Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 7. mai 2005 11 HUXA-Fólkafloks- ungdómur Fólkafloksungdómur følir tað sum sína skyldu, alment, at vísa veljarum og tingbólki Fólkafloksins á sína ónøgd við komandi ætlanunum hjá lands- stýrinum at veita rækjuflotanum rakst- rarstuðul áljóðandi 10 mió. kr,- í tvey ár. Hetta er ífylgi okkum ikki liberalur vinnu- lívspolitikkur. Tann liberala og mone- taristika hugsanin er bygd á skilsemi tvs. tað, sum ikki vinnuliga ber seg, má falla. Hugsanin um felags gjald av und- irskotsrakstri hjá vinn- um, hoyrir gomlu keyn- esiansku búskaparpolit- isku hugsanini til og ikki tí monetaristisku hugs- anini, sum framstand- andi røddir í Fólka- flokkinum siga flokkin at standa fyri. Nýggi formaðurin í B ú s k a p a r r á ð n u m , Johnny í Grótinum, ávaraði í Degi og Viku týskvøldið 19 apríl 2005 ímóti almennu stuðuli til vinnuna. Hann segði or- søkina til rakstrarstuðul at vera, at reiðarar á rækjuskipum ikki tora at seta kapital í vága, tí at útlitini fyri undirskoti er ov stórur. Hetta er, sum fleiri kunnugt, orsaka av høga oljuprísinum og stóra útboðnum av rækj- um á ES-marknaðinum. Hví skulu pengarnir hjá skattgjaldarunum so set- ast í vága, tá ið reiðar- arnir ikki sjálvir tora at vága sín egna pening? Varð partafelagsskatt- urin ikki niðursettur frá 27% á 20% við tí fyri eyga at betra um kon- solideringsmøguleikarn ar hjá vinnuni? Tá ið Fólkaflokkurin velur at fara í samgongu við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, má tað helst vera tí, at Fólkaflokkurin ber so í bandi, at tað er alneyð- ugt at føra ein sunnan, studningsfrían og libe- ralan rækjuvinnupoli- tikk í samgonguni, sum flokkurin sigur seg standa fyri. Í løtuni eru vit vitni til, at núverandi sam- gonga við tí liberala Fólkaflokkinum, sum situr við trimum lands- stýrismonnum, og við góðum útlitum fyri at føra liberalan rækju- vinnupolitikk, fer at stuðla landsstýrinum í ætlanini at veita rækju- flotanum stuðul frá skattagjaldarunum kring landið, og harvið slóða fyri, at feilirnir í áttati- árunum kunnu verða endurtiknir. Tá ið ein vinna fær studning, fara kanska fleiri vinnur at banka uppá hurðarnar í Tinga- nesi. Hetta kann vera, í altjóða eygum, ein "falliterklæring" av tí føroyska samfelagnum og vinnulívi tess, at hvørja fer ein vinna kemur í kreppu, skal hon stuðlast. Umheimurin ikki hev- ur gloymt orsøkirnar til kreppuna fyrst í nítiár- unum, sum gjørdi, at uml. 7.000 fólk máttu rýma av landinum, tí vinnupolitikkurin í 80’árunum varð skeivt útinntur, har m.a. stuðul til vinnur, sum ikki kláraðu seg varð givin í sera víðfevnandi mun. Hví verður so ætlað at fara ígongd við at gera sama feilin umaftur, serliga tá undirskotið á fíggjarlógini fyri kom- andi ár, síðst vit frættu, sigst at fara at verða góðar 200 mió. kr,-?!? Fólkafloksungdómur vil mæla Fólkaflokkin- um til at standa fastur um ein liberalan vinnu- lívspolitikk, sum merkir, at tær vinnur, ið ikki eru burðardyggar, mugu falla, tí EINGIN borgar- ligur flokkur kann hava so lítla sjálvsvirðing at lata stuðul og svíkja sítt støðufesti og landsins skattagjaldarar til gagns fyri nakrar reiðarar, sum ikki tora at vága sín pening í eina vinnu, sum teir sjálvir tykjast meta at vera farna fyri skeyt- ið. Fólkaflokkurin- liberalur? Finnleif Guttesen Eftir at hava lurta eftir orðaskiftinum á tingið um miðnámsskúla í Suðuroy, so kemur tað týðuliga fram, at tingfólk skilja ikki við- urskiftini í Suðuroy. Fyri at fáa greiði á, hvat ein meiriluti av suðuroy- ingum ynskja, so er at taka formanninum í Tjóðveldis- flokkinum uppá orði og lata Gallup spyrja suðuroyingar, hvar teir vilja hava ein miðnámsskúla at liggja, í Hovs dali ella í Vági, og tað skal bert spyrjast um hetta eina málið. Ein kanning av Gallup, kann gerast uppá stutta tíð og tingfólk kunnu so við góðari samvitsku siga, at meirilutin hevur tala og vit gera sum ein meiriluti í Suðuroy ynskir. Jógvan við Keldu landsstýrismaður Sambært fyrispurningi frá Jóhan Petersen í Sosial- inum og Dimmalætting, nær fjølmiðlaábyrgdarlógin verður løgd fyri løgtingið, skal eg enn einaferð svara. Samgongan er samd um at yvirtaka fjølmiðla- ábyrgdarlógina. Hon er klár at leggja fyri løgtingið so skjótt yvirtøkulógin er sett í gildi á Ólavsøku. Abraham Mikladal Tað var bæði áhugavert og hugaligt at lesa skrivið hjá HUXA, har tey vísa ting- manning fólkafloksins veg- in í politisku hugsjónunum. Eg havi altíð havt sera ilt við at skilja at ein ultra liberalur flokkur, sum Fólkaflokkurin sigur seg vera — spyr bara Óla Breckmann, ferð aftaná ferð kann ganga undan á teimum mest grovu kradd- ara ferðum í landskassan fyri at veita reiðarum og vinnulívsfólki sosialhjálp. Her fossar millum teori og praksis. Fólkaflokkurin hevur sjongra, nú í ein mansaldur, at Tjóðveldisflokkurin er tann reina kommunisma. Men nú er so í øllum førum vent í holuni. Nú er tað Tjóðveldisflokkurin, ið er tann meira liberali á vinnu- økinum. Fyri Fólkaflokkin er, eftir øllum at døma, bert talan um liberalan vinnupolitik, so leingi sum peningur er at vinna. Tá skulu Palleba og Marsanna ikki váða sær at krevja nakað sum helst. Men tá vinnuvirksemi gev- ur hall so skulu júst Palleba og Marsanna gjalda undir- skoti!! Tað at privat vinnuvirk- semi fær slanguna í lands- kassan er til óbótaligan skaða, tað er so staðiliga prógva við gongdini í 80’unum fram til skrædli í 1992. Ætlanir at lata almennan stuðul til vinnulívi kunnu grundgevast við nógvum (og tíðum góðum) grund- gevingum, men trupul- leikin er, at í tí løtu stuðulin er latin, gerð hann meir skaða enn gagn. So títt og knapt stuðuls krónurnar eru farnar at leka úr lands- kassanum, avskeplast alt vinnuvirksemi. Allar sunn- ar og góðar stýrimekan- ismur verða tiknar burtur. Avleiðingarnar er ógvus- ligar og oyðandi. Tí eigur tingmanningin hjá Fólkaflokkinum at taka við læru av fólkafloksung- dóminum í Huxa og at- kvøða saman við Tjóð- veldisflokkinum ímóti at stuðul verður latin ræki- skipunum. Jón Ellendersen Tað grettir ikki, fert tú til handils - sum hjá mær - í INN í Norðskála, ella hjá øðrum í Brotinum í Runa- vík, Bónus í Saltangará, ella tað er ditto í Klaksvík, SMS og Bónus í Havn o.sfr. so standa fleiri bilar við dieselmotori við motorin- um í gongd. Útstoytini eru í barnahædd og eru sera, sera vandamiklir partiklar í dieselroyki, sum í Dan- mørk taka lívið av 1500 fólki hvørt ár. Tølini eru frá eini vísindaligari kanning. Alt fleiri og fleiri harm- ast og gerast ørg inná hesar bilar, ella rættari, bilførarar sum eru so líkasælir við hvussu teir dálka náttúruna og lunguni á børnum og vaksnum. Og tað er at harmast um, ikki minst tá tað ferð eftir ferð er prógv- að, at dieselroykurin ER sera vandamikil. Og summ- ir førarar lata motorin ganga upp í hálvan og heilan tíma. Spyrt tú bilførararnar hví teir lata bilin standa við motorinum gangandi, fært tú eitt heldur løgið svar: "Tí, annars kann motorurin fáa skaða!" ella: "Tí tað er ikki gott fyri motorin bert at koyra stutt strekki, og tí noyðist eg at lata motorin ganga!" Summir førarar eru sera, sera tekniskir og teppa eitt hvørt konufólk - í øllum føri við eini tekn- iskari svadu. Men er hetta so? Er tað skaðiligt og oyðileggjandi fyri ein dieselmotor, slepp- ur hann ikki at standa og koyra uttanfyri hvønn einasta handil í Føroyum? Spyrt tú førararnar, so er svarið sjálvandi JA! Men, spyrt tú onkran, sum hevur gott skil fyri dieselmotor- um, so er svarið NEI, tí tað er ein myta at tað skaðar motorin at koyra stytri strekki. Einaferð, fyri mongum, mongum árum síðani var tað so! Tá var tað skaðiligt fyri dieselmotorin bert at koyra stutt strekki. Men motorarnir í dag tola, og tola væl at koyra stutt strekki uttan at skula standa í gongd meðan førarin fer inn í ein handil at keypa. Tað er yvirhøvur eingin umbering fyri at førarar av dieselbilum skulu seta í heilsuna hjá børnunum í vanda við at lata motorin ganga. Men sum ikki einaferð, so eru myturnar sterkari enn veruleikin og tað er hvørki fyrstu ella seinastu ferð, at soleiðis er. Tían- verri eru tað ikki so heilt fáir bilsølumenn sum billa fólki inn, at tey noyðast at lata motorin ganga, koyra tey stutt strekki. Hvussu í víðu verð skuldi tað so verið møguligt at havt dieselbilar í teimum býum, har tú noyðist at sløkkja motorin hvørja ferð tú støðgar við eina ljóskurv og har tað er strangliga bannað at lata motorin ganga í meiri enn 1 minutt - tó í summum førum, 3 minuttir. Høvdu føroyskir dieselførarar rætt, vórðu eingir dieselbilar seldur í hesum býum. Tískil fari eg at heita á dieselførar um hereftir ikki at lata bilin standa og rúka, tí tá 1500 danir doyggja um árið, so sigur hetta so mikið sum, at einir 10 til 15 føroyingar eisini doyggja av teimum vandamiklu par- tiklunum, sum eru í diesel- roykinum. VIÐMERKINGAR Kenna løgtingsfólk viðurskiftini í Suðuroy Johan Petersen og fjølmiðlaábyrgdarlógin Hin føroyska "dieselmytan" er ein drepari! Er Fólkaflokkurin í hugsjónarloysi? Dánjal P. Mariusarson London, UK Ein loysn uppá fakliga stríðið á føðideildini á Landsjúkrahúsinum hevði verið at lagt stríð- andi fakfeløgini saman. Loysn upp á stríðið á LSH