Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 5. mai 2005 11 Drepandi sjúka Nýggj hagtøl hjá ST vísa, at sjúkan malaria krevur meiri enn eina millión mannalív á hvørjum ári. Harum- framt verða ímillum 300 og 500 milliónir fólk smittað av malaria um árið, og teir flestu til- burðirnir eru í Afrika. ST sigur, at tað eru yvirhøvur børn, sum fáa malaria, og serliga ringt er i londunum sunnan fyri Sahara. Umleið 90 prosent av teimum, sum verða smittað har, eru børn yngri enn fimm ár, og nógv teirra doyggja. Sambært tølunum krev- ur malaria tvey manna- lív hvønn einasta minutt. Tey seinastu árini hava heilsumyndugleikarnir í nógvum londum havt ilt við at basa malaria, tí tað hevur víst seg, at heilivágur, sum fyrr kundi steðga sjúkuni, hevur ikki somu ávirkan longur. Clinton eftir barnafiti Fyrrverandi ameri- kanski forsetin Bill Clinton heldur, at alt ov nógv børn og ungfólk í USA eru ov feit, og tað hevur hann sett sær fyri at gera nakað við. Í hes- um døgum ferðast Clin- ton ímillum skúlar, har hann greiðir børnum og ungum frá, hvussu um- ráðandi tað er at eta sunnan mat. Sjálvur var hann ov feitur, tá hann var ungur, og hann dylir ikki fyri, at tað komst av ov nógvum ósunnum mati. - Sum barn var eg ov feitur, og tað hevur volt mær trupulleikar at kalla alt lívið, sigur Clinton. Men í dag er tað alt ov vanligt, at børn og ung eru ov feit, sigur hann. - Sannleikin er børn hava ongantíð etið so nógv sukur og feitan mat sum nú. Hetta mugu vit gera okkurt við, tí tey, sum í dag eru skúla- børn, skulu helst liva, til tey eru 90, segði Bill Clinton við børnini á einum skúla í býarpart- inum Harlem í New York fyrradagin. Clinton fær góðan stuðul frá teimum amerikonsku hagtølun- um, tí tey vísa, at talið á børnum í USA, sum eru ov feit, er meiri enn tví- faldað tey seinastu 25 árini, og at í dag hava umleið 16 prosent av øllum amerikonskum børnum trupulleikar við fiti. Kongur fær uppreisn Myndugleikarnir í Ru- menia hava samtykt, at fyrrverandi kongurin Michael og hansara eftirkomarar skulu fáa 350 milliónir krónur í endurgjaldi fyri ognir, sum kommunistarnir løgdu hald á. Rumenska tjóðarting- ið samtykti endurgjaldið týsdagin, men atkvøðu- greiðslan var tepur. Samtyktin sigur eisini, at Michael og eftirkom- arar hansara skulu hava atgongd til øll slott og aðrar ognir, sum kongs- húsið átti, og sum í dag verða brúkt sum væl vitjað ferðamannastøð. Endurgjaldið umfatar eisini 43 málningar, sum kongshúsið átti, men sum eru horvnir. Summi vilja vera við, at pápi Michael, Karl kongur, tók málningarnar við sær, tá hann flýddi úr Rumenia í 1940, ella at Michael tók teir við sær, tá hann fór av landinum sjey ár seinni. Tað hava teir avsannað, og flestu rumenar halda eisini, at málningarnir hvurvu, meðan kommunistiski einaræðisharrin Nicolae Ceausescu sat við ræðið frá 1947 til 1989. Eingin royking í bilinum Týskir politikarar skjóta nú upp at banna fólki at roykja, meðan tey koyra bil, tí eftir teirra tykki er roykingin vandamikil fyri trygdina. Sosialdemokratiski tingmaðurin Peter Danc- kert sigur við Reuters, at talan er um eitt ferðslu- trygdarmál, tí tað er eingin ivi um, at vandin fyri vanlukkum er nógv størri, tá bilførarar roykja. Tað sama sigur tann konservativa Katerina Reiche við blaðið Bild Zeitung, og hon tekur undir við at banna bil- førarum at roykja. Eftir hennara tykki er eitt tílíkt forboð líka náttúr- ligt sum tað at banna fólki at tosa í fartelefon, meðan tey koyra. - Sigarettin órógva bilføraran líka nógv sum fartelefonin, og tí eiga vit at hava eina lóg, sum gevur fólki bót fyri at roykja, meðan tey koyra bil, sigur Katerina Reiche. Eru veljarakanning- arnar eftirfarandi, heldur Tony Blair fram eftir parla- mentsvalið í dag VAL Árni Joensen fartekst@mail.dk Spurningurin er ikki, um arbeiðaraflokkurin vinnur bretska parlamentsvalið í dag, men hvussu stórur sigurin verður. Í gjár bendu veljarakanningar á, at sig- urin verður størri, enn aðrar kanningar hava víst. Í einari kanning hjá blaðnum Times fekk Labour 41 prosent av atkvøðunum, teir konserva- tivu 27 og liberaldemo- kratarnir 23 prosent. Síðani at ein bretskur hermaður lat lív í Irak fyri nøkrum døgum síðani, hava teir konservativu end- urtikið skuldsetingarnar um, at Blair leyg fyri bretska fólkinum, tá hann gjørdi av at fara í kríggj við Saddam Hussein. Eygleið- arar í London søgdu við Reuters í gjár, at hetta kundi kanska flyta nakrar atkvøður, og Gordon Brown, fíggjarmálaráð- harri, ávaraði veljarar hjá Labour ímóti at venda flokkinum bakið, tí tað kann geva teimum kon- servativu valdið. Sjálvur hevur Blair sagt, at hansara mótstøðumenn tosa bara um Irak-kríggið, tí teir vita einki annað at tosa um. Teir átu heldur at tosa um skúlaverk, heilsu- verk og annað, sum hevur týdning fyri framtíð Bret- lands, sigur hann. Útlendskir eygleiðarar í Bretlandi siga, at Tony Blair fer at vinna valið í dag, tí hinir flokkarnir hava ongan, sum kann bjóða honum av. Tí er tað ikki bara Blair, sum vinnur, men kanska líka nógv hinir, sum tapa, siga teir. Summir teirra halda, at tað mest spennandi við valinum er, hvussu væl liberaldemo- kratarnir fara at standa seg, tí tað styttist altsamt ímill- um teir og tann konserva- tiva flokkin. Í Danmark krevja bæði lærarar og næmingar nýggjar søgubøkur, sum skulu siga sanleikan um viðurskiftini í Dan- mark undir seinna heimsbardaga SØGA Árni Joensen fartekst@mail.dk Í teimum donsku skúlabók- unum verða viðurskiftini ímillum danir og týskarar undir seinna heimsbardaga vanliga umrødd sum ein søga um hetjur og brots- menn, men tey seinastu árini hava søgufrøðingar og onnur víst á, at hetta er ikki meiri enn hálvur sann- leikin. Í veruleikanum var tætt samstarv ímillum Dan- mark og Nazitýskland á fleiri økjum, og eitt nú for- vann danski landbúnaðurin nógvar pengar burturúr at útvega týska herinum yms- ar matvørur. Lene Rasmussen, sum er formaður í felagnum hjá donsku søgulærarunum, segði við blaðið Metro- Express í gjár, at nógvir skúlar brúka søgubøkur, sum eru tjúgu ára gamlar, og tí siga tær einki um tað, sum granskarar hava av- dúkað síðani. - Hetta ger, at næming- arnir fáa eina ljósareyða frásøgn frá luti Danmarkar í krígnum, sjálvt um vit vita, at hetta var ikki so. Formaðurin í danska næmingafelagnum, Alex- ander Petersen, er heldur ikki nøgdur við skúlabøk- urnar. Hann sigur við MetroExpress, at upplýs- ingarnar í skúlabókunum eru beinleiðis skeivar og siga bara helvtina av sann- leikanum. Fleiri danskir politikarar hava eisini gjørt vart við, at tað er umráðandi at geva fólki eina rætta mynd av tí, sum hendi í Danmark undir hersetingini frá 1940 til 1945. UTTAN ÚR HEIMI Hann heldur fram Skúlabøkurnar siga ikki sannleikan um Danmark í seinna heimabardaga Mynd: Reuters Lesið Sosialin - so eru tit við