leygardagur 7. mai 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 • leygardagur • 7. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Rógvi
er ís-
lendsk-
ur
steypa-
vinnari
Kristi himmalferðardag
var finaludystur í lítlu
íslendsku steypakapp-
ingini
–
sonevnda
deildarbikarið.
Finalan stóð millum
KR og Þróttur, og Rógvi
Jacobsen var frá byrjan
partur av miðverjuni hjá
KR. Og hóast óvanda
plássið, so stóð føroyski
landsliðsmaðurin
seg
væl, og spældi hann all-
ar 90 minuttirnar á
tamb.
Leingi var líkt til, at
Þróttur skuldi vinna.
KR var annars á odda 1-
0 í steðginum, men við
tveimum tøttum málum
koppaði dysturin. Tað
eydnaðist tó Rógva og
teimum at koma aftur í
aftur, og eitt korter fyri
leiklok javnaði Skúli
Jón Friðgeirsson. KR
hevði nú greitt yvirtak,
og sum skilst, so var tað
eisini uppiborið, at teir
fingu sigursmálið fimm
minuttir fyri leiklok.
Hetta málið skeyt Sig-
mundur Kristijansson,
og so kundu Róvi og
liðfelagarnir fegnast um
fyrsta steypið á árinum.
Deildar-bikarið er
fyrra steypakappingin í
Íslandi, og verður hon í
nógvar mátar nýtt sum
eitt slag av upphiting til
landskappingina. Um
hetta so eisini merkir, at
føroyska
landsliðs-
áleyparin nú skal venja
seg við leiklut í mið-
verjuni, verður tó einki
sagt um enn.
-jm
Bygdirnar eiga finaluna
Óvæntaðu úrslitini í
fjórðingsfinaluni bera
við sær, at høvuðs-
staðurin fyri fyrstu
ferð, síðani steypa-
finalan gjørdist part-
ur av Ólavsøkuni, ikki
verður umboðaður í
steypafinaluni
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Bólturin er rundur, einki er
avgjørt, fyrrenn alt er av-
gjørt og allar hinar frasur-
nar, sum verða nýttar í
fótbólti, hava enn eina ferð
staðið sína roynd. Tá ið lut-
urin varð kastaður í steypa-
kappingini fyrr í vár, varð
beinanvegin fokuserað á, at
nú var møguleiki fyri, at
B36 og HB fyri fyrstu ferð,
síðani steypafinalan gjørd-
ist partur av Ólavsøkuni,
kundu hittast í steypa-
finaluni.
B36 og HB eru á ovastu
plássunum í landskapp-
ingini. Men eftir at fjórð-
ingsfinalurnar vórðu av-
greiddar Kristi Himmal-
ferðardag, er tað púra greitt,
at høvuðsstaðurin fer ikki at
verða umboðaður í steypa-
finaluni. B36 reyk út orsaka
av umsitingarligum kleyvar-
skapi, og hósdagin tapti HB
á heimavølli fyri ÍF.
2. deildarliðið hjá B71
vann á TB, botnliðið í 1.
deild, GÍ, vann á heimavølli
á Skála, sum teir sunnu-
dagin á sama vølli taptu
fyri í landskappingini, og
B68 í 2. deild vann á Fram
í 3. deild.
Øll úrslitini vóru meiri
ella minni óvæntað, og ikki
minst á Toftum, har sigurin
hjá B68 var so tepur, sum
hann
kundi
vera,
var
úrslitið óvæntað. Úrslitini
bera við sær, at Eysturoy
fer at eiga annað liðið í fin-
aluni, og at stríðið um hitt
plássið fer at verða millum
felag í Eysturoy og B71.
Í hálvfinaluni 6. juli og
24. juli verður spælt so-
leiðis: ÍF-B68 og B71-GÍ.
ÍF og B71 eiga heimavøll 6.
juli,og B68 og GÍ eiga
heimavøll 24. juli.
Fyrsta finalan á Ólav-
søku var í 2001, tá ið B36
vann á KÍ. Í 2002 vann NSÍ
á HB, í 2003 vann B36 á
GÍ, og í fjør vann HB á
NSÍ. Fyrsta finalan á Tórs-
vølli var í 2000. Hon var
ikki á Ólavsøku, og tá vann
GÍ á HB.
GÍ er einasti hálvfinalu
luttakarin, sum eigur lut í
steypinum, sum tað hevur
verið spælt um síðani í
1999. KÍ vann í 1999, GÍ í
2000, B36 í 2001, NSÍ í
2002, B36 í 2003, og í 2004
vann HB.
Fleiri enn 34 túsund
vóru vitni til fína
steypafinalu, sum
undirstrikar, at
danskur fótbóltur
hevur væl betri tak á,
enn hann hevði bara
fyri fáum árum síðani
DANSKA
STEYPAFINALAN
Jóannes Hansen
Kristi Himmalferðardag er
steypafinala á skránni í
donskum fótbólti. Soleiðis
hevur tað verið í hálvt
hundrað ár, og soleiðis var
tað eisini í fyrradagin.
Hesa ferð vóru FC Mid-
tjylland og Brøndby í final-
uni. Tað varð vónað, at 30
túsund fóru at møta upp, og
tað møttu fleiri enn 34
tusund
í
góðveðrinum.
Lagið á teimum var gott, og
tey bæði toppliðini syrgdu
fyri intensari uppgerð, góð-
um spæli og fimm málum.
Brøndby vann 3-2 eftir
longda leiktíð, og harvið
vunnu teir bláu og gulu
steypakappingina
fyri
fimtu ferð, síðani teir fyrst í
áttati árunum við stórari
ferð struku inn á danska
fótbóltspallin.
Brøndby var á odda 1-0 í
hálvleikinum. Fyrrapartin
av 2. hálvleiki skoraði
FCM tvey mál, og so tóktist
tað sum um, at tað skuldi
ganga, sum tað so ofta
hevur gjørt hjá Brøndby
higartil í vár. Men so varð
ein av FCM spælarunum,
Pimpong, rikin av vøllin-
um, tí hann fekk seinna
gula kortið, og síðsta løtan
gjørdist støðugt trýst á
FCM málið.
Brøndby javnaði til 2-2,
og tíðliga í seinna umfarin-
um í longdu leiktíðini skor-
aðu teir sigursmálið. Tá var
eingin orska eftir hjá FCM.
Báðir partar vóru samdir
um, at útvísingin var avger-
andi, og FCM venjarin,
Erik Rasmussen, var ikki
blíður, tí hann helt seinna
gula kortið og harvið
útvísingina vera burturvið.
Brøndby fyri fimtu ferð
Higartil hava havnarfeløgini altíð átt umboð, tá steypafinala hevur verið á Tórsvølli, men soleiðis verður ikki í ár