Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 84 - 5. mai 2005 Mentananarnevndin hjá Løgtinginum ætlar at avgreiða málið um miðnámsskúlan longu til týsdagin SKÚLADEPIL Í SUÐUROY Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Mentanarnevndin hjá Løg- tinginum ætlar at bera skjótt at fyri at avgreiða málið um skúladepil í Suð- uroy. Tað sigur Andreas Peter- sen, formaður í mentanar- nevndini. Men tað er eisini neyð- ugt, skal tað eydnast at av- greiða málið í hesi tingset- uni, tí næsta fríggjadag fer Løgtingið í summarfrí og kemur ikki saman aftur, fyrrenn nýggja tingárið byrjar á ólavsøku. Eftir ætlan skuldi ment- anarnevndin longu hava sín fyrsta fund um málið longu í gjár, mikudagin. Tá skuldi nevndin kalla landsstýrismannin í menta- málum, Jógvan á Lakjuni á fund við nevndina. Tá skuldi nevndin eisini gera av, hvør annar skuldi kallast á fund við nevndina, áðrenn hon kann avgreiða málið. Helst skuldi so fundur vera aftur í morgin, fríggja- dagin. Skal vera liðugt týsdagin Andreas Petersen sigur, at málið skal fyri aftur tingið týsdagin, skal tað eydnast at avgreiða tað áðrenn tingið fer til húsar. Skal dømast eftir tí, sum varð sagt í tinginum, tá ið málið var til 1. viðgerð týs- dagin, er lítil ivi um, at tað verður samtykt, hendir ikki okkurt heilt óvæntað. Tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin vóru ímóti, men tað var alkunnugt frammanundan. Hinvegin taka allir sam- gonguflokkarnir undir við tí. Tað var bara ein ting- maður ú samgonguni, sum mutaði ímóti og tað var javnaðarmaðurin, Sverri Midjord. Skúladepil í Hovi Í staðin fyri ætlaða mið- námsskúlan í Vági, ætlar landsstýrið at byggja ein skúladepil í Hovi við studentaskúla og heilsu- skúla. Skúlarnir skulu vera lidnir í 2008. Landsstýrið sigur, at tað er bíligari at byggja báðar skúlarnar saman, eins og tað gevur ávísar fyrimunir í rakstrinum. Hesum tekur formaðurin í mentanarnevndini undir við. – Tað kemur ikki uppá tal at byggja tveir skúlar, tá ið báðir skúlarnir kunnu byggjast saman, sigur Andreas Petersen. – Hann sigur, at verður ein skúladepil bygdur í Hovi, eru eisini møguleikar fyri at leggja aðrar útbúgv- ingar afturat skúlanum seinni, bæði útbúgvingar, sum eru kendar nú og útbúgvingar sum taka seg upp í framtíðini. – Samstundis tekur hann undir við tankanum um eitt ellisheim í Vági, men hann leggur dent á, at tað er eitt stig, sum kommunurnar mugu taka. – Barnatalið í Suðuroy er minkað nógv og tað er tekin um eitt samfelag í kreppu. Tí er tað umráðandi at royna at venda gongdini og tað kann gerast við at skapa arbeiðspláss, ikki minst arbeiðspláss til konu- fólk, sigur Andreas Peter- sen. Ætla at gera skjótt av við miðnámsskúlanum Nú Landsverk ar- beiðir við at fyrireika arbeiðið at gera Hovstunnilin, hava fýra byggifelag bjóða seg fram at gera arbeiðið HOVSTUNNILIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú arbeiðið at gera Hovs- tunnilin skal bjóðast út, fer valið at standa ímillum fýra byggifeløg. Tað er greitt, at eftir at Landsverk hevur bjóðað fyritøkum tip prekvalifiser- ing, sum tað nevnist á fak- máli. Tað er, at landsverk hevur bjóðað fyritøkum, sum halda seg vera førar fyri at gera arbeiðið um at bjóða seg fram. Og tað vóru fýra byggi- feløg, sum bjóðaðu seg fram. Talan er um trý feløg við føroyskum áhugamálum og eitt íslendskt felag burturav. Tey fýra feløgini eru: 1) NCC í samstarvi við Byggitek 2) LNS í samstarvi við Articon 3) MTH í samstarvi við J&K Petersen 4) Ístak, sum er eitt íslendskt felag. Upplýsingarnar um fel- øgini verða nú gjøgnum- gingin og so skal avgerast, hvørji feløg verða boðin at bjóða uppá arbeiðið at gera Hovstunnilin, sigur Lands- verk. Vinnumálaráðið hevur fingið heimild til at brúka upptil 150 milliónir til tunnilin. Talan er um eina verk- ætlan upp á tilsamans 4.677 metrar av tunli og vegum. Sjálvur tunnilin verður 2.437 metrar langur. Men Øravíkarmegin skulu 1.790 metrar av vegi dagførast og gerast av nýggjum og Hovsmegin skulu 450 metrar av vegi gerast av nýggjum. Øravíkarmegin verður innslagið í Tjaldarvíks- brekkum og Hovsmegin undir hamarinum við Torvsheygg, sum er einar 200 metrar í ein útnyrðing, har landsvegurin fer um Hovsá. Tunnilin verður 9,5 met- rar breiður í neðra og veg- urin í honum verður 7 met- rar breiður. Vegirnir til tunnilin vera 7 metrar breiðir við 1,25 m breiðari vegøksl á hvørjari síðu. Arbeiðið at gera tunnil og vegir skal bjóðast út. Bjarni Djurholm sigur, at ætlanin er at útbjóðingar- tilfarið skal vera liðugt mitt í apríl og fyrst í september skal tað verða klárt at byrja upp á sjálvan tunnilin. À fíggjarlógini í ár eru 31 milliónir krónur settar av til endamálið. Tað stóra takið verður næsta ár, tá ið tað verður neyðugt at seta 75 milliónir krónur av til ar- beiðið, men so verður aftur neyðugt at seta 44 milliónir av í 2007. Løgtingið fer at viðgera málið í næstum. – Vit skulu vera lidnir til týsdagin, sigur Andreas Petersen Fýra bjóða seg fram at gera Hovstunnilin Longu fyrsta dagin tann stóra fiskivinnu- stevnan í Havn var opin, vóru yvir 2000 fólk og vitjaðu FISH FAIR 05 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Teir, sum fyrireika stóru fiskivinnustevnuna á Sand- víkahjalla norðanfyri Havnina eru vælnøgdir við undirtøkuna tann fyrsta dagin. Dánjal Petur Hansen, sum er ein av fyrireikarun- um, sigur upplatingardagin týsdagin vóru yvir 2000 á stevnu. Tað er hann rættiliga væl nøgdir við. Hann sigur, at vanliga plaga fleiri fólk at vera á stevnuni teir báðar seinnu dagarnar og hann væntar tískil at heilt nógv fólk verður tann seinasta stevnudagin, hósdagin, sum eisini er frídagur. Tað kostar 150 krónur at fara á fiskivinnustevnuna. Hann sigur eisini frá framsýnarum, at teir lata væl at umstøðunum. Stevnan verður hesuferð hildin í eini stórari høll á Sandvíkahjalla. Hinar ferðirnar hevur hon verið hildin í einum tjaldi inni í Runavík. – Tað skerst ikki burtur, at umstøðurnar eru nógvar ferðir betri í eini høll, enn tær eru í einum tjaldi. Hann ásannar eisini, at alt talar fyri, at tað er í Havn, at stevnan fer atvera hildin framyvir. – Havnin er rætta staðið til stevnur sum hesar, men tað er ikki bara tí at um- støðurnar eru góðar til sjalva stevnuna. Men tað eru eisini um- støðurnar uttanfyri sjálvt stevnuøkið, sum eru betri í Havnini enn tær eru í Runavík. – Framsýnarar vilja hava hotell og matstovurnar so tætt við stevnuøkið sum gjørligt og tær treytirnar lýkur Havnin. Hann sigur ein týðandi partur av virkseminum á eini slíkari stevnu, er, at framsýnarar bjóða við- skiftafólkum á matstovur og til ymisk tiltøk, so tað skerst ikki burtur at til tað eru umstøðurnar í Havn betri enn í Eysturoy. Kortini heldur hann at ta er ikki nóg mikið av rúmi á hotellunum í høvuðsstaðn- um til stór tiltøk sum hesi og tí kemur tað ómetaliga væl við, at nógv privatfólk eisini hava viljað hýst stevnufólki. Hetta heldur hann er ein støða, sum vit mugu góð- taka, tí tað kann ikki krevjast, at vit skulu hava hotelkømur til so stór tiltøk sum hesi, tí tað er so sjáldan at tey eru. Yvir 2000 fólk á stevnu fyrsta dagin Danjal Pauli Hansen er sera væl nøgdur við fiskivinnu- stevnuna higartil