hósdagur 5. mai 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Við góðum stuðli frá
Klaksvíkar býráð fer
Havnarkórið saman
við tónleikararum at
framføra Johannes
passiónina eftir Bach
í Christianskirkjuni
komandi leygardag
7. mei kl. 19.00
Havnarkórið hevur verið
sera virkið, tá um størri
klassiskar kórframførslur
ræður. Sum dømi kunnu
nevnast Requiem eftir
Verdi, Eliah eftir Mendel-
sohn-Bartholdy, Jólaora-
toriið eftir Bach, Messiah
eftir Händl, ið øll eru fram-
førd við góðari hjálp frá
føroyskum og útlendskum
tónleikarum. Nú stendur so
enn eitt stórverk á skránni.
Hesuferð er talan um Jo-
hannes passiónina eftir
Bach, har teksturin er úr 18.
og 19. kapituli úr Jóhannes-
evangeliinum.
Sangsolistar í framførsl-
unum vera Berghild Poul-
sen, sopran, Elsa Súsanna
Dalsgaard, alt, Ernst Sond-
um Dalsgarð, tenor, Conny
Thimander, ið er svii, tenor,
Lars Thodberg Berthelsen
og Hans Lawaetz, ið báðir
eru danir, bass.
Passiónsorkestrið
er
mannað við tónleikarum úr
Føroya
symfoniorkestri,
føroyskum tónleikarum bú-
sitandi uttanlands umframt
tveimum dønum og einum
íslendingi. Orkestrið telur
20 leikarar umframt kon-
sertmeistaran Sámal Peter-
sen.
Til hesar framførslurnar
telur Havnarkórið 45 sang-
arar.
Dirigentur er the grand
old man innan føroyskan
kórtónleik Ólavur Hátún
Fyrra konsertin verður í
Christianskirkjuni leygar-
kvøldið 7 mei kl. 19.00 og
tann seinna í Norðurlanda-
húsinum sunnukvøldið 8
mei kl. 19.00.
ave
Johannes passiónin í Christianskirkjuni
og í Norðurlandahúsinum
i