leygardagur 7. mai 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 7. mai 2005
21
FM í
amboðs-
fimleiki
Leygardagin tann
7. mai og sunnu-
dagin 8. mai 2005
verða árligu FM
kappingarnar í
amboðsfimleiki
fyri einstaklingar í
bólki 1 og 2
FIMLEIKUR
tíðindaskriv
Kappingarnar
verða
hildnar í Ítróttarhøllini á
Hálsi í Havn. Byrja
verður leygardagin kl.
13.00 og sunnudagin kl.
14.00.
Leygardagin verður
einstaklingakappingin,
tvs. at tá verður kappast
um samlaða FM heitið í
øllum
amboðum.
Sunnudagin verður am-
boðskappingin, tvs. tá
verður kappast í hvørj-
um amboð fyri seg. Ein-
staklingakappingin
leygardagin er sam-
stundis kvalifikatión til
amboðskappingina
sunnudagin. Seks teir
bestu fimleikararnir í
hvørjum amboði leygar-
dagin kvalifisera seg til
amboðskappingina
sunnudagin.
Tey luttakandi feløgini
eru: Fok, Støkk, Ljósið
og Havnar Fimleika-
felag. Hjá gentum lut-
taka 26 fimleikarar,
harav 16 í bólki 1 og 10
í bólki 2. Hjá dreingj-
unum luttaka 15 fim-
leikarar, harav 8 í bólki
1 og 7 í bólki 2.
Hetta er tann seinasta
kappingin í amboðs-
fimleiki fyri teir yngru
bólkarnar. Seinni í mai
mánað verður kapping-
in fyri teir eldru bólk-
arnar.
Hallur
Christiansen, TB:
- Fingu
ikki
spælið at
koyra
Annar av framherjunum
hjá TB, Hallur Christi-
ansen, helt eftir dystin,
at TB kanska hevði und-
irmettt B71 undan dyst-
inum, og at tað kostaði
teimum dýrt.
- Vit taka kanska ikki
uppgávuna í nóg stórum
álvara, og vit spældu í
alt ov lágum tempo,
haldi eg. Eg haldi eisini,
at vit í alt ov stóran mun
høvdu hug til at leypa
miðjuna um, og av tí
sama gjørdust vit ikki
nóg vandamiklir, segði
Hallur Christiansen.
- Somuleiðis fingu vit
ongantíð glið á spælið
hjá okkum, og teir stóðu
væl á vøllinum og góvu
okkum
ikki
nógvar
møguleikar, segði ungi
framherjin eftir dystin.
tn
Eli Hentze, B71:
- Vit
spældu
skilagott
Veteranurin
á
B71-
liðnum, Eli Hentze, var
errin av ungu monnun-
um hjá B71, sum hós-
dagin syrgdu fyri, at
B71 fyri fyrstu ferð í
ellivu ár er í hálvfin-
aluni í kappingini um
Løgmanssteypið.
- Eg haldi, at vit høvdu
neyðuga tolið og stóðu
væl, og sum heild
spældu vit skilagott eftir
mínum tykki, segði Eli
Hentze.
Veteranurin helt, at tað
serliga var í umdystin-
um, at sandoyingarnir
høvdu munin á vertun-
um, og hann dylur ikki
fyri, at teir eru ómeta-
liga ernir av úrslitinum
á Sevmýri.
- Eg haldi, at tað var
eitt fantastiska flott av-
rik av ungu manningini
hjá okkum, staðfesti Eli
Hentze.
tn
TB-B71 2-4(1-1):
Sandoyingar í hálvfinaluni
Við sínum fyrsta sigri
á Sevmýri síðani 1996
vann B71 sær hósdag-
in sess í hálvfinaluni í
kappingini um Løg-
manssteypið, og so
langt eru teir ikki
komnir í steypakapp-
ingini síðani í 1994
LØGMANSSTEYPIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kristi Himmalfaradag hitt-
ust tey bæði liðini, sum í
fjør stríddust um at vinna
næstfremstu deildina, í
fjórðingsfinaluni í steypa-
kappingini. TB og B71
brustu saman á Sevmýri, og
tá ið avtornaði endaðu
sandoyingar omaná, men
neyðugt var at spæla í 120
minuttir fyri at finna ein
vinnara.
Tvøramenn javnaðu í
evstu løtu
Í fyrra hálvleiki av dystin-
um á Sevmýri vóru tað
kanska gestirnir, sum vóru
teir vandamiklaru, men tað
var tó heimaliðið, ið setti
hol á. Fyrri hálvleikur var
hálvrunnin, tá ið Hallur
Christiansen fekk pláss úti í
høgra borði til at leggja inn-
fyri, og við handaru stong
kom veteranurin Jón Jo-
hannesen tuskandi, og hann
langaði bóltin í netið til 1-0.
Eftir leiðslumálið var
B71 fleiri ferðir nær við at
javna, tá ið teir royndu seg
við góðum skotroyndum,
men Predrag í TB-málinum
vísti veruliga, hvør dugur
er í honum. Men TB-mál-
verjin noyddist tó at kap-
itulera beint undan steðg-
inum, tá ið Símun Hansen
við einum dreymalangskoti
úr 25 metra fjarstøðu, ið
tók í samankomingina, áðr-
enn tað fór í netið, syrgdi
fyri, at javnvág aftur var í
dystinum.
Útjavnandi málið hjá
sandoyingum gav teimum
blóð upp á tánna, og teir
tóku eisini leiðsluna stutt
eftir steðgin. TB misti bólt-
in í uppspælinum, og Clay-
ton Soares hjá B71 snýtti
ein verjuleikara, áðrenn
hann gjørdist leysur við
Predrag og skoraði trygt.
Nú lá trýstið á tvøra-
monnum at fáa javnað, og
tað ið eftir var av dystinum
var fyri ein stóran part eitt
langt TB-álop. Men heima-
áskoðararnir noyddust tó at
bíða heilt til næstseinasta
minuttin, áðrenn tað endi-
liga eydnaðist at koma
ájavnt við B71 aftur. Ein
bóltur bleiv sendur inn um
verjuna hjá B71, og Emanu-
el Larby fekk akkurát prikað
bóltin
framvið
Símun
Rógva Hansen í málinum
hjá sandoyingum til 2-2.
Neyðugt var tí við umd-
ysti á tvær ferðir 15 min-
uttir, og tað var kanska
væntandi, at útjavnandi
málið hjá TB í evstu løtu
hevði "knekkað" B71, men
so var ikki. Sandoyingarnir
høvdu munin, og teir høvdu
eisini nóg mikið av neyv-
leika til at fáa avgerandi
málini. Clayton Soares
skoraði til 3-2, tá ið hann
fangaði ein bólt í TB-verj-
uni. Hann sá, at TB-mál-
verjin var staddur nakað
uttarlaga, og brasiliumað-
urin lyfti hegnisliga bóltin
upp um Predrag til 3-2 til
gestirnar.
Í seinasta minuttin bleiv
tað so 4-2, tá ið Eirikur
Poulsen kom á máltalvuna.
Beint áðrenn Eirikur skor-
aði til 4-2, var TB um repp-
ið at javna til 3-3, men Sím-
un Rógvi Hansen í B71-
málinum bjargaði meistar-
liga.
TB megnaði ikki at
skapa dystin
Tað var stórur saknur í
teimum báðum, Alexander
Jovevic og Daniel Nyarko,
á miðvøllinum hjá TB.
Báðir tveir eru skaddir, og
uttan teir báðar á liðnum,
valdu tvøramenn í flestu
førum at leypa miðvøllin
um, tá ið teir fóru í álop.
Sandoyingar stóðu væl á
vøllinum, og hóast teir vóru
undir stórum trýsti, so
megnaði unga manningin
hjá B71 at standa ímóti
áhaldandi trýsti, og teir
høvdu eisini tol til at spæla
bóltin fram eftir vøllinum.
Tað sást aftur í dystinum,
at TB vanligani ikki er tað
liðið, ið skapar ein dyst, tá
ið teir spæla í Formula-
deildini, tí teir høvdu ógvu-
liga ilt við at verða skap-
andi liðið í dystinum hós-
dagin. Tá ið B71 so tók
leiðsluna í dystinum, gjørd-
ist uppgávan møtumikil hjá
heimaliðnum, og tá ið av-
tornaði endaðu sandoying-
ar omaná, og teir eru nú
klárir til hálvfinalurnar
móti gøtumonnum.
TB-B71 2-4(1-1)
1-0: Jón Johannesen 22.
1-1: Símun Hansen 43.
1-2: Clayton Soares 50.
2-2: Emanuel Larby 89.
2-3: Clayton Soares 99.
2-4: Eirikur Poulsen 120.
TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Ace
Markovic, Óli Johannesen, Jón Johannesen - Allan
Poulsen(50. Niclas Ludvig), Einar Petersen, Birgir
Rasmussen(65. Mortan Enni), Olivur Abrahamsen -
Emanuel Larby, Hallur Christiansen(55. Búi
Mortensen)
B71: Símun Rógvi Hansen - Eirikur Poulsen, Berg-
leif Sólsker, Gert Lydersen, Sverrir Kjærbo, Hanus
Clementsen - Tummas Pauli Olsen(71. Jákup Sør-
ensen), Eli Hentze, Clayton Soares, Símun Han-
sen(91. Magnus Olsen) - Jónsvein Thomsen(58.
Johannes Jensen)
Dómari: Petur Reinert
FAKTA UM DYSTIN
AC Milan megnaði við
neyð og deyð at vinna
sær sæti í finaluni eftir
tveir sera tættar hálv-
finaludystir ímóti PSV
Eindhoven. Samanlagt
endaðu dystirnir 3-3,
men við einum máli á
útivølli er tað Milan,
ið fer víðari
CHAMPIONS LEAGUE
Stefan í Skorini
PSV Eindhoven mátti bíta í
grasið eftir hálvfinaluna
móti Milan mikukvøldið.
Eftir at hava vunnið munin
frá fyrra dystinum innaftur
miðskeiðis í seinna hálv-
leiki, sá tað bjart út hjá hol-
lendska liðnum, men í sein-
asta minutti fekk Milan av-
gerandi málið, sum sendir
teir í finaluna.
Eitt stórt vónbrot hjá PSV,
sum hevði verið betra liðið
gjøgnum allan dystin. Men
liðið misti høvdið í seinastu
løtu, tá Ambrosini púra
ótarnaður slapp at skora til
2-1. Hetta var mønusting-
urin hjá PSV.
Nú er sostatt greitt, at tað
verða AC Milan og Liver-
pool FC, ið skulu møtast í
Champions League final-
uni tann 25. mai á Atatürk
Stadion í Istanbul.
Longu eftir átta minut-
tum fekk PSV fyrsta málið.
Tann ótroyttiligi suðurkore-
anarin Ji-Sung Park spældi
til áleyparan Vennegor of
Hesselink, sum royndi at
sneiða Stam av. Ístaðin datt
bólturin aftur fyri føturnar
á Park, og hann bankaði
bóltin uppí nettakið aftan-
fyri Dida.
So var støðið lagt. PSV
ætlaði sær ikki at gevast
uttan ein bardaga. Hetta
kom dátt við hjá Milan,
sum var trýst aftur á egna
hálvu stórar partar av
dystinum.
Tað eydnaðist eisini PSV
at økja um leiðsluna, tá
Cocu stútaði innlegg frá
Lee í kassan, og so stóð alt
á jøvnum.
Ambrosini
bjargingarmaður
Milan setti tað seinasta
álopið í verk, tá tíðin júst
var farin um teir níti min-
uttirnar. Kaka fór ígjøgnum
í vinstru og fekk lagt
innfyri til ein púra óvardan
Ambrosini, sum skallaði
bóltin í kassan. Tað var
rættiliga ótrúligt at síggja,
hvussu út av lagi vánaligt
verjuspælið hjá PSV var í
hesum førinum. Kaka slapp
ótarnaður at leggja innfyri,
og inni í brotsteiginum
stóðu tveir Milan leikarar
óvardir og bíðaðu eftir bólt-
inum.
Løgið,
at
PSV
gloymdi at verja móti
endanum.
PSV svaraði tó aftur,
hóast tað nú var ov seint.
Vennegor of Hesselink for-
longdi ein bólt til Cocu,
sum við einum vøkrum
fluktara skoraði til 3-1.
PSV skuldi tó hava enn
eitt mál fyri at koma víðari.
Heimaliðið hevði tíð til eitt
álop afturat, men einki
spurdist burturúr, og so er
tað Milan, sum skal møta
Liverpool í finaluni.
Champions League, 2.
hálvfinala:
PSV Eindhoven - AC
Milan 3-1 (1-0)
1-0: Ji-Sung Park, 8.
2-0: Phillip Cocu, 65.
2-1: Massimo Ambrosini,
90.
3-1: Phillip Cocu, 90.
Hepnið fylgdi Milan