Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 85 - 7. mai 2005 Arbeiðaraflokkurin Labour gjørdist vinnarin av valinum í Bretlandi hósdagin. Fyri fyrstu ferð í søgu floksins eydnaðist at vinna triðja valið á rað. Tað er tí greitt, at Bretland eisini komandi fýra árini skal stýrast av Labour. Minni greitt er tó, um tað verður við Tony Blair við róðrið alt hetta skeiðið. Og orsøkin er heldur laka valúrslitið, sum fyri stóran part verður mett skyldast Irakkríggið. Hóast Labour vann avgjørdan meiriluta varð valið ikki ein dygg álitisváttan. Flokkurin misti nógvar tinglimir og gekk aftur við góðum 6%. Teir konservativu og teir libe- ralu høvdu stóra framgongd. Hóast teir tilsamans í pro- sentum fingu størri undirtøku enn Labour, so er bretska valskipanin soleiðis háttað, at bert tann, ið vinnur tingsessin telur við í samlaðu og endaligu uppgerðini. Allir hinar atkvøðurnar fara "til spillis". Sostatt víkir bretska skipanin munandi frá valskipanunum í Norður- londum. Ein sannroynd er tað tó, at Blair og Labour hava vunnið ein søguligan sigur. Spurningurin er bara, hvussu leingi Blair fer at tvíhalda um forsætisráðharrasessin. Tað ljóðar longu nú, at fremsti floksfelagi hansara, Georg Brown, fíggjarmálaráðharri fer at avloysa Blair í hesum skeiðnum. Brown er sera væl umtóktur bæði í Labour og millum veljarar í hinum flokkunum. Skal Labour tí gera sær vón um at skriva søgu enn einaferð og vinna valið aft- ur um fýra ár, so vil Brown verða rætta kortið at spæla út til ta tíð. Hinvegin skerst ikki burtur, at Blair er fyrsti Labourleiðarin, sum hevur megnað at varðveita flokk- inum stjórnarvaldið trý skeið á rað. Komandi vikurnar verða tí helst avgerandi fyri, um vit fara at síggja týðandi broytingar í leiðsluni. Tað er eisini greitt, at Blair fer ikki at hava sama rásarúm at stýra og fáa lógir ígjøgnum í Undirhúsinum við einum skerdum meiriluti. Hann verður nú tvingaður til at reka konsesuspolitikk, har hann eisini má royna at fáa stuðul í einstøku málunum frá øðrum enn sínum egnu. Tað verður eisini ein týðandi uppgáva hjá Blair at fáa lekt sárini í sínum egna flokki. Serstakliga Irakkríggið hevur sett síni djúpu sár. Tað er eisini nettupp Irakpolitikkurin hjá Blair, sum fær skyldina fyri afturgongdina. Og síðani tætta samstarvið millum Blair og Bush. Nógvir eygleiðarar meta, at Blair komandi skeiðið fer at vera meira varin og ikki leggja seg so tætt upp at amerikanska forsetanum, sum hann hevur gjørt higartil. Eitt stórmál, sum eisini kann gerast ein meinbogi fyri Blair og stjórn hansara er komandi fólka- atkvøðan um EU-grundlógina. Samanumtikið er bretska valúrslitið ein stórur sigur fyri Tony Blair, sum mongu hildu, tá øsingin um Irak var uppá tað mesta, fór at verða noyddur at leggja frá sær. Hóast veingjaskerdur so hevur tað eydnast Blair at vinna, og tað er jú tað hetta snýr seg um. At hava ein meiriluta uppá meira enn 60 tinglimir eftir 8 ár í Downing Street 10 og í sera torførum tíðum við Irak á breddanum verður mett sum eitt gott úrslit hóast afturgongdina. At tað hevur eydnast Labour at varðveita ein sterkan búskap má eisini takast við, tá hugt verður eftir valúrslitinum. So meðan Irakmálið hevur togað skeiva vegin hava onnur stórmál so sum búskapurin togað rætta vegin fyri Blair og Labour. DAGSINS MEINING Sosialurin Vinnari men veingja- skerdur Blair VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Jacob Vestergaard Setti meg við áhuga at lurta eftir orðaskiftinum í Løg- tinginum týsdagin, tá málið um at byggja skúladepil í Suðuroynni, var til 1. við- gerð. Landsstýrismaðurin hevði nógv góð argumentir fyri at byggja skúlarnar saman í ein skúladepil, argumentir sum øll kunnu vera samd í, men eg hoyrdi onki argument fyri, ikki eitt einasta eitt, hvørki frá landsstýrismanninum ella øðrum, hví skúladepilin skal byggjast í Hovi/ Porkeri og ikki í Vági, har økið er gjørt byggibygvi. “Tilboðið” frá landsstýr- inum var áhugavert, men trupulleikin við “tilboð- num” er, at Vágs- og Tvør- oyrar kommuna taka ikki undir við tí. Tað er greitt, at um tær størru kommunur- nar ikki vilja vera við til at byggja eitt ellis-/røktar- heim í Suðuroynni, verður onki heim bygt. Hetta má ein fyrihalda seg til, antin ein er samdur ella ósamdur. Ætlanin hjá landsstýrinum við skúla- depli í Hovi/Porkeri og ellis-/røktarheimi í Vági kann ikki setast í verk. Tí nyttar ikki at læsa seg fast- an, men finna eina loysn, sum í mest møguligan mun gongur landsstýrinum á møti. Ein slík loysn kundi verið tann sum Vág og Tvøroyri nú eru samd um. Tað sum eg síggi fyri mær er, at um skúladeplin við lóg verður fluttur til Hovs/Porkeris, kemur út- grivnað økið á Vágseiði at standa sum ein vari um politiskan ódugnaskap í Suðuroynni. Hetta, at hvørki skúla- depil ella ellis-/røktarheim verður bygt í Vági, kann seta djúp spor. Eg havi sagt áður, og eg kann endurtaka tað her, at tað als ongan týdning hev- ur, hvar í Suðuroynni ein skúladepil verður bygdur, ella hvar í Suðuroynni eitt ellis-/røktarheim verður bygt. Tí er onki haldgott argu- ment fyri at flyta skúladep- ilin úr Vági til Hovs/Por- keris. Tvørturímóti eru nøkur argumentir fyri at byggja skúladepilin á Vágseiði, tí har eru ítróttar- umstøður, sum kunnu verða til gagns fyri depilin. Høvdu kommunurnar í Suðuroynni funnið eina semju í hesum máli, hevði tað verið tann besta loysn- in, óansæð hvat úrslitið var, men hetta hevur ikki eydn- ast til fulnar. Tó hava Vágs- og Tvøroyrar kommuna funnið saman og gjørt eina semju, sum eisini umfatar kommunusamanlegging. Hetta er tað sum flestu kommunurnar í Suður- oynni hava bíða eftir. Í staðin fyri at ilskast inn á Tvøroyri og Vág, og tosa um taktiskt spæl, tvang o.a., sum jú ikki kann brúk- ast til nakað sum helst, skulu vit menna Suður- oynna, eiga allar kommun- urnar at taka av møguleik- anum sum nú fyriliggur, og beinan vegin fara undir samráðingar um komm- unusamanlegging í Suður- oynni. Hetta seinasta, komm- unusamanlegging í Suður- oynni, hevur nógv størri týdning fyri Suðuroynna, og gevur Suðuroynni nógv meir, enn avgerðir um, hvar ávísir skúlar ella stovnar verða bygdir í Suðuroynni. Tá bergholið Hov-Øravík er liðugt og tá vit hava fingið dagført sambandi til Hvalbiar, hevur tað als ongan týdning, hvar ein býr, hvar ein arbeiðir ella hvar ein gongur í skúla í Suðuroynni. Vit búgva á einum “frímerki”, sum ein kommunustýrislimur tók til nú ein dagin, tí fjarstøðan millum bygdirnar í Suður- oynni er ongin. Fáa vit gongd á komm- unusamanlegging í Suður- oynni nú beinan vegin, hava vit alt at vinna. Suður- oyggin sum ein kommuna kann, meir enn nakað ann- að, verða við til at venda gongdini í Suðuroynni, og meir enn nakað annað, savnað suðuroyingar um mál/tiltøk, sum hava týdn- ing fyri oynna. Ætlanir sum verða trýstar ígjøgnum bera sjáldan ávøkstur. Tí er tað ikki rætt, sum støðan er nú, at lóg- geva fyri, at flyta skúla- depilin úr Vági til Hovs/ Porkeris. Egon Øregaard skúlastjóri á Tekniska Skúlanum í Tórshavn Tá tað tykist, sum Føroya Løgmaður nú hevur yvir- tikið málsøkið, sum vanliga ligur undir landsstýris- manninum í Mentamálum, fari eg at seta Løgmanni fyrispurningin. Hvussu kann tað verða, at Løgmaður kann grund- geva fyri, at tað er skilagott at gera Skúladepil, við fleiri ymiskum skúlum, í Hovi, tá flokkurin hjá løg- manni, við somu grundgev- ingum sigur, at tað er skila- leyst at gera Skúladepil, við ymiskum skúlum, í Tórs- havn? Skúladeplar: Fyrispurningur Skúladepil í Suðuroy