leygardagur 7. mai 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 85 - 7. mai 2005
FØÐIDEILDIN
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Sosialurin hevur roynt at
fáa hendur á úrskurðinum
í málinum, men dómarin,
Peter Flügger, sigur við
Sosialin, at úrskurðurin
framvegis ikki var liðugt
skrivaður, tá blaðið fór til
prent.
Peter Flügger vildi ikki
geva eina munnliga frá-
greiðing um málið, men
segði, at partarnir fáa úr-
skurðin kl 13 fríggjadag-
in, eftir at Sosialurin er-
farin til prentingar, og
hann væntaði ikki at vera
liðugur at skriva úrskurð-
in fyrr enn tá.
Hóast hann var ógvu-
liga fámæltur, so segði
hann tó, at hann serliga
hevur nýtt eina aðra sak
sum grundgeving fyri
dóminum. Talan er um
sakina ímillum Fiski-
málastýrið og Føroya
Skipara– og Navigatørfel-
ag, sum varð avgjørd 17.
mars 2005.
Málið ímillum
Fiskimálastýrið og
Skipara- og
Navigatørfelagið,
sum úrskurðurin um
stríðið á føðideildini
er bygdur á, hevur
higartil fingið
tríggjar avgerðir í
trimum ymiskum
rættum. Nú bíða
partarnir eftir at
sleppa í hægsta rætt
FØÐIDEILDIN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Ellintur Abrahamsen, for-
maður í Føroya Skipara- og
Navigatørfelagi, sigur, at
málið, sum úrskurðurin hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum
er bygdur á, er málið sum
var í sambandi við, at
Skipara- og Navigatørfel-
agið ikki fekk ein sáttmála
fyri Brimil í síni tíð.
Tað endaði við verkfall-
ið. Ellintur greiðir frá, at
fimm av limum felagsins
eisini vóru arbeiðsleysir tá.
So hendi tað, at Tjaldrið
ein dag ikki hevði nakran
stýrimann. Skipara- og
Navigatørfelagið noktaði
limum sínum at søkja
arbeiðið, fyriuttan teimum
fimm
arbeiðsleysu
monnunum.
Fyrstu ferð tað var gjørt
hendi einki. Men aðruferð
felagið noktaði limum sín-
um at søkja, fyrr enn málið
um Brimil var komið í
rættlag, varð tað drigið í
fútarættin, sum noyddi
limirnar aftur til arbeiðis.
– Teir fóru so til arbeiðis,
og tað var ikki meiri at gera
við tað málið. Men seinni
kom málið inn fyri Føroya
rætt. Og teir góvu okkum
fult viðhald. Vit høvdu all-
an rætt til at fara í verkfall
og at nokta limum okkara
at søkja arbeiðið, staðfestir
Ellintur Abrahamsen.
Hann sigur tó, at málið
enn einaferð varð skotið
inn fyri rættin, hesuferð
Eystara landsrætt.
– Teir søgdu, at vit høvdu
ikki
loyvi
at
nokta
limunum at søkja arbeiðið,
tí verkfallið var ólógligt.
Og tað dugdu vit væl at
síggja, at um verkfallið var
ólógligt, so var fylgjandi
forboð tað eisini, greiðir
Ellintur frá.
Men framvegis er málið
ikki avgreitt. Føroya Skip-
ara- og Navigatørfelag hev-
ur søkt um at fáa eina
avgerð frá hægsta rætti.
– Vit hava framvegis ikki
fingið nakað svar, men eg
havi skilt á lagnum, at tað
fer at lata seg gera. So vit
bíða eftir endaligu avgerð-
ini, sigur Ellintur Abra-
hamsen at enda.
Púra burturvið
Skipara- og Navigatørfel-
agið er eitt av teimum 16
yrkisfeløgunum, sum hava
skrivað
undir
yvirlýsingina, sum sæst
aðrastaðni á síðuni.
– Vit eru ímóti, at fúta-
rætturin verður drigin inn í
mál, sum snúgva seg um
føroyska arbeiðsmarknað-
in. Serliga tí, at málini so
verða avgjørd eftir lógum,
ið eru galdandi fyri danska
arbeiðsmarknaðin. Og tær
lógirnar eru ikki galdandi í
Føroyum, vísir Ellintur
Abrahamsen á.
Hann sigur víðari, at
málini eisini verða avgjørd
av fólki, sum vita alt um
danska arbeiðsmarknaðin,
men einki um tann før-
oyska. Tí eru tey ikki før
fyri at koma við einum
nøktandi dómi.
– Vit eru ímóti, at dansk-
ar reglugerðir, sum ikki eru
galdandi her á landi, skulu
avgerða mál her á landi,
sigur Ellintur.
Spurdur hvat so átti at
verið gjørt í stríðnum um
føðideildina
og
við
ólógliga verkfallið, svarar
Ellintur Abrahamsen, at
partarnir áttu at funnið eina
semju sínamillum.
– Partarnir áttu at tosað
saman. Tað kann vera, at
tað eru nakrir trupulleikar,
men veruligu trupulleik-
arnir koma ikki fyrr enn
partarnir gevast at tosa
saman. Og um tað ikki
letur seg gera, so vilja vit
undir øllum umstøðum
mótmæla, at málið verður
flutt í fútarættin, sigur
hann.
Ellintur
Abrahamsen
skoytir tó uppí, at hetta er
eitt stríð ímillum tvey fak-
feløg og leiðsluna á sjúkra-
húsinum. Og at hendan
ósemjan hevur verið leingi
á veg.
– Eg haldi, at fakfeløgini
ikki hava dugað nóg væl at
finna loysnir. Málið hevur
tikið langa tíð, uttan at nak-
að ítøkiligt er hent. Tað er
skyldan hjá fakfeløgunum
at finna góðar loysnir, og
tað haldi eg ikki, at tey
hava
gjørt
í
hesum
førinum,
slær
Ellintur
Abrahamsen at enda fast.
Málið er ikki avgjørt
Dómarin í Fútarættinum:
Nýtti aðra sak
sum grundgeving
Verkfallsmálið um Brimil
ímillum Fiskimálastýrið og
Skipara- og Navigatørfelag-
ið, varð lagt sum grund fyri
dóminum frá fútarættinum.
– Tað er burturvið at fúta-
rætturin skal uppí málið,
heldur Ellintur Abrahamsen
Ein norsk uppfinning
tekur nú arbeiði úr
hondini á manninum,
sum vanliga stóð við
línurulluna umborð á
einum línubáti.
Sjálvvirkandi línu-
dragarin, sum Delitek
í Noregi hevur upp-
funnið, syrgir fyri, at
fiskurin, sum áður
var goggaður við
lúnningina, nú kemur
upp í »elevatori«
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á eini so stórari fiskivinnu-
framsýning, sum North
Atlantic Fish Fair, er nógv
at síggja, og hjá tær sum
tíðindamanni er ikki lætt at
velja burtur úr, hvar tú best
kanst brúka tína orku teir
dagarnar, stevnan varir. At
vitja einar 250 framsýnarar,
har fleiri enn 300 einstakir
framsýnarar eru á básun-
um, er næstan ógjørligt. Tú
kanst steðga á og spyrja teg
fyri, men tað er ógjørligt at
fregnast um alt, teir hava á
sínum básum. Hvør fram-
sýnari er á sín hátt áhuga-
verdur, og tú verður snøgt
sagt
»bumbaður«
við
informatión.
Nýggj uppfinning
Á felags básinum hjá Nes
kommunu hittu vit Theodor
Poulsen, sum eigur trolbát
og hevur siglt meginpartin
av sínum lívi. Hann og kon-
an, Katrin, hava eitt firma,
tey rópa TheoKat. Tey um-
boða ymiskt forvitnisligt,
sum tey hava fingið hendur
á, eitt nú í Noregi. Eitt av
hesum umboðum er ein
sjálvvirkandi línudragari,
har fiskurin ikki longur
verður goggaður við lúnn-
ingina.
– Við hesi skipan, sum er
rættiliga
nýggj
á
marknaðinum,
verður
fiskurin – tá ið hann kemur
upp í vatnskorpuna, førdur
inn
í
ein
sonevndan
»elevator«. Fyrst fer hann
upp í avkrøkjaran og síðan í
bandskipanina, sum síðan
lyftir fiskin upp í blóðging-
arpavnin
á
dekkinum.
Hetta merkir, at fiskurin
verður ongantíð goggaður,
sum vanligt er umborð á
útróðrarbátum og línubát-
um. Dettur fiskur av húk-
inum eftir, at hann er komin
inn í »elevatorin«, fer hann
ikki í havið aftur.
Theodor Poulsen sigur, at
tað er norska fyritøkan,
Delitek, sum hevur upp-
funnið og frameitt hesa
skipan, og tekniskur stovn-
ur í Tromsø í Noregi hevur
verið við í menningini av
henni.
– Skipanin er roynd um-
borð á útróðrarbátum, og so
hvørt sum hesar royndir eru
gjørdar, er hon eisini betr-
að, soleiðis at hon í dag
virkar sum ætlað.
Hann sigur, at hetta er ein
skipan, sum »avloysir«
mannin við rulluna.
Útróðrarbátar og
línuskip
– Í fyrsta lagi er skipanin
bygd til útróðrarbátar, men
nú verður hon so eisini
bygd til størri línuskip, har
hon verður »feld« inn í
skipssíðuna.
Theodur sigur, at tá ið
elevator-skipanin,
sum
annars
hongur
føst
í
lúnningini, ikki er í brúki,
verður hon tikin inn við
eini oljutrýstskipan og løgd
oman á blóðginhgarpavnin,
til drigið verður aftur.
– Eitt av endamálunum
við hesi skipan er, at fisk-
urin ikki verður goggaður,
og tískil verður dygdin á
honum eisini betur. Verður
tað einaferð soleiðis, at
fiskur verður førdur livandi
til lands í brunnbáti, er
hetta ein útmerkað upp-
finning. Hinvegin kann
maðurin, sum vanliga stóð
við rulluna, nú í størri mun
taka sær av blóðging og
kryvjing – og annars ansa
eftir, at línan, sum drigin
verður, kemur inn, sum hon
skal,
sigur
Theodor
Poulsen.
Nýggj uppfinning - sjálvvirkandi línudragari:
Tekur fiskin upp í
einum »elevatori«
– Við hesi skipan, sum er rættiliga nýggj á marknaðinum,
verður fiskurin – tá ið hann kemur upp í vatnskorpuna, førdur
inn í ein sonevndan »elevator«. Fyrst fer hann upp í
avkrøkjaran og síðan í bandskipanina, sum síðan lyftir fiskin
upp í blóðgingarpavnin á dekkinum. Hetta merkir, at fiskurin
verður ongantíð goggaður, sigur Theodor Poulsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Maðurin,
sum vanliga
stóð við rull-
una, kann nú í
størri mun taka
sær av blóðging
og kryvjing – og
annars ansa
eftir, at línan,
sum drigin
verður, kemur
inn, sum hon
skal, sigur
Theodor
Poulsen