Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 84 - 5. mai 2005 Tað hevði sæð undar- ligt út, um Statoil og Shell vóru á felags bási á fiskivinnu- stevnuni. Líka so undarligt hevði tað sæð út, um Føroya Sparikassi og Føroya Banki høvdu felags bás. Men kappingar- neytar kunnu saktans samstarva um bás. Tað eru Radiobúðin í Runavík og Radio- service í Havn prógv um NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki av tilvild, at Radiobúðin í Runavík og Radioservice í Havn, sum umboða somu vørur, eru á felags bási á North Atlantic Fish Fair. – Vit hava havt felags bás øll árini, síðan NAFF fyrstu ferð varð hildin í 2001, og tað hava vit eisini hesaferð, nú stevnan verður hildin á triðja sinni. Hetta hevur riggað væl, hóast vit kapp- ast um marknaðin, siga teir báðir, Alvi Joensen og Jóhan Simonsen, sum vit hittu á básinum stutt eftir, at latið varð upp fyri stevnugestunum. Bæði Radiobúðin og Radioservice selja skips-og bátaútgerð, og báðar fyri- tøkurnar veita sínum við- skiftafólki tænastu. Somu vørur Spurdir, um fyritøkurnar umboða ymisk merki, siga Alvi og Jóhan, at báðar um- boða tey kendastu merkini á hesum øki, sum eitt nú Furuno, Sailor, Simrad og Scanmar. – Í Føroyum er tað ikki soleiðis, at ein fyritøka hevur einaumboð upp á hesi merki. Tískil umboða bæði Radiobúðin og Radio- service tey kendastu – og somu merkini – innan tøkni til skip og bátar. Alvi Joensen og Jóhan Simonsen siga, at tá ið vitjandi eru á básinum er tað ikki soleiðis, at onnur fyritøkan fer avstað við viðskiftafólkunum hjá hin- ari. – Vit lata viðskiftafólkini sjálvi avgera, hvagar tey venda tær, tá ið tey koma inn á básin – og hvønn tey vilja tosa við. – Tað er eisini soleiðis, siga teir báðir, at tey, sum eru á básinum fyri Radio- búðina og Radioservice, eru hvørjum øðrum til hjálpar, um brúk er fyri tí. Jú, vit kunnu ikki siga annað enn, at samstarvið hevur riggað væl, og tí eru vit nú á triðja sinni á felags bási, siga Alvi Joensen og Jóhan Simonsen. Nýggj útgáva Á felags básinum hjá Radiobúðini og Radioser- vice er eisini danin, Klavs Torp, sum umboðar donsku fyritøkuna, Polaris Electro- nics. Klavs greiðir frá nýggj- astu útgerðini, og fara vit í komandi viku at venda aftur til tað nýggjasta, sum er á marknaðinum í løtuni. Í stuttum kann sigast um merkini, sum Radiobúðin og Radioservice umboða, er, at Furuno er best kent sum navigatiónsútgerð, Sailon sum samskiftisút- gerð og Simrad sum útgerð til at leita eftir fiski. – Faroexpo knýtir mentan og vinnu saman og tær fyri- tøkur, sum ynskja at verða við, fáa høvi at skapa nýggj sambond og fáa holla vitan um eitt nú útflutnings- møguleikar, sigur Símun Hammer á Spf. Virkisráðgevingini, sum er á básinum hjá Runavíkar kommunu NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á básinum hjá Runavíkar kommunu á North Atlantic Fish Fair er eisini Spf. Virk- isráðgevingin, sum heldur til á Høgabóli í Saltangará. Á NAFF kunnar Virkis- ráðgevingin serliga um Faroexpo, ið er ein ráð- stevna, sum verður í Runa- vík í heyst. Umframt at geva íblástur og at skapa mennandi samstarv millum føroyskar og útlendskar fyritøkur og stovnar, verða ein røð av áhugaverdum og undirhaldandi mentanartil- tøkum í samband við ráð- stevnuna. Faroexpo knýtir mentan og vinnu saman og tær fyri- tøkur, sum ynskja at verða við, fáa høvi at skapa nýggj sambond og fáa holla vitan um eitt nú útflutnings- møguleikar. Fyrilestrar Fleiri fyrilestrar verða á Faroexpo, sum fara at snúgva seg um mong ymisk viðurskifti, eitt nú útflutn- ingsfígging, avbjóðingar á nýggjum marknaðum, leiðslukrøv í altjóða høpi, ES-skráir fyri samstarvs- verkætlanir, uppkeyp av fyritøkum á øðrum markn- aðum, økismenning og krøv til leiðslu á altjóða støði. – Fyrilestrarhaldararnir eru persónar, sum hava veruliga ávirkan á búskap- arviðurskiftini í Evropu, eitt nú umboð fyri ES- fyrisitingina, privatir vinnurekandi og akademik- arar, sigur Símun Hammer á Virkisráðgevingini, sum er til reiðar at greiða áhug- aðum fyritøkum frá, hvussu tær kunnu tryggja sær lut- tøku á Faroexpo, sum verð- ur í døgunum, 25.-27. okto- ber. Kappingarneytar á felags bási á triðja sinni Teir marknaðarføra Faroexpo á NAFF Teir eru kappingarneytar – selja somu útgerð og somu merkir, men eru nú á triðja sinni á felags bási á North Atlantic Fish Fair. Menninir á myndini eru Alvi Joensen, sum umboðar Radiobúðina og Jóhan Simonsen, sum starvast hjá Radioservice Mynd: Jens Kr. Vang Danin, Klavs Torp, sum umboðar Polaris Electronics, er felagsbásinum hjá Radiobúðini og Radioservice Mynd: Jens Kr. Vang Á North Atlantic Fish Fair marknaðarføra teir ráðstevnuna, Faroexpo, sum verður í Runavík, 25.-27. oktober Mynd: Jens Kr. Vang