Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 84 - 5. mai 2005 Tá undirsjóvartunnilin til Vágarnar var samtyktur, so var avgjørt, at landið skuldi stovnseta eitt partafelag, sum skuldi byggja og reka tunnilin. Hetta konseptið var fyrstu ferð, at vikið var frá prinsippinum um at landsvegir skulu fíggjast yvir skattin á einum samhaldsføstum grundarlagi. Vágatunnilin er partfíggjaður við brúkaragjaldi, uttan tó at landskatturin varð lækkaður, sum hann prinsipielt átti at gjørt. Um oyggjarvegurin var fíggjaður eftir sama leisti, so hevði eingin havt ráð at koyrt á honum nakrantíð. Norð- oyartunnilin er á veg, og um brúkarnir av hesum tunnli skulu gjalda líka stóran part av tunnilskostnaðinum, so verður dýrt at nýta hendan tunnil. Um ein framtíðar Sand- oyartunnil, fyri ikki at tala um ein Suðuroyartunnil, skal fíggjast eftir sama leisti, so verður tað helst bíligari at fara til Danmarkar, enn at koyra ígjøgnum tunnilin. Vit kunnu hyggja at P/F Vágatunnilin, sum eitt eksperi- ment. Hvussu er hetta eksperiment hyldnast? Tunnilin var gjørdur rættiliga skjótt, og er helst væl gjørdur, men hvussu logiskt er tað, at sama felag, sum stóð fyri bygg- ingini skal reka tunnilin? Ein skipasmiðja byggir skip, men rekur tey ikki aftaná. P/F Vágatunnilin vísti skjótt, at hetta felag ikki hevði nógv skil fyri, hvussu fólk ferðaðust. Ferðafólkatalið var kraft- iga undirmett, hóast ferðslulop er eitt vælkent fyribrigdi, tá betringar í ferðslumøguleikum henda. Síðani var ein innkrevjingarskipan keypt, sum ongantíð riggaði. Hesir burturspiltu pengar hava ongar avleiðingar fingið. Heldur ikki tykist tað fáa nakrar avleiðingar, at man alment tosar um at kontakta bileftirlit í øðrum londum fyri at krevja inn gjald frá útlendskum bilum. Hevði man frammanundan ein varhuga av, at tað var innefektivt at hava eina umsiting fyri hvønn tunnil, so váttaði eitt slíkt útsagn henda var- huga. Tað er at vóna, at man gongur burtur frá, at skattgjaldarin skal gjalda fleiri almennum feløgum fyri at gera sama slag av arbeiði. Vit hava Landsverk, ið viðlíkaheldur alt vega- netið við undantak av Vágatunnilinum. Vit hava Strand- ferðsluna, ið krevur pengar inn, har fólk skulu gjalda fyri ferðing sjóvegis ella um land. Hví skulu vit hava eitt tunnilspartafelag, sum ger tað sama sum áðurnevndu stovnar? Um man fastheldur prinsippið um brúkargjald, so er upplagt, at hava manuella innkrevjing, sum eitt nú Strandferðslan kundi staðið fyri. Hetta hevði óivað verið bíligari, og er ein upplagdur kandidatur til vard størv hjá tí almenna. Tað besta hevði sjálvandi verið at tikið alt konseptið um brúkaragjald á landsvegum til nýggja diskussión. Tað fer einki av politikarum, um teir viðganga, at brúkaragjald var ein feilur, og broyta kós. Hetta snýr seg ikki um Vága- menn fáa ella ikki, men um allar skattgjaldarar í Føroyum. Tí leggur man eitt prinsipp um brúkaragjald á lands- vegum, so verður hetta fyri alt landið í framtíðini. Skatt- urin fer ikki at minka, hóast hetta, tí peningurin verður bara brúktur til okkurt annað. Er hetta ynski skatt- gjaldarans? DAGSINS MEINING Sosialurin P/F Landsvegastubbi VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Abraham Mikladal Hast verk er last verk, sig- ur orðatakið. Tí er tað sera ódámligt og ræðandi, at tvey álvarsmál nú skulu skundast ígjøgnum á tingið. Annað er "Upp- skot til lóg um altjóða- rættarligu sáttmálar Før- oya landsstýris at gera" og hitt er "Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om Færøerenes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler"" Skundurin er so stórur, at tað helst ikki skal vera stundir til at lesa hvat stendur í hesum lógum, og enn minni at kjaka tað. Fleiri hava borði upp á mál, at her ruggar ikki rætt, og ógreiðan er so stór, at fleiri serfrøðingar í altjóða viður- skiftum ivast stórliga í, um hetta ikki er mønustingurin hjá sjálvbjargnis- og sjálv- stýrisstríðið føroyinga, tey næstu 100 árini. Alt sum er farið fram seinastu tíðina, fyrst allar hesar undirskrivingarnar og nú hesi lógaruppskot, sigur okkum, at her ruggar ikki rætt, okkurt liggur undir. Ein lítil vón var, tá ver- andi samgonga var skipa, at fólkaflokkurin var við, hann mundi fara at tryggja at ongin vanlukka hendi á sambandsleið, men henda vón er so dyggiliga gjørd til skamma, tí fólkaflokkurin tykist vera ein sera líkasæl- ur við spælari hjá sam- bands samgonguni. Hvar er tað radikala sjálvstýri? Støðan í dag líkist óhugnaliga nógv støðuni um tað mundi, tá "loysing" hevði vunnið á fólkaat- kvøðuni, og samráðingar vórðu tiknar upp av nýggj- um við donsku stjórnina. Tá lat danska stjórnin gera eitt undirskjal nevnt "Moti- vering", sum donsku em- bætisfólkini høvdu við sær. Vit skulu minnast til, at tað um hetta mundi var al- neyðugt hjá dønum at vinna sær undirtøku í Føroyum, men ikki minst at káva útyvir, ella leggja royktám útyvir tað beistagerð teir høvdu framt móti føroyska fólkinum, við ikki at viður- kenna úrslitið av fólka-at- kvøðuni. Nú skuldi málið gloymast. Og hvør skuldi hjálpa. Jú, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin. Her er ein endurtøka burturúr hesum nevnda undirskjali, nevnt "Moti- vering": Kelda: Bókin "Kilder til Færøernes og Grønlands Historie". "Med en tilstrækkelig fast, men samtidig rund- haandet Politik vil Lag- tingspartierne og da navnlig Folkeflokken, som af Erhversmæssige Grunde, og Socialdemo- kratiet, som af sociale Grunde ønsker dansk kapital til Øerne, efter- haanden kunne indse, at kun ved at vide en for- staaende og venlig Hold- ning overfor Danmark vil de opnaa den økonom- iske Hjælp, som de ønsk- er, ligesom de vil indse, at den Loyalitet, som Ordningen forudsætter, ikke blot skal udvises officielt, men ogsaa i Partiernes Presse og paa deres Møder. .. Paa Linie med Tanken i nærværende Lovudkast vil en saadan Fremgangsmaade for- melt være en Imødekom- melse til Selvstyreønsk- erne, men reelt vil det bevirke en social- og er- hvervspolitisk Kamp indenfor de færøske Par- tier om disse Midlers rette Anvendelse". Endamálið var at brúka før- oysku flokkarnar, at "be- virke en sosial- og er- hvervspolitisk kamp" so- leiðis at allar sjálvstýris røddir skuldu tagna í føroyskum politikki. Og tær flestu tagnaðu. Bara Tjóðveldisflokkurin helt og heldur fast við stríði fyri einum sjálvbjargnum og frælsum Føroyum. Hetta er ikki einasta prógvi um, hvussu danska stjórnin brúkti føroysku flokkarnar, til at styrkja vald sítt í Føroyum. Eitt annað dømi, sum eisini er vert at nevna, er tá Javnaðarflokkurin fekk fólkapensjónina at egna við. Her finnast eisini skjøl sum prógva at hetta var ein væl tilrætta løgd ætlan, ið Javnaðarflokkurin skuldi føra ígjøgnum í Føroyum, og aftur hesaferð var tað fyri at teppa sjálvstýris- rørsluna. Í dag hava danir aftur brúk fyri Javnaðarflokkin- um og Fólkaflokkinum. Nú er tað tí, at Danmark vant- ast at siga ja, til ES grund- lógina. Danska stjórnin veit væl, at tað eru ógreið løg- frøðilig viðurskifti millum Føroyar og Danmark. Hetta krevur, at tað verða knýttir nakrir nýggir knútar land- anna millum. Teir hava hoyrt røddirnar úr Føroy- um, ið siga, at føroyingar vilja yvirtaka øll málsøkið, tá danir lata síni fara til Brüssel. Um 50 ár, fara vit enn eina ferð at lesa skjøl, ið prógva hvussu danir nú lumpaðu føroyingar. Hvussu teir fingu Løgting- ið at samtykkja mál, ið tryggjaðu donsku stjórnina ímóti at skula lata málsøkir av hondum, ið hava avger- andi týdning fyri Danmark sum hjálandaveldi, og at tað vóru Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin sum vóru teir flokkar, ið gjørdu tað skitna arbeiði. Alt hetta fær ein at hugsa — hvat munnu teir fáa afturfyri? Er tað nóg mikið hjá fólkaflokkinum at fáa slanguna í landskassan eftir studningi til privatu vinn- una? Og hvat man Javnað- arflokkurin fáa afturfyri? - livst so spyrst. Tað hevði sømt seg betur fyri allar partar, um teir lótu allan henda iva koma Føroyum og Føroya fólki til góða. Vælsignaðir bíðið við at taka so stórar avgerðir, yvir háls og herðar, tað skapar ótryggleika, og tað sømir seg ikki at fara fram, á ein so ódemokratiskan hátt. Hvar eru tær radikalu sjálvstýriskreftirnar?