Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 7. mai 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 7. mai. Flavia, deyð í umleið ár 95. Henda abba- dóttir keisaran Vespasianus gjørdist kristin og varð rikin í útlegd 8. mai. Stanislaus, deyður í 1079. Biskupur í Kar- kow. Hann varð tikin av døgum, tí hann hevði at konginum Boleslav. Tjóðarhalgimenni hjá póllend- ingum 9. mai. Kaspar. Ein av teimum trimum heilagu kongunum. Føroyska navnið er Jaspur, týdningurin er ókendur. Krúndiamantbrúdleyp Sunnudagin, 8. mai, hava hjúnini Gunda og Niels Pauli Djurholm, Kollafjørð, krúndiamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Nú er tíð liðin síðan Jógvan abbi og Olg-omma løgdu árarnar inn. Eg minnist so væl, tá ið eg og Jógvan fyri meira enn tíggju árum síðan komu saman. Vit vóru ung og torført var hjá nógvum at skilja, at vit vildu vera saman hóast hendan unga aldur. Men, tit bæði vóru ongantíð í iva, og av tí at tit altíð vóru so blíð at koma inn til, so føldi eg meg sum tað sjeynda ommu- og abbabarnið frá fyrsta degi. Hvørki eg ella Jógvan høvdu koyrikortið, tá ið vit komu saman og tískil var Jógvan abbi ofta ein sera góð hjálp. Tá ið eg og Jógvan bæði vóru liðug í 10. flokki, fekk eg mær eitt ár frí. Tíðirnar vóru ringar og ringt var at fáa arbeiði, men tað eydnaðist at fáa arbeiði á Skeljavirkinum á Oyri. Bæði døgurða- og nátturða- steðgur var, og tá stóð bilur og bíðaði uttan fyri virkið. Onkur helt skemtiliga fyri, at nú bíðaði svigar- abbin eftir mær. Ongantíð bað eg Jógvan abba um at koma at koyra meg og ongantíð bað eg Olg-ommu gera mær bæði døgurða og nátt- urða, men eg fekk tað altíð. Tá ið eg so byrjaði á Kambsdali, ja so visti Jógvan abbi altíð, nær eg kom við bussinum til Streymin og koyrdi meg út til Jonhild og Óla Jákup. Hóast eg búði í Hósvík, ja so slapp eg ikki longur enn til Streymin við bussinum sum oftast. Góð vóru tit við meg og eg við tykkum. Av tí at Jógvan hevur búð inni hjá tykkum og verið ansaður av tykkum, so vóru tit nakað serligt fyri hann og gjørdust serlig fyri meg. Vit hava mangan sitið hjá tykkum til langt út á kvøldið og prátað, og tískil er tað heldur løgið at tykkara heim, nú er vorðið okk- ara heim í eina tíð í øllum førum. Eg hugsi um tað hvønn dag, tá ið eg komi aftur frá arbeiði. Hetta er ikki tað sama. Tú Jógvan abbi eigur at sita í einum ávísum stóli við vindeygað og leggja kabal og Olg- omma plagdi altíð at stákast í køkinum. Men, tit eru har ikki meira, og lívið skal halda fram, men minnini hava vit. Eg og Jógvan tosa ofta um, hvussu deiligt tað er, at tit bæði fingu loyvi til at vera til okkara brúdleyp. Somuleiðis gleðast vit um, at tit fingu loyvi til at uppliva at gerast langomma og langabbi til okkara børn. Men, eg vildi fegin, at bæði Jónas og Karin sluppu at uppliva tykkum longur, so at tey kundu minnast, hvussu góða umsorgan og kærleika tit vístu okkum. Tit vóru so spent, tá ið vit fóru at tosa um húsini sum vit eru í ferð við at byggja. Spell at tit ikki fingu høvi at síggja tey meira enn á eini tekning. Men, vit sleppa ikki at hava okkara kæru altíð og ofta er ringt, tá ið vit skulu skiljast. Hóast aldurin var høgur, so vildu vit, at vit høvdu tykkum at fara til altíð. Tit bæði vóru myndin um eitt hjúnarlag. Hóast tit høvdu verið saman í meira enn hálvhundrað ár, ja so blómaði kærleikin millum tykkum. Tit hugnaðu tykkum og skemtaðu og saman við tykkara gestablídni, fór mann altíð út frá tykkum við einum smíli og í góðum lag. Hóast tit ikki eru her meira, hava vit øll nógv at takka fyri og tað skerst ikki burtur, at tit eru í hugan- um hjá okkum hvønn dag. Minnini hava vit og fyri mítt viðkomandi havi eg bert góð minni um tykkum bæði. Takk fyri alt, og allar mest takk fyri, at tit tóku ímóti mær sum ein av tykkara egnu frá fyrsta degi. Hvíli í friði. Eyðgerð Minningarorð um Olgu Poulsen f. 16.04.27 – d. 09.06.04 og Jógvan Poulsen f. 13.07.26 - 04.10.04 25 ára starvs- dagur Seinnapartin í gjár var mót- tøka hildin í Odd Fellow- húsinum. Tað var Jørgen Thygesen, sum hevði hesa móttøkuna í sambandi við 60 ára føðingardag sín. Hetta var samstundis ein móttøka í samband við at Jørgen hevur verið 25 ár í starvi hjá BERNER A/S. Sunnukvøldið 8. mai kl. 20 skipar samkoman Lívdin í Hoyvík fyri sangløtu í høl- unum hjá Grímu á gamla Meiarínum í Tórsgøtu 9 í Havn. Luttakarar vera m.a. MC Restorff og Anna Háberg og tónleikarar úr samkom- uni Lívdini í Hoyvík. Eisini verður nógvur góður fe- lagssangur. Sangløtan varar í umleið tveir tímar við einum stutt- um kaffisteðgi inn ímillum. Tiltakið er ókeypis. Sangløta á Maiarínum Anna Háberg fer eisini at luttaka á sangløtuni sunnukvøldið