leygardagur 7. mai 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 7. mai 2005
9
Árni Dam, russiskur
umboðsmaður í
Føroyum, er ógvuliga
harmur um, at
landsstýrið nú hevur
tikið øll loyvini aftur
um at lata russar
keypa smáan upsa í
Føroyum. Hann
heldur, at tað hevði
verið eitt gott hugskot
at latið teir smærru
útróðrarbátarnir
sloppið at fiskað upsa
við snellu, sum síðan
kundi verið seldur til
Ruslands
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hann vitjar á básinum hjá
Sosialinum á North At-
lantic Fish Fair, og øll tekin
eru um, at hann hevur nógv
jørn í eldinum. Telefonin
ringir, og hann tosar russ-
iskt.
Maðurin er Árni Dam,
russiskur konsul í Føroy-
um. Hann veit alt um virk-
semið hjá russikum skipum
í Føroyum – eisini teimum,
sum seinastu tíðina hava
keypt smáan upsa og hava
verið við til at »trýst« prís-
in upp á eitt líkinda støði.
Ein prís, sum áðrenn russ-
isku skipini byrjaðu at
keypa, var totalt í botni.
Skipið, sum hevur ligið á
Vestmanna, er nú á veg til
Íslands, har tað fer at taka
ímóti og frysta fisk í Njar-
víkini. Hetta skipið hevur
fryst millum 900 og 1000
tons av smáum upsa, sum
føroyskir trolarar hava fisk-
að seinastu vikurnar.
Skipini, sum hava ligið í
Saltangará, liggja har enn,
men nú verður eingin upsi
keyptur, tí loyvini eru tikin
aftur. Í komandi viku kem-
ur eitt russiskt skip eftir
fiskinum, sum tey hava
inni. Tey hava umleið 150
tons inni í part.
Árni Dam sigur, at bingj-
ur við tómum pakningi
standa
á
bryggjuni
í
Saltangará, um landsstýrið
kemur til, at tað kortini er
skilagott at lata russar
keypa ein part av tí smáa
upsanum, sum kemur upp á
land í Føroyum.
– Russar vilja geva 3,50
krónur fyri kilo av smáum
upsa, og hetta er við høvd-
inum. Eg stúri fyri, at prís-
urin á upsa fer at fella aftur,
nú skipini eru givin at
keypa, sigur Árni Dam.
Hann vísir á, at nógvir
seljarar hava gjørt vart við
seg og harmast um avgerð-
ina hjá landsstýrinum, nú
loyvini eru tikin aftur.
Snelluupsi
Árni Dam sigur seg hava
nevnt
møguleikan
fyri
landsstýrinum
at
lata
útróðrarbátar fiska upsa við
snellu og selja hann til
russar.
– Sum eg havi skilt, er
nógvur upsi at fáa sunnan-
fyri og útróðrarbátar, sum
royna við snellu, hava fing-
ið væl av upsa. Men veiðan
er neyvan lønandi við tí
prísi, sum givin hevur verið
fyri hendan fiskin.
Hann heldur, at nú norð-
havsróðurin hjá útróðrar-
bátunum sveik, hevði upsin
verið eitt gott alternativ hjá
hesum bátum, um teir
fingu meira fyri hendan
fiskin.
– Hevði landsstýrið givið
loyvi til, at russiskt skip
keypti hendan fiskin, kundi
eitt skip ligið í Suðuroy,
samstundis sum bátar –
eisini aðrastaðni úr Føroy-
um – kundu roynt við
snellu og havt støð í Suð-
uroy.
Árni Dam vísir á, at hetta
hevði ikki gingið útyvir rá-
fiskatilgongdina hjá før-
oysku fiskavirkjunum, tí
tað loysir seg ikki sum er
hjá smærru útróðrarbátun-
um at fiska upsa við snellu.
– Samstundis, sum hetta
hevði verið ein inntøku-
møguleiki hjá útróðrarflot-
anum, hevði hetta eisini
verið við til at tikið ein part
av tí stóra upsastovninum,
sum er við Føroyar – og,
sum helst er ein orsøkin til,
at minni er at fáa av toski,
sigur Árni Dam, russiskur
umboðsmaður í Føroyum.
Árni Dam:
Harmast avgerð landsstýrisins
um russarafiskin
– Latið
útróðrarflotan
sleppa at fiska
upsa við snellu
og selja veiðina
til russar, sigur
Árni Dam,
sum her vitjar
á básinum hjá
Sosialinum á
NAFF
Mynd:
Vilmund Jacobsen
Fyritøkan,
Hummingbird, sum
er eitt undirfirmað
hjá Furuno, hevur
gjørt eitt ekkolodd, ið
er ætlað stuttleika-
fiskimonnum, sum
fiska við tráðu
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú kunnu tey, sum fiska
við tráðu, keypa sær eitt
ekkolodd, soleiðis at síggj-
ast kann, um nakar fiskur
er, har tey standa. Somu-
leiðis kunnu tey síggja,
hvussu botnurin er – um
grynnur eru, kneysar ella
hvat tað nú kann vera, sum
er áhugavert at vita hjá
einum
stuttleikafiski-
manni.
Fekst og salt
– Hetta er spildurnýtt í Før-
oyum, sigur Jens Mortan
Rasmussen, sum arbeiðir
hjá Radiobúðini í Saltang-
ará.
Hann vísir á, at útbúnað-
urin serliga er ætlaður til
tey, sum fiska á vøtnunum,
men hann kann nýtast bæði
í feskum vatni og søltum
sjógvi.
– Sjávt ekkoloddið fyllir
lítið og »flotið«, sum ger,
at myndin slær út á ekko-
loddinum, kann nýtast sum
flot undir tráðuni.
Hann sigur, at ekkolodd-
ið til tráðufiskimenn er
gjørt til at røkka niður á 30
metra dýpi.
Jens Mortan heldur, at
eitt gott hugskot hjá tráðu-
monnum er at hava tvær
tráður við sær, tá ið farið
verður á sílaveiði.
– Tá kunnu teir hava
ekkoloddið undir teirri eini
tráðuni og fiska við hinari.
Soleiðis kunnu teir leita
eftir fiski – ella øðrvísi
botni,
samstundis
sum
fiskað verður.
Slær út…
Spurdur, hvussu væl fiskur
sæst á ekkoloddinum, sigur
Jens Mortan, at sjálvt um
bara ein fiskur er hjá
agninum, so sæst »skrivt« á
ekkoloddinum.
– So, hetta er ivaleyst eitt
hent tól hjá teimum sum
dáma væl at fiska við
tráðu, sigur Jens Mortan
Rasmussen.
Eitt slíkt ekkolodd kostar
einar 1.500-2.000 krónur.
Á áhugaverda básin-
um hjá Norðfra, sum
er fiskavirkið í Norð-
depli, vóru trý ættar-
lið, sum sýndu fram
vøruúrvalið, sum
virkið hevur at bjóða
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir eru royndir í fiskavirk-
isvinnuni, faðir og sonur,
John Høj og Jógvan Høj,
sum nú eigur og rekur
virkið, Norðfra í Norð-
depli.
Norðfra hevði bás á
North Atlantic Fish Fair, og
á básinum vóru ikki færri
enn trý ættarlið.
Umframt tann roynda,
John Høj, sum eigur og
hevur rikið Norðurfisk í
Árnafirði í mong ár, var
sonurin, Jógvan, sum eisini
hevur drúgvar royndir í
fiskaframleiðslu.
Aftrat teimum báðum var
eisini dóttir Jógvan, Ester,
sum situr á skrivstovuni á
virkinum í Norðdepli.
Tey trý høvdu eisini
onnur fólk til hjálpar á
áhugaverda básinum, eitt
nú var maður Ester og kona
Jógvan, sum so er mamma
Ester, eisini við.
Á NAFF sýndu tey fram
tær vørur, sum Norðfra
hevur at bjóða føroyska- og
útlendska marknaðinum.
Okkurt í umbúna
Norðurfisk í Árnafirði læt
aftur herfyri, men tað er
ikki vist, at virkið ikki letur
uppaftur.
– Vit eiga virkið, og
virkið fer ongan veg, sigur
John Høj, sum letur tað
líkasum hanga í »luftini«,
at okkurt er i umbúna í
Árnafirði.
Í løtuni vil hann tó ikki
siga, hvat hann hevur í
huganum, men sum skilst,
er ikki vist, at ein ætlan
liggur langt burturi.
Nú fæst ekkolodd
til tráðufiskiskap
Trý ættarlið umboðaðu Norðfra á NAFF
– Ekkolodd til tráðu er spild-
urnýtt í Føroyum, sigur Jens
Mortan Rasmussen, sum ar-
beiðir hjá Radiobúðini í
Saltangará
Mynd: Vilmund Jacobsen
Á básinum hjá Noðfra fingu landsstýrismaðurin í fiskivinnu-
málum og konan heita og góða suppu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Trý ættarlið á NAFF; Jógvan
Høj, dóttirin Ester og John
Høj, sum eigur og í mong ár
hevur staðið fyri
framleiðsluni á Norðurfisk í
Árnafirði. Ytst til høgru
stendur maður Ester
Mynd: Vilmund Jacobsen