hósdagur 5. mai 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 5. mai 2005
27
Liverpool hevur fyri
fyrstu ferð í tjúgu ár
spælt seg í finaluna í
fremstu evropeisku
kappingini. Seinna
hálvfinalan varð av-
gjørd við einum iva-
somum máli frá Luis
Garcia. Sjónvarps-
upptøkurnar vísa ikki
greitt, um bólturin var
innanfyri
CHAMPIONS LEAGUE
Stefan í Skorini
Talan bleiv ongantíð um ta
stóru fótbóltsupplivingina,
tá Chelsea var á vitjan hjá
Liverpool á Anfield Road.
Liverpool skoraði eftir fýra
minuttir og royndi síðani at
halda málið reint. Hetta
eydnaðist eisini til fulnar,
og Chelsea megnaði ikki í
tveimum dystum at fáa
bóltin í málið.
Hetta ber boð um eina
sterka verju, og Liverpool-
verjan hevur ferð eftir ferð
verið róst til skýggja fyri
fleiri framúr avrik í Cham-
pions League í ár.
Ivasamt mál
Bert eittans mál avgjørdi
hesa hálvfinaluna millum
tey bæði ensku liðini Liver-
pool og Chelsea. Spaniólin
Luis Garcia, sum hevur
skotið fleiri týdningarmikil
mál fyri Liverpool seinastu
tíðina, átti seinasta fótin á tí
málinum.
Málið kom annars eftir
eitt sera væl spælt álop.
Riise dróg inn í vøllin úr
vinstru og sendi til Gerrard,
ið við uttarusíðuni lyfti
bóltin uppum verjuna til
Baros, sum hevði slitið seg
leysan. Baros fekk prika
bóltin uppum málverjan og
landsmannin Petr Cech,
sum samstundis feldi Bar-
os. Bólturin datt fyri føtur-
nar á Garcia, ið sendi bóltin
seinasta meturin innum
strikuna. Spurningurin var
tó, um bólturin var innan-
fyri, áðrenn Gallas fekk
ruddað burtur. Tað helt
linjudómarin í øllum før-
um, og so var 1-0 eftir bert
fýra minuttir. Ein annar
spurningur er eisini, um
Liverpool ikki átti eitt
brotsspark, um Garcia ikki
skoraði. Hetta halda í øllum
førum fleiri eygleiðarar.
Sjónvarpsupptøkurnar
vístu heldur ikki greitt, um
bólturin var innanfyri. Men
møguliga fæst greiði á
hesum komandi dagarnar,
tá ensku fjølmiðlarnir hava
granskað myndirnar nærri.
Chelsea setir seg á
dystin
Hetta var sjálvsagt sum at
fáa vátan vøtt frammaná
hjá nýkrýndu meistarunum
úr Chelsea. Seinastu fýra
dagarnir hava Chelsea leik-
ararnir verið á tindinum,
men týskvøldið fullu teir
við einum braki.
Men Chelsea fall ikki í
fátt fyri tað og royndi at
berja seg innaftur í dystin,
sum fyrri hálvleikur leið.
Didier Drogba hevði eitt
gjøgnumbrot løtu seinni í
høgra borði, men ístaðin-
fyri at skjóta royndi hann at
sneiða framvið Carragher,
og tað miseydnaðist.
Joe Cole slapp eisini aft-
ur á baklinjuna, eftir at
Garcia
púra
óneyðuga
hevði mist bóltin til Lam-
pard í eini vandamiklari
støðu. Innleggið hjá Cole
gjørdist tó ov høgt.
Chelsea hevði annars ilt
við at bróta ígjøgnum verj-
una hjá Liverpool, sum
hinvegin ikki hevði nakra
aðra vandamikla roynd í
fyrra hálvleiki.
Vánaligt spæl hjá
heimaliðnum
Eftir steðgin var tað fram-
vegis Chelsea, ið hevði
initiativið, men tað gekk
enn meira striltið við at
bróta ígjøgnum.
Tá tjúgu minuttir vóru
eftir framdi Mourinho tvær
útskiftingar. Út fór Thiago,
sum enn einaferð spældi
ein vánaligan dyst og var
púra anonymur, og inn kom
Kezman. Harumframt kom
Arjen Robben inn fyri Joe
Cole, sum heldur ikki fekk
nakað serligt burturúr.
Hetta var kanska heldur
seint, og løtu seinni kom
stóri týskarin Robert Huth
inn fyri Geremi. Verju-
leikarin Huth fór síðani í
álopið fyri at fáa tyngd í
luftspælið.
Liverpool hevði sera lítið
at bjóða í seinna hálvleiki,
tá vit hugsa um álopspartin.
Miðvøllurin megnaði so at
siga ongantíð at halda uppá
bóltin, sum ein kann vænta
av einum hálvfinalisti í
Champions League. Bert
Riise royndi at gera eitt
sindur um seg á vinstra
vongi, men hann var mang-
an ov einsamallur til at fáa
nakað burturúr.
Hetta gjørdi uppgávuna
hjá verjuni enn tyngri, men
hon megnaði hóast alt at
halda Drogba og hinum frá
fatinum.
Eftir dystin segði Mour-
inho í sínum serliga stíli, at
betra liðið tapti hendan
dagin. Men hann legði aft-
urat, at hann vónaði, at Liv-
erpool vann finaluna í
Istanbul.
Svøvnleysar nætur hjá
Gudjohnsen
Móti endanum av dystinum
var tað hinvegin Liverpool,
sum endiliga fekk sett nøk-
ur álop í verk. Hetta komst
av, at Chelsea sendi alt
fleiri fólk niðan á vøllin og
hugsaði
minni
um
verjupartin.
Cissé, ið var komin á
vøllin fyri Baros, fekk gott
pláss, men hann megnaði
ikki at gera sær dælt av
hesum.
Ta einu ferðina fekk hann
ein gyltan møguleika, tá
hann fangaði eina aftur-
legging frá Gallas, men
Cissé sendi beint í føvning-
in hjá Cech.
Dómarin
legði
seks
minuttir
afturat.
Tveir
áskoðarar runnu inn á
vøllin undir dystinum, og
tað gjørdi óivað sítt til, at so
nógv varð lagt afturat.
Og í allarsíðsta minutti
fekk Chelsea tann møgu-
leikan, teir høvdu bíðað
eftir allan dystin. Eftir eitt
innlegg úr vinstru datt
bólturin datt fyri føturnar á
Gudjohnsen við handaru
stong. Hann fekk tíð at
temja bóltin og langa til,
men ólukkutíð fyri Chelsea
fór bólturin dygst framvið
stongini. Ein gyltur møgu-
leiki, ið skuldi givið mál.
Rafael
Benitez
vann
UEFA Cup við Valencia í
fjør, og nú hevur hann
møguleika at gera tað eitt
hakk betri og vinna Cham-
pions League.
Benitez metti, at Liver-
pool hevði uppiborið sigur-
in eftir eitt fantastiskt avrik
í verjuni. Liverpool hevur
einki mál latið inn í trimum
teimum seinastu dystunum
í Champions League, og
tað boðar frá eini stabilari
verjuketu við Finnan, Car-
ragher, Hyypia og Traoré.
Finalan verður allarhelst
ímóti AC Milan tann 25.
mai á Atatürk Stadion í Ist-
anbul. Fýra ferðir áður hev-
ur Liverpool staðið ovast á
sigurspallinum við steypin-
um við teimum stóru oyr-
unum. Tað var í 1977,
1978, 1981, 1984.
Ivasamt mál sendi Liverpool
í finaluna
Dómarin hevur bríkslað fyri
seinastu ferð, og Steven
Gerrard og John Arne Riise
fegnast um sætta finalu-
plássið hjá liðnum í Europa
Mynd: Reuters
Champions League, 2. hálvfinala:
Liverpool — Chelsea 1-0 (1-0)
1-0: Sanz Luis Garcia, 4
Liverpool vinnur 1-0 samanlagt
FAKTA UM DYSTIN