leygardagur 7. mai 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 85 - 7. mai 2005
Njósnaðist fyri Ísrael
Mikudagin tók amerikanska løgreglan ein starvsmann
í verjumálaráðnum Pentagon, tí illgruni er um, at hann
hevur njósnast fyri Ísrael. Tað avsannar ísraelska
stjórnin.
Í verjumálaráðnum hevur tann 58 ára gamli Law-
rence Franklin arbeitt við ymsum spurningum, sum
viðvíkja Iran, og amerikanska løgreglan sigur, at á
sumri í 2003 gav hann jødiska felagsskapinum Israel
Public Affairs Committee (APAC) fleiri loynilig skjøl
um Iran. APAC er ein felagsskapur hjá jødum í USA,
og sambært AP verður hann hildin at hava stóra ávirk-
an. Ísraelska uttanríkisráðið avsannar, at myndugleik-
arnir hava hava havt nakað samband við Lawrence
Francis, ella at teir hava fingið nøku skjøl frá honum.
Í august í fjør segði amerikanska sjónvarpið CBS, at
samveldisløgreglan FBI hevði fingið prógv fyri, at ein
týðandi embætismaður í Pentagon hevði latið Ísrael
loynilig skjøl. Tá FBI herfyri rannsakaði húsini hjá
Lawrence Francis, funnu løgreglumenninir 83 skjøl, ið
vóru stemplað loynilig, og 38 teirra vóru stemplað sum
sera loynilig, skrivar AP.
Umhugsa hvalaveiði
Japan hóttir nú við at taka ta vinnuliga hvalaveiðina
uppaftur, um altjóða hvalaveiðinevndin IWC ikki kem-
ur við nýggjum reglum fyri hvalaveiði.
Yoshimasa Hayashi, sum er formaður í uttanríkis- og
verjunevndini hjá japanska tjóðartinginum, var í vikuni
í Washington, har hann boðaði frá, at Japan umhugsar
at taka hvalaveiðina uppaftur. Hann vísti á, at IWC
samykti í 1990 at gera nýggjar reglur fyri vinnuliga
hvalaveiði. Men at tær eru ongantíð gjørdar, og nú hava
japanar mist tolið, segði Hayashi.
IWC skal halda fund í suðurkoreanska býnum Ulsan
í næsta mánað, og Yoshimasa Hayashi sigur, at fæst
ikki semja tá um, nær tær nýggju reglurnar skulu kom
i gildi, fer Japan aftur undir vinnuliga hvalaveiði í egn-
um sjógvi. Hann ávaraði um, at Japan fer kanska at
taka seg burtur úr IWC, og hann roknaði við, at so fara
Russland, Kina og Suðurkorea at gera tað sama. Hendir
tað, verða bara lond, sum eru ímóti vinnuligari hvala-
veiði, eftir í nevndini, segði hann.
Ísraelsmaður nýnazistur
Ísraelska løgreglan hevur tikið ein ísraelskan hermann,
sum er skuldsettur fyri nýnazistiskt virksemi.
Hermaðurin, sum ikki er nevndur við navni, bleiv
tikin, tí hann hevði fingið sær eitt nazistiskt tekin á
annan armin, skrivar AP. Tað gjørdi, at løgreglan fór at
kanna íbúð hansara á Vestara Áarbakka, og har komu
løgreglumenninir fram á ymiskt nýnazistiskt tilfar, sum
hermaðurin eftir øllum at døma hevði fingið sær av
alnótini.
Nýnazistiskt virksemi er rættiliga óvanligt í Ísrael,
men AP vísir á, at nógv fólk, sum ikki eru jødar, hava
fingið ísraelskan ríkisborgararætt tey seinastu árini, tí
onkur av forfedrunum var jødi. Mong teirra eru komin
úr fyrrverandi sovjetskum lýðveldum, og fleiri teirra
eru kristin.
Grava lík uppaftur
Í USA hava myndugleikarnir gjørt av, at eitt lík, sum
varð jarðað fyri 50 árum síðani, skal gravast uppaftur.
Líkið er av tí svarta Emmett Till, sum bleiv illa við-
farin og myrdur í august í 1955. Hann var 14 ára gamal
og bleiv eftir øllum at døma myrdur, tí hann hevði
bríkslað eftir einari hvítari kvinnu. Tá drápsmenninir
høvdu myrt hann, tveittu teir líkið í eina á, har tað
seinni bleiv funnið.
Talskvinnan hjá FBI, Deborah Madden, segði
fyrradagin, at tey 50 ára gomlu skjølini hjá løgregluni
vísa, at líkið bleiv ongantíð kannað, og tí bleiv sjálv
deyðsorsøkin heldur ikki staðfest. Tað skal gerast nú,
og við kanningini vónar FBI at fáa svar uppá, hvør tað
var, sum myrdi tann 14 ára gamla drongin. Tað bleiv
heldur ikki staðfest tá, og tann seki ella teir seku eru tí
heldur ikki revsaðir.
UTTAN ÚR HEIMI
Bretski forsætisráð-
harrin, Tony Blair,
hevur fyri triðju ferð
á rað vunnið eitt
parlamentsval, men
sigurin var ikki so
sannførandi sum hin-
ar báðar ferðirnar.
BRETLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tony Blair er vorðin søgu-
ligur, tí hann er tann fyrsti
Labour-formaðurin, sum
hevur megnað at vinna trý
parlamentsval á rað, og
verður hann sitandi í for-
sætisráðhaeeasessinum alt
valskeiðið, fer hann at taka
metið frá Margareth That-
cher, sum satt ellivu ár á
rað sum bretskur stjórnar-
leiðari.
Men sigurin hesaferð var
øðrvísi enn hinar báðar
ferðirnar. Tá hevði Labour
stóra framgongd, og sein-
asta valskeið hevur Labour
havt 161 umboð í meiriluta
í undirhúsinum. Nú er
meirilutin tódnaður nógv, tí
sambært tølunum í gjár fær
Labour ímillum 60 og 80
umboð í meiriluta í hesum
valskeiðinum.
Í takkarrøðuni, sum Blair
helt í sínum egna valdømi,
Sedgefield í Norðurong-
landi, segði hann, at valið
hevði víst,. at veljararnir
vildu hava eina Labour-
stjórn, men við minni
meiriluta.
- Hesum mugu vit svara
við skynsemi, vitan og
ábyrgd. Vit mugu tryggja, at
vit leggja dent á tað, sum
hevur týdning fyri fólk t.v.s.
tað, sum tey rosaðu um
undir valstríðnum, segði
Blair. Hann ásannaði sam-
stundis,
at
Irak-kríggið
hevði havt sína ávirkan á
valið.
- Eg veit væl, at kríggið í
Irak hevur býtt fólk okkara
sundur, men eg vóni, at vit
kunnu sameinast aftur í
framtíðini.
Aðrar oddamenn
Eygleiðarar
í
London
søgdu í gjár, at afturgongd-
in hjá Labour fer helst at
skunda undir kravið um, at
Tony Blair skal lata fíggjar-
málaráðharran,
Gordon
Brown, taka við.
Tann
58
ára
gamli
Brown, sum fær æruna av
teirri góðu búskapargongd-
ini og tí lítla arbeiðsloysin-
um í Bretlandi, var upp-
stillaður í skotska valdøm-
inum Kirkcaldy/Cowden-
beath, og hann fekk 58 pro-
sent av øllum atkvøðunum
har.
Men sambært eygleiðar-
unum er tað ikki bara La-
bour, sum fær nýggjan for-
mann um stutta tíð. Teir
vænta, at bæði teir kon-
servativu og liberaldemo-
kratarnir fara at leita eftir
øðrum formanni í komandi
valskeiðinum.
Konservativ
framgongd
Formaðurin í konservativa
flokkinum, Michael How-
ard, ásannaði gjáranáttina,
at Labour og Blair høvdu
vunnið, men hann kundi
samstundis fegnast um, at
hansara flokkur hevði fing-
ið størri framgongd, enn tey
flestu høvdu væntað. Í gjár
vístu tølini, at teir konser-
vativu høvdu fingið næstan
40 tinglimir afturat.
- Eg haldi, at hetta valið
var eitt týðandi stig ímóti
einari endurreisn hjá flokki
okkara,
segði
Michael
Howard.
Harafturímóti høvdu lib-
eraldemokratarnir
ikki
nógv at gleða seg um. Und-
an valinum varð roknað
við, at flokkurin fór at fáa
munandi framgongd, men
uppteljingin vísti, at flokk-
urin fekk bara fýra umboð í
undirhúsið afturat, og tað
var nógv minni enn vænt-
að.
Fyrrapartin í gjár kunn-
gjørdi valnevndin, at fyri-
bilstøl góvu arbeiðara-
flokkinum 352 umboð í
undirhúsið, teir konser-
vativu høvdu fingið 192 og
liberaldemokratarnir 59.
Vann hóast stóra
afturgongd
Tony Blair og konan Cherie fegnast um sigurin valkvøldið