leygardagur 7. mai 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 7. mai 2005
5
FØÐIDEILDIN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Orsøkin til, at vit hava
valt at stuðla er útilukkandi
tí, at fútarætturin verður
blandaður upp í málið. Tað
halda vit vera skeivt,
staðfestir
formaðurin
í
psykiatrifelag Føroya.
Hann sigur, at hann onga
viðmerking hevur til verk-
fallið, um tað er ólógligt
ella ikki, men hann heldur,
at óansæð hvat, so eigur
fútarætturin ikki at verða
drigin inn í málið.
– Hatta er eitt mál, sum
partarnir eiga at loysa sína-
millum, við at tosa saman
og samráðast. Hóast sjúkra-
røktarfrøðingarnir
hava
hótt við ólógligum verk-
fallið, so hevur málið einki
at gera í fútarættinum. Tað
átti at verið tikið upp í
gerðarrættinum,
heldur
Sjúrður Norðbúð.
Hann heldur, at hetta er
ein prinsippsak, og at tað er
prinsippinum í málinum,
sum psykiatrifelagið stuðl-
ar.
Einasta felag úr
sjúkrarøktini
Spurdur um hví psykiatri-
felagið man vera einasta
felag innan sjúkrahúsverk-
ið sum stuðlar sjúkrarøktar-
frøðingunum, svarar Sjúrð-
ur Norðbúð, at tað veit
hann ikki.
– Eg havi ikki tosað við
hini feløgini enn. Men
sjúkrarøktarfrøðingarnir
ringdu til okkara og spurdu,
um vit ikki hildu tað vera
ov galið, at fútarætturin er
blandaður uppí málið. Og
tað hildu vit avgjørt at tað
var. Tí skrivaðu vit undir,
sigur Sjúrður Norðbúð at
enda.
Fimm minuttir yvir
miðnátt fríggja-
náttina vóru
fylgjandi boð løgd út
á heima-síðuna hjá
sjúkra-
røktarfrøðingunum:
Verkfallið, ið varð lýst at
verða 6. mei kl. 8. verður
hervið avlýst vegna fúta-
forboð.
Heitt verður á Álitisfólk
felagsins at boða limunum
frá hesum.
Harmiligt
Beint eftir, at niðrstøðan
var kunngjørd úr fútarætt-
inum, segði Jana H. Dals-
gaard við portalin, at
sjúkrarøktarfrøðingarnir
harmast um, at fútarætturin
skal vera mátin at loysa
ósemjur.
– Enn hava vit bara fing-
ið úrskurðin munnligt, og
vit hava onga viðmerking
fyrr enn vit hava fingið
hann skrivligt fríggjadagin
kl 13. Men vit virða av-
gerðina, og verkfallið er
avlýst, segði Jana H. Dals-
gaard.
Hon staðfesti tó, at
sjúkrarøktarfrøðingarnir
harmast, at tað ikki ber til
at loysa konfliktir á annan
hátt enn gjøgnum fútarætt-
in. Hon metir ikki, at
Landssjúkrahúsið á nakran
hátt hevur latið upp fyri
samráðingarmøguleikum.
– Og tað halda vit vera
sera harmiligt, segði hon
við portalin hóskvøldið.
Undirritaðu yrkisfeløg mótmæla harðliga, at Føroya
Lansstýri nýtir fútarættin sum arbeiðsrættarligt
amboð mótvegis yrkisfeløgunum í sambandi við
ósemjur á arbeiðsmarknaðinum, serliga við teirri
sannroynd í huga, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er í
ferð við at finna eina loysn á spurninnginum um
ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.
Kravt verður av Føroya Landsstýri um straks at
taka áheitanina um fútabann aftur og bjóða felagnum
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingum til tingingar og
semjing.
Føroya Abeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Starvsmannafelagið
Føroya Pædagogfelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Føroya Skipara– og Navigatørfelag
Havnar Handverkarafelag
Føroya Psykiatrifelag
Føroya Postfelag
Maskinmeistarafelagið
Føroya Fiskimannafelag
HAvnar Arbeiðskvinnufelag
Yrkisfelag studenta– og HF lærara
Føroya Lærarafelag
Magistarafelag Føroya
Yvirlýsing
Jana H. Dalsgaard er hørm
um, at fútarætturin skuldi
dragast
upp
í
málið.
– Landssjúkrahúsið hevur
ikki latið upp fyri samráðing-
armøguleikum, sigur hon
Verkfallið
avlýst!
Sjúrður Norðbúð, formaður í Psykiatrifelag Føroya:
– Hetta er ein prinsippsak
Poul Gert Hansen,
sjúkrahússtjóri, sigur,
at tað er í lagi at nýta
fútarættin, tá ein
starvsbólkur ólógliga
ætlar at trýsta sín
vilja ígjøgnum hjá
leiðsluni. – Nú er
staðfest, at vit hava
leiðslurættin, og tað
er gott, sigur hann
FØÐIDEILDIN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Vit eru sjálvsagt ógvu-
liga glað fyri, at tað ikki
bleiv
verkfall.
Serliga
vegna tey sjúku, sum vit
hava undir hond. Og vit
fegnast um, at tað somu-
leiðis er staðfest, at vit hava
leiðslurættin á sjúkrahúsin-
um. Tað var týdningar-
mikið fyri okkum, sigur
Poul Gert Hansen, stjóri á
sjúkrahúsinum
Ongar samráðingar
Hann sigur, at føðideildin
nú verður skipað sum ætl-
að.
– Vit fara at skipa deild-
ina soleiðis, sum vit alla-
tíðina hava ætlað. Tað verð-
ur gjørt saman við teimum
starvsbólkunum, sum ar-
beiða har. Vit ætla at geva
teimum ávirkan, og tað
hevur eisini allatíðina verið
meiningin, sigur sjúkrahús-
stjórin.
Men hann slær fast, at
broytingarnar
ikki
eru
nakað, sum samráðingar
verða um.
– Eg eri vorðin ákærdur
fyri ikki at lata upp fyri
samráðingarmøguleikum,
men tað er tí, at hetta er
ikki eitt mál at samráðast
um. Tað hevur ongantíð
verið ætlanin, at hetta
skuldi vera ein samráðing-
arspurningur, slær Poul
Gert Hansen fast.
Hann vísir á, at tað eru
23 starvsbólkar á lands-
sjúkrahúsinum og at tað
verður vónleyst at skula
samráðast við allar bólk-
arnar, hvørjaferð broytingar
verða gjørdar.
Vit eru sett sum leiðsla,
júst til at taka slíkar
avgerðir, sigur hann.
Spurdur hvat fólk nú
kunnu vænta sær fer at
henda á sjúkrahúsinum,
svarar hann, at hann vónar,
at tað nú verður friður.
Ólógligar snildir
Poul Gert Hansen sigur, at
hann harmast um at tað var
neyðugt at fara til fútarætt-
in við málinum, men leiðsl-
an metti ikki, at tað var
nakar annar møguleiki, tí
málið var komið so langt.
– Okkurt má gerast, tá
ein starvsbólkur hóttir við
at fara í ólógligt verkfall,
fyri at trýsta leiðsluna at
broyta tiknar avgerðir. Tá
kann man vera noyddur til
at fara til fútarættin, sigur
Poul Gert Hansen.
Hann sigur, at í hesum
føri var verkfallið eitt
ólógligt
amboð,
sum
starvsbólkarnir ætlaðu at
nýta, fyri at trýsta leiðsluna
at samráðast um nakað,
sum ikki er eitt samráðing-
armál
– Eg kann eisini venda tí
við, og siga, at tað var gott
at vit fingu eina skjóta og
greiða avgerð í fútarættin-
um. Vit kunnu jú ikki góð-
taka at starvsbólkar ólóg-
liga trýsta sín vilja ígjøgn-
um, slær Poul Gert Hansen
fast.
Spurdur um hvussu lagið
er á sjúkrahúsinum í dag,
svarar hann, at øll tykjast
lættað um, at einki verkfall
varð.
– Eg havi verið runt á
sjúkrahúsinum í morgun og
tosað við ymsu starvsbólk-
arnar. Øll tykjast glað og
lættað, nú einki verkfall
varð
hóast
alt.
Eisini
sjúkrarøktarfrøðingarnir,
sigur hann.
Hann vónar, at tey nú
kunnu líta frameftir og
leggja stríðið eftir seg.
Sjúkrahússtjórin:
Vit fegnast
Nú kunnu barnakonur í høvuðsstaðarøkinum aftur draga
andan róliga. Stríðið um føðideildina er í fyrstu syftu av, og við
fútarættinum er staðfest, at einki verkfall verður í hesum
umfari
Lesið meira um úrskurðin hjá Fútarættinum á síðu 8