, at ferðingin úr Danmark víð- ari suðureftir fyri tað mesta er við Maersk Air. Star Tour leggur seg í høvuðsheitinum eftir at selja charterferðir til sól- ríkar, suðurlendskar strend- ur. – Hetta tykist verða ein ferðaháttur, sum føroy- ingum dámar væl, sigur Peder Hornshøj, sum legg- ur afturat, at Bravo Tours longu hevur selt fleiri bólkaferðir til føroyingar, sum hava vitjað hesi frí- tíðarplássini sunnanfyri. Felagið hevur tó annað enn charterferðir til sól- strendurnar sunnanfyri, sigur stjórin í Bravo Tours. Eitt nú eru safari ferðirnar til Afrika eisni væl um- tóktar, letur hann at. Bavo Tours varð stovnað í Herning í 1999 og hevur høvuðssæti har, men er seinni víðkað við søluskriv- stovu i Keypmannahavn. Felagið nýtir flogfeløg á høgum støði so sum Maersk Air og Sterling, sigur stjórin. Flogið verður suðureftir úr Keypmanna- havn, Billund og Aalborg ella somu lufthavnum, sum Atlantsflog flýgur til úr Føroyum, sigur hann. Bravo Tours hevur ferða- leiðara, sum tosar danskt, á øllum støðunum, tey senda ferðafólk til. Nógv tann størsti partur- in av tí, felagið selur, eru charterferðir, sigur sjtórin. Ikki fyrri enn 98 prosent av søluni eru slíkar ferðir. – Hetta passar væl til ferðamynstrið hjá Føroy- ingum, sigur Peder Horns- høj, sum vísir á, at føroy- ingum dámar væl at ferðast i felag, eitt nú við charter- ferðum, har ferðaleiðari er knýttur at. Tað er tryggleik- in, sum telur, sigur hann. Danir dyrgja eftir føroyingum Tað eru nógv vøkur støð at vitja sunnanfyri Geva gamlari mentan nýtt lív Vilhelmina Larsen er ein teirra, sum í summar fer at skipa fyri kvøldsetum í Dali. Eisini tekur hon ímóti ferðafólki, sum ynskja at gista í bygdini Mynd: Edvard Joensen