Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 7. mai 2005 17 an í Havn 2005 Rættað danskt Gløgt er gestsins eyga, siga vit, men ikki minni provokerandi. Eitt nú yrkingasavnið Ophav eftir Ole Wich. Savnið viðger støðuna hjá einum útiseta í Føroyum, yvirskriftirnar á yrkingunum eru á føroyskum, og tekstirnir á donskum. Uttan í eini yrking, sum er føroysk og lýsir, hvussu týdningarmikið málið er hjá einstaklinginum. Sum eitt ekkó úr føroyska orðaskiftinum, sigur yrkingin: Nýtið móðurmálið og tú veitst hvør tú ert. Derfor taler jeg dansk. Á permuni á savninum er ein mynd av einum donskum flaggi, har reyði liturin hevur breitt seg nakað inn á hvíta krossin. Alt er rættað á permuni sum í eini fyrisøgn, sum lærarin hevur havt á hondum: Ophav er rættað til Upphav. Navnið á høvundinum, Ole, er rættað til Óli. Á flagg- inum er við pílum víst til, hvar flatarnir eiga at vera hvítir, og tvørturum Dannebrog er skrivað, at ein "reyður krossur og bláar strípur mangla". Ein spurningur hetta reisir er, um alt føroyskt er danskt, sum er rættað! Nógv megi verður vissiliga brúkt til at greiða frá at lýsa tað føroyska í mun til tað danska, at tað før- oyska er ikki danskt. Hjólveldi Eisini Tóroddur Poulsen hevur viðgjørt flaggið. Í yrkinga- savninum Villur hevur hann við sínum argandi lag umskrivað fyrstu reglu í sanginum "Sjá tú blánar" hjá Hans Andrias Djur- huus á henda hátt: "Tá tú bráðnar. Blánar. Sjá: hav. Og heiðin himmal." Hann hevur harumframt eins og Marius Olsen og Ole Wich gjørt eina mynd av flagginum. Tað eitt nýtt litografiskt prent, sum fæst Grafiska Verkstaðnum í Gundadali. Myndin vísir eitt føroyskt flagg, har reyði kross- urin og bláu rendurnar eru rekkjur av súkklum. Í einum av hvítu flatunum er teknaður ein dansiringur av spøkilsum í myrkamorreyðum troyggjum við silvurknappum á økslini kvøðandi "Føroyingar sum her nú koma saman." Spøkilsisdansi- ringur við reyðum og bláum hjólhestum rundanum, og myndin eitur "Hjólveldi"! Mentan og orðaskifti Tað er gott, at onkur viðgerð týdningarmesta tjóðarsymbolið, viðger tað sum verður lagt í tað og prikar tað andaliga letið, sum hóttir við at gera meira um seg enn gott er. Uttan hesar kerligu og spísku, skemtiligu-álvarsomu viðmerkingarnar kunnu vit valla kalla okkum ein modernaða, mentaða tjóð. Og tað vilja vit vera, uttan mun til hvat politik- ararnir fáa upp í lag. Felagsfløgg Hvat um vit gjørdu eitt nýtt flagg? Eingin ivi er um, at Merkið er flagg okkara her í Føroyum, og tað er gott. Men tá ið nú tjóðarstaturin er farin í søguna, hvat so við at havt eitt flagg saman við teimum, sum vit í løtuni eru saman við? Sagt verður, at ríkisfelagsskapurin skal verða ein felagsskapur millum trý lond, sum eru javn- sett. Hvat hevði tá verið meira natúrligt enn at havt eitt felags flagg? Eins og Norðurlond hava Svanaflaggið, ES bláa flaggið við 12 gyltum stjørnum í einum rundingi - talið hevur einki við talið á limalondum at gera, men 12 er traditionelt symbol fyri tað fullfíggjaða og heilskapta. USA hava "Stars and Stripes". Og bretar, sum hava eitt flagg sum er sett saman av gomlum enskum, walisiskum, skotskum og írskum fløggum. Nýggj flaggsøga So lat okkum í dag byrja eina nýggja flaggsøgu, og nú standa fýra fólk aftanfyri hetta flaggið. Fyri nøkrum døgum síðan kom listakvinnan Astri Luihn við einum uppskoti til eitt flagg, sum skuldi vera ein heild sett saman av pørtum úr øllum trimum fløggunum, tí grønlendska, danska og føroyska. Saman hava vit báðar og Malan Johannesen, sjónvarpskona, skapað hetta felags flaggið. Astri teknaði tað og Katrin Bonde, teatur- skraddari, seymaði tað. Útlegging okkara av myndini er, at okkara bláa fold stígur sum sólin upp úr havi móti tí reyða himmal-inum við tí hvíta kristna krossinum. Soleiðis hava vit varðveitt sólina í tí grønlendska flagginum, tann hvíta krossin í Dannebrog og litirnar reytt, hvítt og blátt í Merkinum. Vegna okkum tríggjar vildi eg fegin handað Føroya løgmanni hetta fyrsta flaggið fyri alt ríkið at bera fram á árliga ríkisfund- inum. Tað átti at veittrað saman við teimum trimum tjóðarfløgg- unum og sjálvandi blaktra uttan fyri ST. Er løgmaður ikki hjá- staddur finna vit eitt annað høvi og til tá verður flaggið at síggja á Listasavninum. Geri so væl, nýtt flagg til nýtt orðaskifti. Malan Marnersdóttir Myndir: Bárður