hósdagur 5. mai 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 5. mai 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðarpør-
um, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Viku-
skiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsanir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Dagurin
5. mai – Kristi Himmalsferðardagur. Dagurin eitur
Gotthard, deyður í 1038. Abbati og biskupur í
Hildesheim. Týskt navn, samansett av orðunum fyri
Gud og harður.
Kristi Himmalsferðardagur er 40 dagar eftir páskir,
og 10 dagar fyri hvítusunnu.
Teir seks sunnudagarnir eftir páskir hava eins og
sunnudagarnir í føstu serstøk latínsk nøvn í álmanakk-
anum.
6. mai. Dagurin eitur Jóhannes fyri borgliði
(Johannes ante portam). Dagurin hildin til minnis um
at ápostulin Jóhannes varð illa píndur uttan fyri
borgliðið Porta Latina í Róm. Hann komst undan, men
varð seinni rikin í útlegd út á oynna Patmos.
Jóhannes Patursson varð føddur hendan dagin í
1866, og Hans Andrias Djurhuus doyði hendan dagin
í 1951.
25 ára starvsdag
við Vága Floghavn
Tann 9. mai 2005 hevur
Sune
Hentze
Johansen
verið í starvi við Vága
Floghavn í 25 ár.
Hann byrjaði 9. mai 1980
hjá Flogfelag Føroya – í
juli 1992 fór hann í starv
hjá Atlantic Airways, har
hann starvast enn.
Í frítíðini fæst Sune við
mangt og hvat. Honum
dámar væl at ganga úti í
nattúruni. Hann er haga-
maður
í
hagapartinum
Sund í Sandavági. Av og á
koyrir
hann
eisini
Ambulansuna í Vágum, og
sunnudagar
sæst
hann
renna runt við floytuni, har
hann millum annað dømir
1. deildar fótbólt.
Sune er sørvingur, sonur
Hentza
og
Andreu
Johansen úti í Geilini, har
hann er triðelstur av seks
systkjum.
Í 1989 flutti hann til
Sandavágs at búgva. Hann
er giftur við Belindu, og
eiga tey tveir dreingir,
Hørður og André.
Vit
ynskja
honum
hjartaliga
tillukku
við
degnum og góða eydnu í
framtíðini.
Í dag, 5. mai, verður Johan
Evensen
sjeyti.
Johan
Evensen er ættaður úr
Havn, sonur Johan Even-
sen, betur kendur sum
Spinnarin, og Berghild
Evensen Arge, fødd Dam,
úr Skopun.
Johan vaks upp í Lágabø
í Havn, ella rættari í Gamla
Hospitali, har hann varð
føddur. Pápin, sum átti
spinnaríið í Sandá, sum í
dag hýsir møblahandlinum
Eikini, keypti ognirnar hjá
hospitalinum, tá Dronning
Alexandrines Hospital varð
tikið í nýtslu í 1924. Spinn-
arin hevði ætlanir um ann-
að handilsvirksemið við
fiski. Hann seldi spinna-
riíð, men gjørdist sjúkur
stutt eftir, og doyði í Keyp-
mannahavn
eftir
langa
sjúkralegu í oktober í 1935,
fimm mánaðir eftir, at
Johan varð føddur. Johan er
tí uppkallaður eftir pápan-
um, og hann varð doyptur
sama dagin, sum pápin fór
til gravar. Spinnarin er tann
fyrsti, sum er grivin í
nýggja kirkjugarðinum við
Velbastaðvegin í Havn.
Umframt Johan áttu Berg-
hild og Spinnarin eina dótt-
ur, Anna (1927-85), sum
var gift við Gunder Johan-
sen, seinni Schiller, skradd-
ara og handilsmanni í Havn
(1925-86).
Johan Evensen býr í
Lynge í Danmark. Hann
hevur verið í Danmark síð-
ani hann í 1953 fór í læru
hjá B&W sum maskin-
smiður. Eftir lokna útbúgv-
in í 1957 arbeiddi hann eitt
stutt skifti sum sveinur, til
hann fór at lesa verkfrøði.
Hann
tók
prógv
sum
maskinverkfrøðingur
í
1961, og fór tá í starv hjá
ráðgevandi verkfrøðingafe-
lagnum Birch og Krogboe,
sum eitt nú var við til ar-
beiðið, tá Landssjúkrahúsið
í Havn var bygt í seksti-
árunum. Í 1961 fór hann í
starv hjá Heto, sum fram-
leiðir útgerð til laboratorii,
sjúkrahús o. a. Har var
Johan
køliverkrøðingur.
Hann fór frá fyri aldur, tá
hann var 65 ár.
Eftir barnaskúlan fór
Johan í Realskúlan í Havn í
1947. Men av tí at hann
hevði
trupulleikar
við
bruna í eygunum, var hann
nógv burtur frá skúlanum,
og gavst tí.
Sum smádrongur hevði
Johan gingið nógv á verk-
staðnum hjá Sigirdi av
Reyni í Rættará - og hann
hjálpti ofta Frits Jensen ella
Bugli-Jensen, sum tá var á
verkstaðnum
har.
Frits
Jensen spurdi tí Johan, um
hann ikki vildi koma í læru
sum bilmekanikari, tá hann
nú kortini var givin í skúl-
anum - og soleiðis bar á, at
hann fór í læru í 1950.
Tá í tíðni vóru lærlingar
ikki nógv virdir, og teir
vóru tí ofta settir til tær
keðiligu uppgávurnar - og
tá Johan helt tað vera ov
nógv við at hava bankað
teppir og ganga ørindi fyri
konu Frits, gavst hann í
læruni eftir stutta tíð. Síð-
ani fór hann til Danmarkar,
har hann fór á preliminer-
skúla. Hann gjørdi seg lidn-
an við fyrsta part í 1951.
Men tá hann var heima í
summafrí, fekk hann aftur
bruna í eyguni og kom tí ov
seint niðuraftur til skúlan.
Hann gavst tí, og tók seinna
partin av skúlanum á VBV í
Havn, har hann fekk prógv
í 1953.
Á heystið hetta árið fór
hann so í læru hjá B&W í
Keypmannahavn. Sjálvur
sigur Johan, at tað var
mammubeiggin,
Petur
Mohr Dam, sum hevði
útvegað honum plássið hjá
B&W, og tað var systkina-
barnið, Atli P. Dam, sum
tók ímóti honum og hjálpti
honum upp á pláss á
lærlingaheiminum. Tað var
ikki bara sum at siga tað at
fáa lærupláss hjá B&W, tí
áhugin var so stórur millum
ungar dreingir, og tí var
Johan fegin um góðu kon-
taktirnar, sum mammu-
beiggin hevði.
Johan er av seinasta ætt-
arliðnum í Føroyum við
eftirnavninum
Evensen.
Navnið kemur úr Noreg.
Tað var Ole Evensen, ella
Ole Nordmand, sum kom
úr Noreg til Hvalbiar at
starvast í kolinum. Hann
var eisini sýslumaður í
Suðuroy. Spinnarin var
abbasonur hansara. Pápi
Spinnaran var Jens Christ-
ian Evensen. Hann og bróð-
irin, J. P. Evensen komu til
Havnar, tá foreldrini doyðu,
og vusku upp hjá kenda
mentamanninum,
Jens
Davisen, sum m. a. var
bókavørður á fyrsta bóka-
savninum, sum arbeiddi hjá
fútanum, og sum onkur
tíðarskeið bæði var settur
ríkisumboðsmaður og fúti.
Jens Christian Evensen var
prestur, fyrst á Viðareiði,
síðani í Hvalba og gjørdist
seinni Føroya Próstur á
Nesi. Spinnarin og A. C.
Evensen, sum eisini var
próstur, vóru brøður.
Í móðurætt hevur Johan
ættarbond í Norðstreymi.
Pápin, Óli Dam, var koll-
firðingur, borin til garðs í
Sjógv í Kollafirði, meðan
mamman, Sára Maria var
av Heygum í Vestmanna,
systir Ólav á Heygum,
bónda. Óli og Sára Maria
settust niður í Skopun. Tey
áttu seks børn, Hannemia,
Berghild, Petur Mohr, Jo-
hannes, Hákun og Lilly. Óli
doyði, meðan børnini vóru
smá, og tók ongantíð við
garðinum í Kollafirði. Tað
var tí Petur Mohr Dam,
sum átti at tikið við garð-
inum, tí hann var elsti son-
ur, men heilsan loyvdi hon-
um ikki - og helst hevur
hugurin ligið til tað bók-
liga. Bróðurin Johannes
Dam tók tí við garðnum.
Johan giftist í 1961 við
Inge-Lise, og saman eiga
tey trý børn, Lars (43 ár),
Helle (39 ár) og Kell (38
ár). Familjan hevur búð í
Birkerød síðani 1961, men
fyri nøkrum árum síðani
seldu tey húsini og keyptu
eini minni hús í Lynge, har
Johan og Inge-Lise nú
búgva.
Adressan hjá teimum er:
Nøglegårdsvænge 39
3540 Lynge
Tlf: 4581 2940
Mobil: 4026 7940
Johan Evensen sjeyti
Tað verður kunngjørt fyri ætt og vinum,
at okkara kæra mamma og systir
Hanna Telling
fødd Hansen úr Svínoy
andaðist 3. mai á Holbæk sjúkrahúsi.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Jóhannes, Erhard, Diddan og Jonhard
og Dinna í Skálanum