Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 84 - 5. mai 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Andrew Thomsen 80 ár Í gjár 4. mei, fylti Andrew Thomsen, vanliga nevndur Andrew í Skemm í Porkeri 80 ár. Sum navnið sigur, er Andrew føddur í Skemmuni í Porkeri sum nr. 10 av 11 systkjum. Foreldrini hjá Andrew vóru Johan Thomsen úr Gloppinum í Fámjin og Anna, fødd Djurhuus, úr Skemmuni í Porkeri. Har var nógv at takast við, bæði við seyði, neytum, hoygging og torvarbeiði, so longu frá barni av, visti hann, hvat tað var at arbeiða. Sum hálvvaksin drongur fór Andrew til Klaksvíkar at ganga í millumskúla, har hann búði hjá systur síni Didduni, ið var gift við Niels Vang. Tá hann var liðugur at ganga í skúla í Klaksvík, fór hann til Havnar á preliminærskúla. Eftir lokna skúlagongd kom Andrew suður aftur og fór at arbeiða sum skriv- stovumaður hjá Diasi í Vági. Hetta arbeiðið røkti hann, til hann í 1953 tók yvir handilin, sum pápi hansara hevði í Porkeri. Skemmuhandilin var úthandil hjá Garðamonnunum. Garðamennirnir keyptu fiskin frá útróðrarmonnunum í Porkeri, so tá Andrew var liðugur í handlinum fór hann á keiina at viga fisk. Nógvir vóru bátarnir, ið róðu út, so mangan var hann á keiini til langt út á náttina, og tíðliga á morgni bleiv hann útpurraður, tí útróðrarmenninir skuldu hava útgerð, áðrenn teir fóru til útróðrar aftur so sum agn, húkar nylon, lodd og bensin. Tá ið líkindi ikki vóru at fara til útróðrar, var handilin eitt savningarstað fyri bygdarmenninar, har tey nýggjastu tíðindini vóru havd á lofti, og mangar søgur- nar sagdar til langt út á kvøldið. Í 1970 yvirtók Andrew handilin frá Garðamonnunum, og helt hann á í samfull 50 ár, til hann gavst í 2003, og tann tá 105 ára gamli handilin bleiv stongdur, sum tann seinasti av teim gomlu handlunum í Porkeri. Tá var Andrew 78 ára gamal. Í 1950 giftist Andrew við Fridu, f. Olsen úr Vági, dóttir Metu og Palla Olsen í Toftalíð. Saman settu tey búgv í Porkeri, og eiga tey 4 børn: Johan, tvíburðarnir Annu og Metu og Jónhild. Johan býr í Danmark, Anna býr í Porkeri og er gift við Lars Djurhuus, Meta býr í Tórshavn og er gift við Hans av Fløtum, somuleiðis býr yngsta dótturin Jónhild í Tórshavn og er gift við Brian Rasmussen. Andrew eigur 12 abbabørn og 3 langabbabørn. Andrew hevur verið hollur stuðul í samkomuni "Betania" í Porkeri, har hann er virkin sum organistur, og hevur hann verið tað frá ungum árum av. Trúfastur hevur hann verið í hesum arbeiði, og vil Harrin løna honum fyri tað. Tað, sum hevur eyðkent systkini í Skemmuni, er góða samanhaldið, og hava tey altíð tosað við virðing um hvørt annað. Av teimum 10 systkjunum hjá Andrew eru 4 á lívi: Sigrid, ið býr í Porkeri, Astrid, Elsa og Hansemann, ið búgva í Tórshavn. Andrew hevur stóran alsk til tónleik, og hevur sangur og spæl verið ein stórur partur av lívi hansara. Tað er ikki dagur, har hann ikki situr við klaverið og syngur og spælir, og dámar honum sera væl at læra seg nýggjar sangir og løg. Sjálvur hevur hann gjørt fleiri løg, og hevur týtt og yrkt onkrar sangir. Gestablídni hevur eyðkent heimið hjá Andrew og Fridu, og eru tað mong, bæði úr Føroyum og uttanlanda sum hava notið gott av teirra gestablídni. 80 ára føðingardagin vóru Andrew og Frida saman við børnum/svigarsynum og barnabørnum. Í mai mánað, fer Vígdis Sigmundsdóttir, av Stykk- inum, at hava listafram- sýning í Leikalund. Vígdis er fødd í 1934 og er dóttir navnframa lista- málaran Sigmund Petersen, sála. Hon er upprunaliga útbúgvin sjúkrasystir og innandurarkitektur, men hevur tey seinastu árini arbeitt við list burturav. Hon hevur altíð teknað og málað nógv, men nú fæst hon mest við pappírsklipp, og tað er pappírsklipp, hon borðreiðir við í Leikalund. Hon hevur sín egna ar- beiðshátt og fær nógva inspiratión frá tí føroysku náttúruni, sum hon býr mitt í. Henni dámar øgiliga væl tað skiftandi veðrið og ljósið, og allarbest tá sólin gevur henni skuggar at arbeiða við. Av listaframsýningum uttanlands kunnu nevnast, at hon hevur sýnt fram í Verksted Galleriet í Adel- gade í Randers, Hedehus- ene ved Roskilde, Hellig- åndshuset í Randers, Galle- rie Sct. Gertrud, Kultur- huset Førde og Hyllestad í Noreg. Í Føroyum hevur Vígdis sýnt fram list í Mentamálaráðnum, Smiðj- uni í Lítluvík, Lion’s Club í Tórshavn og Eysturoy, Føroya Sparikassa, SMS, umframt at hon hevur sýnt fram á Norðoyastevnu fleiri ferðir. Allan mai mánaða fáa klaksvíkingar høvi at síggja verk hjá Vígdis Sigmundsdóttir í Leikalund. Framsýningin er opin gerandisdagar millum 10.00-17.30, fríggjadag 10.00-19.00 og leygardag 10.00-14.00. ave Vígdis Sigmundsdóttir í Leikalund Andrew saman við konuni Fridu www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Hann hevur luttikið á mongum framsýning- um áður. Og komandi dagarnar fer Hilmar J. Højgaard úr Salt- nesi at sýna fram 30 málningar í Smiðjuni í Lítluvík MÁLNINGAR Snorri Brend Havn: Hilmar hevur verið við á flestu Lions C. Eyst- uroy páskaframsýningum, og hann hevur eisini verið á Lions C framsýningum á Ólavsøku. Umframt hesar, hevur hann havt fleiri sjálvstøð- ugar framsýningar m.a. í fjør í Smiðjuni í Lítluvík og hevur hann eisini sjálvur annar havt framsýning í Leikalund í Klaksvík. Seinni í summar skal Hilmar sýna fram í Íslandi. Við á framsýningini eru 30 nýggir akrylmálningar, sum avmynda føroyska landslagið, bátin og menn- iskja. Framsýningin letur upp fríggjadagin 6. mai kl. 15 og er opin til og við 11. mai. Opið er allar dagar frá kl. 15-19, tó leygardag eis- ini frá kl. 10 – 13. Hilmar framsýnir í Havn