Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 85 - 7. mai 2005 Andlát 27. apríl Elin Johannesen, Skála, 91 ár. 28. apríl Sámal Kristian Gunrim, ættaður úr Sumba, búsitandi í Svøríki, 72 ár. Leivur Næss Joensen, Tórshavn, 55 ár. 29. apríl Kathrina Jacobsen av Skála, ættað úr Sørvági, 85 ár. Ása Simonsen, Tórshavn, 85 ár. 30. apríl Arni Johansen, Tvøroyri, vanliga nevndur Arni hjá Erik, 86 ár. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mamma! Tú okkara stjørna var í sjeyti ár, Bleiktraði gleði og gleim í okkara heim. Í fimmtiátta ár tú eins og ein gongustjørna var um mann, børn og ommubørn. Hevði arbeiðslív og trygga tilveru. Tú vart stuttlig! Góða, vit tær takka fyri allar lívsperlurnar, ið tú okkum gav - sangirnar og søgurnar um mannalagnur - lív og deyða. Vit tær í minnigoymslu nú draga. Í Garðsenni, í bygdarinnar hjarta, hevur tú næstan alt títt lív búleikast. Runnið glað oman í smiðjuna til pápan, ella vestur á Hamar, inn við Krógv - at fløva hendur hjá ommuni og abbanum har, ella rann bygdina runt við telefonboðum. Gleðistár og sorgarlag, tú tíðliga okkum lærdi. Hetta at fevna løtuna - nýta hvørja sólstrálu av himli, og at deyðin var natúrligur partur av lívinum, var títt lívsgrundarlag. Hjá pápa vart tú sólin, ið gav lívinum innihald. Í fýratisjey ár tilsaman hava livað. Dugdu at reiðrast av nýggjum í barnaheimi tínum, ið tú vart so góð við. Okkum fýra gentur tit fyrst fingu. Forelskilsið og felagskapurin í hjúnarlagnum var tykkara stavnhald, bæði í logn og ódn. Og glað og stólt vart tú, á tínum fýratifýra ára føðingardegi, har tú so livandi sat við tveir dagar gamla soninum, og segði øllum frá, at nú var hann komin. Hetta var eitt satt bragd, helt pápi! Pápi var ikki einast tín maður, hann var eisini tín sálarvinur og á ein hátt tín máni. Hann lýsti fyri tær, tá myrkursins kreftir herjaðu og eingistin fyri sjálvum degnum vitjaði. Tín máni var um teg, tá skýggj róku fyri vág og vind og alt sýntist tómt og einkisigandi. Tó reisti tú teg altíð aftur, tók lagnurnar krókutu vegir í sál tína og flenti aftur. Smíltist til lívið. Og smíltist til tín kæra mann, sum alla tína sjúkralegu, skilti teg og elskaði teg. Tað, ið tit játtaðu í Hvalbiar kirkju, hildu tit - heilt til seinasta andadrátt. Saman fingu vit sagt: Verði vilji tín. Hvíl trygt hjá honum, sum tú hvørt kvøld bað til og hevði fulla vissu um. Tøkk mamma fyri alt, ið tú okkum gavst. Dóttur tín Nita Minningarorð um mína kæru mammu, Hady Næs Føðingar 25. mars fingu Gudný og Amanda ein lítlan beiggja, sum eitur Sølvi. Hann var 52 cm langur og vigaði 3000 gr. Foreldrini eru Simona og Petur Kristian. 5. apríl fingu Kára og Brian Rygaard, Vejen, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2958 gr. Hon eitur Rebekka Jøkladal Rygaard. 17. apríl fingu Sigrid Thomasen og Kristen Hjorth Nordby, Århus, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3855 gr. 21. apríl fingu Helga Mikkelsen og Jákup Johansen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3150 gr. 24. apríl fingu Jeanna Viderø og Mourits Mohr Viderø, Trongisvøagi, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3800 gr. 27. apríl fingu Frida og Hannis Egholm, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3150 gr. 29. apríl fingu Finnbjørg á Deild Olsen og Kári W. Olsen, Skopun, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4275 gr. 29. apríl fingu Anita í Dali og Sigmund Sørensen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4200 gr. 30. apríl fingu Hallfríð og Rúni í Hjøllum, Toftum, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3600 gr. 2. mai fingu Beinta Sørensen og Anton Egholm, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2650 gr. Sanna Hentze hevur í 4 ár givið zoneterapi, oyrnaaku- punktur og kostráðgeving á viðgerðarstovuni "Spírin" á Fugloyarvegi í Havn. Um- framt hetta hjálpir hon eis- ini fólki at leggja av at roykja. Zoneterapi er ein við- gerðarháttur, sum longu var nýttur fyri uml. 5000 árum síðani og byggir á, at menniskjan verður sædd í eini heild, har kroppur og sál er í sínamillum javnvág. Verður henda javnvág ó- rógvað av onkrari orsøk, verður ein sjúkur. Kropp- urin vísir eyðkenni, at okk- urt er galið. Endamálið við zone- terapiviðgerð er at fáa kroppin at virka optimalt. Spenningar í kroppinum minka, tað stimbrar blóð- renslið og gøgn í kroppin- um, soleiðis at hann fer at virka betri (kemur í javn- vág). Hetta verður gjørt við at trýsta á ymiskar refleks- zonir undir fótinum. Ein viðgerð tekur vanliga 45 min. Harafturat kunnu í hesum sambandi eisini gevast góð ráð viðvíkjandi kosti, og um tørvur er fyri ávísum vitaminum og mini- ralum. Tað er ójavnt, hvussu nógvar viðgerðir skulu til, sigur Sanna. Tað er tengt at aldri, almannastøðu, og hvørja sjúku talan er um. Oyrnaakupunktur er eis- ini ein elligamal viðgerðar- háttur, sum byggir á somu grundsjónarmið sum zone- terapiin. Tað kann gevast sum ein serstøk viðgerð, og eisini saman við zone- terapi. Oyrnaakupunktur hevur til dømis í nógvum førum roynst væl, tá ið fólk hava vilja lagt av at roykja. Sanna hevur eisini royki- avvenjingarskeið fyri ein- staklingum ella bólkum. Møtt verður eina ferð um vikuna í 6 vikur, har ein á ymiskan hátt fær vegleið- ing og hjálp til at leggja av. Umframt hetta hevur hon kostráðgeving fyri fólki, sum eru sjúk, ynskja at tapa seg ella vilja hava meira at vita um góðar kostvanar. Eisini bjóðar Sanna seg fram at halda fyrilestrar á skúlum, barnagørðum og stovnum um, hvussu ein kann varðveita eina góða heilsu. Ein góða heilsa er tengt at fleiri faktorum, so sum hvíld, svøvni, sunnum kosti og kropsligum aktivi- teti. Sanna er útbúgvin sum lærari og zoneterapeut/ oyrnaakupunktør og hevur tikið skeið gjøgnum Fyri- byrgingarráðið í roykiav- venjing og er í løtuni í ferð við at gera seg lidna við eina PD-útbúgving í Dan- mark innan kost og heilsu. Ringjast kann millum kl. 8.00 og 11.00 frá mánadegi til fríggjadag á tlf. 316134/ 516114 Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna www.spírin.fo Zoneterapi, oyrnaakupunktur og kostráðgeving