leygardagur 7. mai 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 85 - 7. mai 2005
Íslendskt
reggae á G!
Nógv umtalaði ís-
lendski bólkurin
Hjálmar fara at
spæla á G! Festivalin-
um í summar. Bólk-
urin spælir klass-
iskan reggae-tónleik
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
G! Festivalurin hevur nú
avdúkað enn eitt norður-
lendskt navn, sum skal
spæla á festivalinum í
summar.
Eftir at tveir finskir
bólkar og tveir danskir
bólkar eru kunngjørdir,
eru tað nú íslendskir tón-
ar, sum ljóma.
Hjálmar hava verið eitt
tað mest umtalaða navnið
í íslendskum tónleiki
seinasta árið, og tá ið
spurt verður um, hvørji
spennandi nøvn eru í Ís-
landi júst nú, peika fólk
ofta á hendan bólkin. Teir
hava givið ein góða fløgu
út, men teir sigast at vera
enn betri live.
– Hjálmar spæla reggae
av tí upprunaliga slagn-
um – ljóðið og andin í
tónleikinum er hitt upp-
runakenda, positiva og
innarliga vakra, reggae
við rót, sum vit kenna frá
t.d. Bob Marley. Hóast
Hjálmar eru kritahvítir
uttaná og búgva langt her
uppi í norðurhøvum, so
er ikki at lata seg lumpa –
Hjálmar er tann ektaða
vøran, sigur G! Festival-
urin í tíðindaskrivi.
Hjálmar vunnu tvær ís-
lendskar tónleikavirðis-
lønir í februar mánaða.
Onnur var fyri bestu
rockplátu og hin var fyri
besti nýggi bólkur.
Signhild fyri
fyrstu ferð í
býráðið
Signhild Vilhelmsdóttir
Joensen á Trøllanesi tók
mánakvøldið fyri fyrstu
ferð sæti í Klaksvíkar bý-
ráði.
Hon umboðar Javnaðar-
flokkin, og tá ið Torleif
Sigurðsson mánadagin
bæð um at fáa farloyvi,
tók Signhild við.
Javnaðarflokkurin hevur
tvey umboð í Klaksvíkar
býráð. Eyðgunn Samuel-
sen er hitt umboðið.
Í løtuni sita fýra kvinnur
í býráðnum í Klaksvík.
Eyðgunn Samuelsen og
Signhild Vilhelmsdóttir
Joensen fyri Javnaðar-
flokkin, Gunvá við Keldu
fyri Fólkaflokkin og Jór-
un Høgnesen fyri Tjóð-
veldisflokkin.
9
Ferðabrúgvin er á veg
Suð fór á flog
Atlantsflog oftari til Bretlands
Føroyskir tónleikarar
fáa betri møguleikar
at ferðast uttanlands,
tí Norðurlandahúsið
og Atlantsflog fara at
samstarva um eina
sonevnda ferðabrúgv
fyri føroyskar tón-
leikarar
FERÐING
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyskur tónleikur fær í
næstum sína ferðabrúgv til
og úr Føroyum. Hendan
ferðabrúgv skal gera tað
lættari og bíligari hjá før-
oyskum tónleikarum at
ferðast út í heim í tónleika-
ørindum.
Í álitinum um rútmiskan
tónleik, sum varð latið
Mentamálaráðnum
og
Vinnumálaráðnum fyrr í ár,
var eitt av uppskotinum, at
ferðamøguleikarnir
hjá
føroyskum tónleiki vóru
betraðir, tí tað vóru ofta
hesir, sum forðaðu fyri, at
føroyskir bólkar kundu fara
uttanlands at spæla.
Hetta hava Norðurlanda-
húsið og Atlantsflog gjørt
nakað við, og í næstum fara
tey at avdúka meira um
hesa ferðabrúgv.
– Vit vilja gjarna verða
við í hesum samstarvi, tí
tað er ein fyrimunur fyri
alla Føroyar, at føroyskur
tónleikur mennir seg, sigur
Magni
Arge,
stjóri
á
Atlantsflogi.
Gera Føroyar
áhugaverdar
Ætlanin er, at Norður-
landahúsið skal umsita
skipanina, og at føroyskir
tónleikarar og bólkar so
hvørt kunnu søkja um at
fáa stuðul til sínar tón-
leikaferðir uttanlands.
– Øll menning av før-
oyskum tónleiki ger Før-
oyar til eitt meira spenn-
andi land. Vit fáa umtalu
uttanlands, og eisini her
heima kunnu vit fáa fleiri
tónleikaupplivingar á høg-
um stigi, og tað mennir
eisini Føroyar sum ferða-
vinnuland, sigur Magni
Arge.
– Tí vilja vit verða við í
hesum samstarvi. Vit stuðla
eisini okkara landsliði í
fótbólti, og tað ber kanska
til at siga, at vit her koma at
stuðla okkara landsliði í
tónleiki.
Tær ítøkiligu upplýsing-
arnar um nýggju skipanina
eru ikki almennar enn, men
tað verða tær í næstum.
Við kendum Abba-
sangum, blues, jazzi,
gospel, funk og enntá
rapp á skránni var tað
um reppið, at Suð
lyftið takið oman av
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði, tá ið kórið
hevði konsert har
mikukvøldið
TÓNLEIKUR
Dávur Winther
Suð við ABBA hevði hug
at lyfta takið uppfrá á
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði í mikukvøldið av ber-
ari góðsku.
Tónleikavalið var ómeta-
liga breitt og krevjandi:
Gospel, rock, funck og
enntá rap við James Olsen.
Blues og jazz kom eisini
við í fyrra helmingi. Síðani
kom eftir ein steðg pure
ABBA.
Av tí, at tað var útselt í
Havn, sá eg Havnarfólk og
fólk líka úr Suðuroy í tí
stúgvandi fulla Mentanar-
húsinum í Fuglafirði í
mikukvøldið - Meir enn
útselt!!
Ringt er at taka nakað
burturúr rúgvuni, tí hon
kundi øll fara undir heitið:
Fantastiskt!
Tó vil er loyva mær at
nevna Joyful, Joyful við
serstakari
útseting
av
Mervyn Warren, sum kórið
og orkestrið megnaði sera
væl. Her vísti Arnfríð Lüt-
zen sín stóra sangførleika -
Ja, hon kundi samanberast
við Whitney Houston.
Hárini reistust
Í ABBA-skránni var er
ræddur fyri hvussu tær
serstøku duettirnar millum
"Annefrid og Agnethu"
mundu fara at roynast. Men
aftur her var eg positivt
yvirraskaður, fyri ikki at
siga chokeraður - Hárini
reistust! Her var tað aftur
Arnfríð Lützen, sum saman
við syskinabarninum Nico-
lina Rubeksen í Chiquitita
sungu hárreisandi væl. Ivist
onga løtu í, at Annefrid og
Agnetha
høvdu
verið
samdar við mær. Ein lyrisk,
sterk, klang- og litrík duet í
røttum ABBA-stíli, sum
bert ABBA kann.
Kórið alt, tónleikarnir í
serklassa, dansarnir og
sprellibassin Uni Mikkel-
sen - Ja, har var alt super!!
Tað var stemningur, eggj-
andi fasar rútmur, tempo,
drive, style, klangur, sound
- you name it! (mær vantar
superlativir) - Ein framúr
góð konsert!
Toppkarakter
Steinvør Fonn, sum er upp-
havið til alt hetta, er ein
sera dugnalig, seriøs og
ágrýtin dama, sum tá ið
hon setur sær nakað fyri,
berjist við hond og fót at
náa sínum máli. Og tað
hevur hon so sanniliga
gjørt til UG+ í hesum føri.
Talan er um eitt arbeiði,
gjørt
við
respekt
og
hegnisligum tónleikaligum
kunnleika um tað, hon er í
ferð við.
Teir, ið hava stuðlað og
áhoyrarnir hava fingið meir
enn valuta fyri pengarnar.
Eftir konsertina kom
mær til hugs, "Bert spell, at
ein pallur og umstøður ann-
ars ikki finnast í Klaksvík,
har slíkar stjørnur, sum eru
nógvar av í Klaksvík,
kunnu hava sín dagligdag".
Av seks stjørnum, skulu tit
fáa allar!!
Konsert verður við Suð í
KÍ-høllini fríggjakvøldið
og í Norðurlandahúsinum
leygarkvøldið.
Atlantic Airways fer
nú aftur undir
summarflúgvingina
til Bretlands, og tað
er við nógv fleiri
fráferðum tilsamans
enn áður. Sum nakað
nýtt verður nú eisini
flogið til Edinburgh
FLÚGVING
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Atlantsflog fer at hava
munandi fleiri fráferðir til
Bretlands í summar, enn
føroyska flogfelagið áður
hevur havt, og Atlantsflog
fer sum nakað nýtt at
flúgva til Edinburgh.
Flogið verður til Edin-
burg hvønn leygardag frá
21. mai til 10. september,
og tað ber til at sleppa av-
stað um morgunin og heim-
aftur um kvøldið.
Ferðirnar millum Vágar
og størsta bretska býin,
London, verða tvífaldaðar í
summar, tí flogið verður
nógv longri til London enn
undanfarin ár. Fyrsti túrur-
in til London Stanstead
floghavnina fer Atlantic
tann 15. mai og hildið verð-
ur á til 25. september, ella
tilsamans í 20 vikur. Flogið
verður báðar vegir hósdag
og sunnudag.
–
Møguleikarnir
eru
framúr góðir at ferðast víð-
ri úr Stanstead floghavnini
við lágprísfeløgum sum
Ryanair og easyJet til
nógvar býir kring um í Eur-
opa, sigur Atlantsflog í
tíðindaskrivi.
Aberdeen hevur verið eitt
væl umtókt ferðamál hjá
føroyingum, og hendan
rutan heldur fram sum vant
mánadag og hósdag.
Pakkatúrar og
hópferðir
Ferðaseðlar, pakkatúrar og
gistingar kunnu keypast hjá
ferðaskrivstovunum og á
heimasíðuni hjá Atlantic
Airways.
Fonnflog skipar eisini
fyri bólkaferðum til Lond-
on og Skotlands, har skipað
er fyri ferðing, gisting og
upplivingum, so sum mus-
ical og rundferð í London.
–
Upplivingarnar
og
shoppingmøguleikar
í
London og Edinburgh eru
nærum ótømandi, so ein
vika gongur skjótt. Men tað
ber eisini til at kombinera
bæði støðini, so tú flýgur til
London og heim aftur úr
Edinburgh - ella kanska
meiri sannlíkt til Aberdeen
og
heim
aftur
úr
Edinburgh,
sigur
Atlantsflog í tíðindaskrivi.
Kórið Suð hevur fyrireikað seg leingi og væl til konsertir, har millum annað kendir Abba-sangir
verða sungnir. Fyrsta konsertin var framúr góð, og nú standa klaksvíkingar og havnafólk fyri
tørni um vikuskiftið