Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 84 - 5. mai 2005 15 – Eg skilji væl, at stig- takararnir til North Atlantic Fish Fair valdu at hava fram- sýningina undir einum taki á Sand- víkahjalla. Tað hevði sína »sjarmu«, tá ið framsýningin var í Saltangará, tí her er nógv vinnuvirksemi, men tað er avgjørt ein fyrimunur fyri dygd- ina, at øll framsýning- in nú er undir einum taki, sigur Olaf Olsen, sum vitjaði á NAFF týsdagin NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Olaf Olsen, vinnulívsmað- ur, er væl nøgdur við um- støðurnar, sum North At- lantic Fish Fair hevur í stóra bygninginum hjá Poul Mohr á Sandvíkahjalla. – Jú, tað er avgjørt ein fyrimunur, at øll framsýn- ingin er undir einum taki. Hetta gevur nakrar møgu- leikar, sum ikki eru teir somu, tá ið ein stórur partur av framsýningini fer fram í tjøldum. Havandi í huga, at hetta – sum eg havi skilt – er ein nógv bíligari loysn fyri fyrireikararnar, enn tað var at leiga tjøldini, skilji eg væl, at teir valdu hesa loysnina, sigur Olaf Olsen, sum saman við konu síni, Honnu, var á NAFF einar 2-3 tímar týsdagin. Hann heldur, at tað hevði sína »sjarmu«, tá ið NAFF varð hildin á økinum hjá Runavíkar havn, har nógv vinnuvirksemi er, og har- aftrat setti tað ein serstakan dám á tiltakið, at Norrøna lá við bryggjuna sum hotel- skip. – Men her hava fyrireik- ararnir vigað fyrimunir og vansar og hava so valt at flyta framsýningina í stóra bygningin á Sandvíka- hjalla, ið er væl engaður til hetta endamálið. Áhugaverd framsýning Hóast Olaf Olsen og konan, Hanna, vóru á framsýning- ini eina fitta løtu hendan dagin, komu tey ikki runt um alla høllina og til allar framsýnararnar, sum eru við. – Nei, vit komu ikki runt. Nú kenni eg nógv fólk, so nógv varð prátað á vegnum. Jú, eg haldi, at framsýning- in er áhugaverd og saktans kann samanberast við tær vælskipaðu stevnurnar av slíkum slagi her um okkara leiðir. Olaf heldur ikki, at hann á ferð síni á framsýningini sá nakað soleiðis kollvelt- andi nýtt, men talan er í fleiri førum um ymiskar betringar av tólum og maskinum til vinnuna á sjógvi og landi. – Tað er altíð áhugavert at vitja á eini fiskivinnu- framsýning – ikki minst hjá okkum, sum fáast við vinnuvirksemi. Olaf heldur tó, at ein slík framsýning eisini er áhuga- verd hjá teimum, sum einki hava við vinnu at gera, tí her fáa fólk høvi at síggja, hvussu ein slík altjóða framsýning verður fyriskip- að. – Tað er altíð ein serstak- ur dámur yvir eini altjóða framsýning. Nógv ymiskt er at síggja, og tú møtir eis- ini fólki, sum tú hevur hug at práta við. Jú, eg haldi, at North Atlantic Fish Fair avgjørt er verd eina vitjan, sigur Olaf Olsen, sum hesa løtuna, vit hittu hann, var í fylgi við Eileri Jacobsen og konuni, Beintu. Tórshavnar Kommuna hevur nú savnað eitt hav av upplýsingum um Kommununa á eini sera hentari fløgu FISH FAIR 05 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Ein talgild ferð ígjøgnum heimsins vinarligasta høv- uðstað. Tey spara seg ikki í Tórs- havnar Kommunu, tá ið tey skulu reklamera fyri eini nýggjari fløgu, tey hava gjørt. Hvussu vinarlig Tórhavn er, kann sjálvandi diskuter- ast. Men diskuterast kann tað ikki, at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt eina sera forvitnisliga fløgu um Kommununa. – Hetta er ein ætlan, sum vit hava arbeitt við í eini tvey ár, sigur Niels Uni Dam á kommununi, sum er ein av teimum, sum hevur arbeitt við fløgunum. Hann sigur, at á fløguni eru savnaðir eitt hav av upplýsingum um Komm- ununa og hesir uplýsingar eru bæði á føroyskum og á enskum. Og tað er alt samalt prýtt við vøkrum myndum. Fløgan er býtt sundur í øki, bæði landafrøðiliga og í ymisk vinnuøki. Hann sigur á fløguni er eitt stutt, søguligt yvirlit allar bygdirnar í komm- ununi eins og upplýsingar um vinnulív og alt møgu- ligt annað. Av meiri forvitnisligum, eru eisini tvær gonguferðir í Kommununi lýstar. Ein gonguferð er frá Konga- brúnni, út á Tinganes, niðan í Viðarlundina og hann endar í listaskálanum. Hin gonguferðin er frá Krossinum á Velbastað, niðan á Kirkjubøreyn og hon endar í Múrinum í Kirkjubø. Fyribils er í hvussu so er ikki ætlanin, at hendan fløgan skal vera til keyps í handlinum. – Hetta er ein fløga sum er ætlanin er at umboð fyri kommununa skulu hava við sær á uttanlandsferðum og tá ið útlendskir gestir vitja í Havn og vit skulu greiða frá um kommununa, sigur hann. Ætlanin er eisini at virki og fyritøkur í kommununi, kunnu hava fløguna við, tá ið tey fara uttanlands ella fáa gestir og tey hava brúk fyri at greiða frá teimum umstøðum og teimum møguleikum, sum eru í Havnini. Ein fløga er løtt at hava við og her so so allir upp- lýsingar um kommununa savnaðir. Olaf Olsen á NAFF: NAFF tekur seg væl út á Hjalla – Tað er altíð ein serstakur dámur yvir eini altjóða framsýning. Nógv ymiskt er at síggja, og tú møtir eisini fólki, sum tú hevur hug at práta við. Jú, eg haldi, at North Atlantic Fish Fair avgjørt er verd eina vitjan, sigur Olaf Olsen, vinnulívsmaður Mynd: Vilmund Jacobsen Vinarligasti høvuðstaður í heimi er nú komin á fløgu Tórshavnar Kommuna hevur gingið nýggjar leiðir. Her er Niels Uni Dam frá kommununi á Fiskivinnustevnuni við fløguni við alskyns upplýsingum um Havnina