leygardagur 7. mai 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 85 - 7. mai 2005
Símun Eliasen, ÍF:
- Hatta
var
óført
Fyrrverandi HB-leikar-
in, Símun Eliasen, sum
nú er aftur í barn-
dómsfelagnum ÍF, var
sum verða man sera væl
nøgdur við sigurin á
havnarliðnum og harvið
sessin í hálvfinaluni.
- Hatta var veldugt. Tað
var
umráðandi
fyri
okkum at skora tíðliga í
dystinum. Aftaná málið
taka vit tempoið úr
dystinum, og so koyrir
dysturin fyri tað mesta
upp á okkara premissir,
helt Símun eftir dystin.
- Tað hevði eisini alt at
siga, at vit vóru klárir
frá fyrsta bríksli, tí tað
hevur verið ein vansi hjá
okkum í ár, at vit ikki
altíð hava verið klárir
frá byrjan. Vit stóðu
eisini væl á vøllinum frá
byrjan. Teir hava bóltin
nógv og leypa nógv á,
men tað kanst tú altíð
rokna við, tá ið tú spælir
móti HB í Gundadali.
Dysturin var eisini
serligur fyri Símun á
tann hátt, at hetta var
fyrsta
vitjanin
hjá
honum í Gundadali móti
HB, síðani hann skifti
frá føroyameistarunum í
vetur, og hann fekk eis-
ini fitt av lógvabrestum
úr HB-húsinum, tá ið
stadionspeakarin kunn-
gjørdi hansara navn
undan dystinum.
- Tað var eitt sindur
løgið undan dystinum,
men tá ið dysturin var
byrjaður, hugsaði eg
ikki um tað, segði
Símun Eliasen.
tn
Sylla Ahmed legði ÍF
á odda, longu tá ið
minni enn tveir
minuttir vóru leiktir
av fjórðingsfinaluni
millum HB og ÌF í
Gundadali hósdagin,
og tað var nóg mikið
til, at verjani steypa-
vinnararnir ruku út
LØGMANSSTEYPIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Teir áskoðarar, ið høvdu
leitað sær í Gundadal í góð-
veðrinum Kristi Himmal-
ferðardag at hyggja at dyst-
inum, fingu ikki nógvan
valuta
fyri
pengarnar.
Dysturin var illa leiktur við
lítlum
samanhangandi
spæli og einari rúgvu av
steðgum í dystinum.
Eitt álop-eitt mál
Fuglfirðingar fingu eina
dreymabyrjan upp á dystin.
Stadionurið vísti 01:40, tá
ið bólturin lá í meskunum í
HB-málinum.
Gunnar
Nielsen hjá ÍF slapp fram-
við Janusi Joensen í høgru
síðu og legði innfyri, har
Magni á Lakjuni í tveimum
atløgum vann ein nærdyst
við Bárð í HB-málinum.
Bólturin kom fyri føturnar
á Sylla Ahmed, sum stadd-
ur áraka brotssparksblettin
sendi mitt í málið, hóast
tveir HB-leikarar royndu at
verja fyri á sjálvari má-
strikuni.
Hetta var ein veruligur
hvøkkur fyri HB, sum tókt-
ist hava ógvuliga ilt við at
koma í gongd. Greipuvinn-
ararnir frá í fjør hava ikki
funnið stevið enn í ár, og
álopsspælið hjá teimum var
ógvuliga stirvið og óskip-
að. Tað er eisini ógvuliga
undrunarvert, at Heine
Fernandez hevði valt at seta
Jákup á Borg at leika høgra
bakk og flyta Hall Daniel-
sen fram um á høgra
miðvallarapláss, sum Jákup
vanliga røkjur. Jákup er væl
skjótari spælari enn Hallur,
og tað var júst slíkum
monnum, ið HB hevði tørv
á móti ÍF-verjuni, sum ikki
er av teimum skjótastu.
Hinvegin var nógv meiri bit
í álopsspælinum hjá ÍF.
Gamaní vóru fuglfirðingar
ikki so ofta á vitjan framm-
an fyri málinum hjá HB,
men teirra álopsspæl tóktist
meiri málsøkið og ágrýtn-
ari. Ikki minst var tað ein
fragd at síggja Sylla Ah-
med, sum við sínum bólt-
førleika fleiri ferðir gav
HB-verjuni
grá
hár
í
høvdið. Saman við Magna á
Lakjuni man Sylla ivaleyst
manna
tekniskt
dugna-
ligasta álopið í landinum.
HB hevði sínar
møguleikar
Tað var ikki óvæntað, at tað
var HB, sum sat á tí mesta
av dystinum. Teir fingu eis-
ini ein gyltan møguleika at
javna, tá ið fyrri hálvleikur
var hálvrunnin. Tór-Ingar
Akselsen slapp inn um
verjuna hjá fuglfirðingum
og bleiv so rendur um koll
av Bartal Eliasen og Pól
Ennigarð. Dómarin, Georg
Rasmussen, ivaðist ikki og
dømdi brotsspark. Men
brotssparkið sendi Tór-
Ingar sjálvur væl upp um
málið hjá Allani Joensen.
Í seinna hálvleiki var
talan fyri tað mesta um eitt
langt HB-álop, og heima-
liðið hevði eitt hav av
hornaspørkum, men teir
opnu
málmøguleikarnir
vóru ikki nógvir í tali.
Nakrir vóru tó, men tann
størsta málmøguleikan eftir
steðgin átti kanska ÍF, tá ið
Sylla slapp leysur við
Bárði, sum tó bjargaði væl.
Annars var dysturin nógv
merktur av, at ÍF royndi at
trekkja tíðina út. Tað er
eisini væl skiljandi, at teir
gjørdu tað, tí teir vóru á
odda. Hinvegin eigur dóm-
ar-in at steðga slíkum, og
tað var als ikki gjørt í
Gundadali hósdagin. Gam-
aní hevði Georg Rasmus-
sen fleiri ferðir at fuglfirð-
ingum og bað teir skunda
sær, men tá ið eitt lið blívur
við, er neyðugt at taka
ostaflísuna fram og ikki
bara halda áfram við at
geva munnligar ávaringar.
Hetta við at drýggja sær
tíðina, tá ið man er á odda,
sum vit kenna best úr út-
londum, sær út til at vinna
fram í Føroyum, og tað var
dysturin í Gundadali eitt
sera gott dømi um. Vónandi
fara dómararnir her á landi
at sláa hart niður á hetta
fyribrigdi, tí tað er ikki tað,
sum
áskoðararnir
hava
goldið pening fyri at síggja.
ÍF vann dystin 1-0, og tað
merkir, at teir skulu spæla
hálvfinalu
móti
tofta-
monnum um sess í finaluni
á Ólavsøku. Havandi í huga
hvørji lið eru eftir í kapp-
ingini, eru fuglfirðingar
kanska eisini tað besta
boðið upp á ein komandi
steypavinnara.
At teir vunnu dystin móti
HB var kanska ikki heilt í
tráð við spælbýti og mál-
møguleikar, men hinvegin
tóktust fuglfirðingar verða
nógv svangari eftir at
vinna, enn hvat havnar-
menninir vóru, og tí var tað
kanska uppiborið, at ÍF nú
er í hálvfinaluni.
HB-ÍF 0-1 (0-1):
Eitt mál var nokk
Hóast HB hevði leikligu yvirvágina, so tóktust fuglfirðingarnir vera munandi svangari eftir
sigrinum, og tað varð í seinasta enda avgerandi
Mynd: Jens Kristian Vang
HB-ÍF 0-1(0-1)
1-0: Sylla D. Ahmed 2.
HB: Bárður Johannesen - Jákup á Borg, Rasmus
Nolsøe, Johannis Joensen, Janus Joensen - Hallur
Danielsen(65. Heine Fernandez), Rúni Nolsøe, Kári
Nielsen, John Heri Dam(46. Rókur av Fløtum Jesp-
ersen) - Hans á Lag, Tór-Ingar Akselsen
ÍF: Allan Joensen - Eyðálvur Petersen, Bartal Elia-
sen, Pól Ennigarð, John Thomsen - Gunnar Niel-
sen(90. Áki Petersen), Símun Eliasen, Høgni Zach-
ariassen, Rúni Elttør(70. Fritleif í Lambanum) -
Sylla Ahmed, Magni á Lakjuni(86. Hanus Eliasen)
Gul kort: Johannis Joensen - Bartal Eliasen, Høgni
Zachariassen og Rúni Elttør
Dómari: Georg Rasmussen
FAKTA UM DYSTIN
Janus Joensen, HB:
- Vit
kunnu
takka
okkum
sjálvum
Sterki vinstri bakkurin
hjá HB, Janus Joensen,
var ógvuliga misnøgdur
við avrikið hjá føroya-
meistarunum eftir ósigur-
in fyri fuglfirðingum
hósdagin.
- Vit eru simpulten for
slappir. Eg veit ikki, um
vit kanska fara á vøllin og
halda, at vit hava vunnið
dystin
frammanundan,
men teir geva okkum ein
hvøkk beinan vegin, og
tað eigur at fáa okkum at
vakna, segði Janus eftir
dystin.
Janus, sum var ein av
teimum frægu hjá HB,
helt eftir dystin, at HB
hevði ríkuligt av mál-
møguleikum bæði til at
javna og at leggja seg á
odda, men at teir vóru alt
ov óneyvir framman fyri
málinum hjá ÍF.
- Vit hava nokk av kjans-
um, men eru ikki nóg
skarpir. Teir hava eisini
okkurt kontraálop og eru
nær við at koma upp á 2-
0, segði Janus.
tn