Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 85 - 7. mai 2005 Týsdagin var móttøka, í samband við at Skipafelag- ið Føroyar og Eimskip nú eru løgd saman í eitt felag. Nógv fólk vóru við til hesa móttøkuna, og verður mett at nærri 700 fólk stukku inn á gólvið ta løtu- na, móttøkan vardi. Millum gestirnar vóru nógvir føroyingar, sum vera man. Men haraftrat vóru nógvir gestir komnir úr Íslandi, millum annað Bjørgólfur Gudmundsson, sum er høvuðseigari av Eimskip og nevndarfor- maður í íslendska Lands- bankanum, eins og stjórin í Eimskip, Baldur Gudna- son. Tveir fyrrverandi Eim- skipa-stjórar í Føroyum vóru somuleiðis við, nevni- liga Linda Bjork Gunn- laugsdóttir og Brynjar Viggoson. Umframt tað at fólk høvdu høvið at skifta orð saman varð eisini skipað fyri ymiskum undirhaldi, m.a. sang Eivør Pálsdóttir sang, samstundis sum Birgir Enni borðreiddi við fiskasuppu, og so var eisini pinnamatur. Móttøkan var ein stað- festing av teirri umfatandi samanleggingini, sum fevnir um eini 1500 starvs- fólk í mongum londum. Hetta var eisini fyrstu ferð at tað dagførda logo’ið hjá 9felagnum varð brúkt. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 700 gestir til móttøku Baldur Gudnason (vm.) saman við Árna Dam – tveir av høvuðsmonnunum í felagnum Árni Dam heldur røðu Linda Bjork Gunn- laugsdóttir, fyrr- verandi stjóri hjá Eimskip Føroyar (hm.) og Símun Mittún, fyrrverandi stjóri hjá Klement Petersen Eini 700 fólk vóru møtt til móttøkuna