Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tungt at reka ferðavinnu Tað er tungt at reka ferðavinnu á smá- plássunum, sigur for- maðurin í Sandoyar Sýslu Ferðalag. Tungt er at fáa fígging til felagið, og vinnan í økinum er rættiliga avmarkað og tí held- ur ikki tann stóra inntøkukeldan til raksturin FERÐAVINNA Edvard Joensen Sandoy: Økið er avmark- að, og tað er fólkatalið eisini. Tískil er lítið grund- arlag fyri at fáa fígging til raksturin av Sandoyar Sýslu Ferðalag, sigur for- maðurin í felagnum, Laura Joensen. Kortini royna tey sum frægast at menna ferðavinnuna í økinum, sum hevur so nógv at bjóða fremmandafólki. Felagið fær stuðul frá kommununum í Sýsluni. Tó undantikið Skopunar Kommunu, sigur Laura Joensen. Og tað ger stóran mun, at ein so stór komm- una í oynni ikki er við. Kommunurnar stuðla Kommunurnar stuðla sam- an við Ferðaráðnum so mikið, at til ber at hava eitt hálvt fólk til arbeiðis á Kunningarstovuni. Restina av fíggingini mugu Kunn- ingarstovan og felagið so sjálvt royna at fáa til vega. So er tað tiltakið »Dest- ination Viking«, sum er eitt sera gott íkast til at fáa raksturin at hanga saman, sigur hon. Hetta tiltakið, har arbeitt verður saman við Forn- minnissavninum og Ferða- ráðnum um at sýna fram ymiskt søguligt, eitt nú út- grevsturin Heima á Sandi. – Tað er heilt avgjørt, at tað ger mun, at Kunningar- stovan verður meira sjón- lig, sigur Laura Joensen. Fólk gerast meira áhugað, tá tey síggja og hoyra, at her hendir nakað. Men tað er so nógv, sum manglar í fyri at kunna reka ferðavinnuna á sama støði sum á størru plássunum, sigur hon. Til dømis er trupult at fáa hús til teirra, sum hóast alt vísa áhuga og vilja gista í økinum. Tað er ikki tí, at húsini ikki eru her. Tað standa tóm hús at kalla í hvørjari bygd. Men ymsikt er sum bendir á, at fólk, sum eiga hesi húsini, ikki eru serliga áhugað í at leiga tey út. Í hvussu er ikki gjøgnum Kunningarstovuna, sum er tað staðið, har fyrispurn- ingarnir fyrst og flestir koma. Tað kann vera, at tað eisini heldur fremmanda- fólki eitt sindur aftur við at vitja í Sandoynni. Eitt annað, sum heilt av- gjørt hevur manglað í økin- um, er eitt matstað. Eitt stað, har fólk kunnu koma inn av vegnum og fáa sær ein bita at eta. Gaman í er eitt slíkt í um- búna Heima á Sandi. Men tað verður bara opið um vikuskiftið. Eftir eru so allir hini dagarnir í vikuni, har fólk noyðast at hava egnan matpakka við sær í oynna ella klára seg við eini pylsu av Statoilstøðini á Sandi ella úr pylsuvognin- um í Skálavík. Fuglafjarðamodellið Men nú er tað kortini ikki bara neyð og elendigheit tað heila. Víst eru glottar og spennandi tiltøk at fara til í Sandoyar Sýslu, sigur Laura Joensen. Sands Kommuna hevur fingið hús, har Kunningar- stovan hevur fingið tilboð um at flyta inn. Hetta verður gjørt eftir sonevnda Fuglafjarðar- modellinum, har samstarv er millum kunningarstovu og bókasavn, soleiðis at tað altíð er lív í hølinum. So eru tað eisini onnur tiltøk, sum skipað verður fyri í ferðavinnusambandi, sigur Laura Joensen. Úr Skálavík verður skip- að fyri gongutúrum, har millum annað kann gistast í húsinum i Norðasta Haga. Eisini verður gjørdur onkur drunhvítatúrur í summar- dimminum. Eisini aðrar fjallastovur eru at vitja í oynni, greiðir Laura Joensen frá. Til dømis húsið í Slavansdali. Laura Joensen sigur, at hon setir stórar vónir til til- takið »Søguslóðir«, sum hevur roynst væl aðra- staðni, eitt nú á bretsku oyggjunum fyri norðan. Alt skal henda teir tríggj- ar summarmánarnar, tá fremmandafólkið vitjar. Og tað er ov lítið at liva av. Tí má vertstíðin leingjast. Og júst her kunnu søguslóðir- nar koma upp í leikin. Tí út- grevsturin er alt árið á Sandi, hóast fuglurin, sum góður møguleiki er at síggja um summarið, er farin. Skipast má fyri tiltøkum, sum kunnu vekja áhugan og vitanina um oyggjarnar í Sandoyar Sýslu. Og eitt slíkt er tónleikafestivalurin, sum skipað verður fyri í summar. – Koma fólk til Sands á festival, kann so skjótt henda, at tey eisini fáa eyga á okkurt annað av tí nógva, vit hava at bjóða her, sigur Laura Joensen, formaður í Sandoyar Sýslu Ferðaráð. Skipað verður fyri gongutúrum norður eystantil á Sandoynni. Til dømis úr Skálavík og norður undir Borgina. Eisini á vetrardegi kann føroyska náttúran vera stórbær og vøkur, og tað millum annað er hetta, vit skulu vísa ferðafólki, sum koma at vitja uttan fyri vanliga ferðafólkatíð, sigur Laura Joensen Mynd: Edvard Joensen Tað er sera tungt at reka eitt felag sum okkara, tí fólkagrundarlagið er so lítið í økinum. Av tí sama verður vinnan eisini avmarkað, og ringt verður at fáa eitt líkinda fíggjarligt grundarlag undir ferða- vinnuni, sigur Laura Joensen, formaður í Sandoyar Sýslu Ferðalagi Eins og brotið á lónni í Húsavík hevur sína tíð at byggja seg upp, tekur tað eisini tíð at byggja upp eina berandi ferðavinnu í so lítlum øki sum Sandoyar Sýslu, sigur formaðurin í Sandoyar Sýslu Ferðalag Mynd: Edvard Joensen Nr. 85 - 7. mai 2005 15