Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 85 - 7. mai 2005 Orðaskiftið síðani flagg- dagin og 1. mai røður hava víst, at flaggdags- røðan hjá Maluni Marnersdóttur er ikki óaktuell enn. Endamálið við henni var at birta upp undir eitt orðaskifti um tjóðskap okkara í einum størri høpi, tí uttan felagsskap við onnur yvirliva vit ikki. Merkið er okkara góða flagg, og uppskotið um eitt felags grønlendskt- danskt-føroyskt flagg bjóðar til eitt orðaskifti um tann felagsskapin, sum vit eru í, ella um vit kanska vilja í ein annan Tað eru í dag 65 ár síðani Merkið gjørdist føroyska flaggið. Henda 65 ára dag kundu vit litið at longu søguni hjá merkinum, frá tí at Jens Lisberg skapaði tað í 1919 burtur úr krossmerkinum og somu litum, sum fløggini hjá grannalondunum. Tað fari eg kortini ikki at gera, men heldur nevna nakað um tey virðini, sum vit í dag leggja í Merkið, og sum støðugt verða endurskoðað. Eitt áhugavert við teimum er, tey eru skapað í bók- mentunum. Bókmentirnar hava m.a. ta uppgávu at eggja hugin og seta gongd á hugsanarsemið, og tað gera tær púra einaveldugt: Tey skaptu Merkið langt áðrenn nakað røktist fyri einum heilt ella hálvt sjálvstøðug-um landi í Føroyum. Síðani hava bæði tjóðveldispolitikarar í fremstu røð og onnur kunngjørt, at nationalstaturin - tjóðarstaturin - er deyður! Reytt sum blóð og fannahvítt Beinanvegin Jens Lisberg hevði teknað flaggið, og Ninna Jacob- sen hevði seymað tað fyrsta í 1919, fóru fólk undir at fylla meining í tað, geva tí symbolska merking. Gunnar Dahl Olsen var kvikur at yrkja ein sang, har tær fyrstu reglurnar tilnevna virðini, sum litirnir hava varð-veitt síðani: Reytt sum blóð og fannahvítt og blátt sum havsins bylgja. Hans Andrias Djurhuus arbeiddi víðari við hesi myndini í sang- inum, sum varð yrktur árið eftir og sum í dag er "flaggsangur" okkara: Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð. Her eru blóð, himmal og sjógvur, vatn og vetur, løgd í flaggið umboðandi tey fýra grund- elementini í heiminum: vatn, mold, eldur og luft. Orðalagið er fyrst kátt, síðani rættiliga hátíðarligt tí sagnorðini standa í tí sjáldsama ynskihátti "Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt". Í yrkingini "Úr trøllamyrkri í morgunroða" ger Hans Andrias Djurhuus flaggið til symbol fyri tjóðina, sum "skal .. bróta sær rás og veg" og flaggið skal bera boð um, at fólk "kenna land sítt og sjálva seg." Flaggið er nú symbol fyri framtíðina, Yrkjararnir settu á henda hátt flaggið inn í mentanina. Teir løgdu virði niður í tað, ásettu hvat litirnir standa fyri og lýstu ta uppgávu, tað skuldi hava fyri land og fólk. Luturin varð symboliseraður og tey virðini, sum flaggið fekk í hesi til- gongdini, hava síðani hava verið hildin uppi og vird millum annað á flaggdegnum. Virði í tilveruni Men 65 ár er long tíð og so leingi halda eingi symbol sær uttan at verða mett av nýggjum. Tann tilgongdin byrjaði kanska longu í 1942, tá ið Regin Dahl yrkti "Til merkið" á ólavssøku í Keypmannahavn. Regin Dahl gevur flagginum virði, sum ikki eru tjóðskaparlig ella umfata flokkin av føroyingum, men heldur alment persónlig virði: Í hansara yrking skal flaggið verða borið á odda á trimum ferðum: eina ferð aftur til barnalondini, eina ferð út "á havsins ferð", altso lívið, og ta seinastu ferðina "í fedra jørð". Flaggið er hjá Regini Dahl eitt persónligt symbol, stendur fyri eksistentiell virði, virði í persónligu tilveruni. Hesi seinastu góðu tíggju árini hava vit sæð fleiri aðrar og meira provokerandi endurskoðanir. Myndlistafólkini hava gjørt sítt til at endurmeta hetta týdningar- mikla symbol. Aðrir møguleikar Á Listasavninum hongur ein mynd hjá Mariusi Olsen, sum kallast "Landslag við flagg- stong", har eitt tómt flagg er mitt í eini mynd við útsýni út yvir Havnina við Nólsoynni í baksýni við einum kjarnorkulíknandi skýggi um Høgoyggj. Rundan um hetta motivið er ein bordi við 24 ymiskum flaggdúkum, sum kunnu setast í tað tóma flaggið í myndini. Tað føroyska er ein møguleiki, tað íslendska, danska, grønlendska og finska aðrir, um- framt tað japanska og ísraelska, kinesiska Mao-stjørnan, ES- flaggið, týska nazistaflaggið og fleiri afturat. Alt møgulig fløgg, sum kundu verið tað, sum átti at hingið á stongini í myndini. Skuldu vit roynt tað japanska og farið at gingið í kimono og lært okkum fínligan atburð? Ella prísa okkmu lukkulig fyri, at tað ikki er svastikamerkið, sum er flagg okkara, hóast eisini tað er eitt kross- og sólarmerki? Hóast myndin hjá Mariusi Olsen liggur sera nær myndunum hjá víða- gitna samiska listamanninum Hans Ragnar Mathisen, er hon hugvekjandi. Samisku myndirnar við tóma flagginum eru gjørdar, áðrenn flaggið hjá samum varð viðurkent í 2003, men myndin hjá Mariusi Olsen er gjørd, með- an vit hava havt flagg okkara. Flaggdagsrøða Orðaskiftið um ríkisflaggið hevur verið hart, síðani hetta varð lagt fram á flaggdegnum