leygardagur 7. mai 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 85 - 7. mai 2005
GÍ-Skála 3-1 (2-0):
Nú vendi alt øðrvísi
Gøtumenn skoraðu
beinanvegin tvey mál,
og Skála vann seg
ongantíð eftir tann
skelkin. Heldur ikki,
tá ið gestirnir síðstu
løtuna vóru yvir-
mannaðir eydnaðist
teimum at koma
afturíaftur
LØGMANSSTEYPIÐ
GI-SKÁLA
Jóannes Hansen
GÍ er botnlið í bestu
deildini, og Skála, sum er á
heiðursmerjaplássið,
fór
sunnudagin úr Gøtu við 3-2
sigri. Hósdagin segði GÍ
takk fyri seinast. Teir vunnu
3-1 í fjórðingsfinaluni, og
harvið var møguleikin fyri
fyrstu hálvfinaluni nakr-
antíð fokin hjá skálamonn-
um.
Fyritreytirnar hjá GÍ vóru
ikki batnaðar. Veteranurin á
miðvøllinum, Sámal Joen-
sen, var skaddur, og 17 ára
gamli Sam Jacobsen loysti
hann av. Men ungi maðurin
megnaði saman við einum
øðrum ungum manni, Sím-
un Louis Jacobsen, at
arbeiða so mikið hart og
væl, at Skála miðvøllurin,
sum fleiri ferðir áður hevur
víst, at hann er rættuliga
stinnur, ikki fekk tað yvir-
takið, sum kundi bera sigur
við sær.
- Eg eri ógvuliga fegin. Í
undanfarnu uppgerðunum
og aftur sunnudagin í
landskappingini
ímóti
Skála gjørdu okkara menn
persónlig
mistøk,
sum
kostaðu sigurin. Hesa ferð
vóru eingi persónlig mis-
tøk, og so høvdu vit yvir-
skotið, sum skal til fyri at
vinna. Vónandi fer hetta at
síggjast aftur í landskapp-
ingardystunum, sigur GÍ
venjarin Krzystof Pop-
czynski.
Fyritreytirnar
gjørdust
beinanvegin øðrvísi, enn
tær vóru í landskappingar-
dystinum sunnudagin. Súni
Olsen setti hol á við góðum
frísparki, og vongverjin í
vinstru, Hanus Jacobsen,
sum gerst alt týdningar-
miklari liður á GÍ liðnum,
økti til 2-0, tá ið hann sendi
fríspark úr høgru í málið.
Skála málverjin átti at havt
vart fyri í hvussu so er
øðrum málinum.
So var talan um mót-
brekku hjá Skála, sum ong-
antíð megnaði at fáa skjótt
spæl við nógvum flytingum
í lag. Ofta vórðu langar
sendingar sparkaðar í GÍ
brotsteigin, og tað kom væl
við hjá stóru miðverjunum.
At GÍ royndi at leggja press
á frammarlaga á vøllinum
tóktist ikki at koma væl við
hjá Skála.
Tá ið 2. hálvleikur var
eitt korter gamalur kom
spenningur. Jónhard Fred-
eriksberg smekkaði innfyri
GÍ málið, har pólverski
Robert var so óheppin at
stýra bóltinum í málið
aftanfyri landsmannin og
liðfelagan í GÍ málinum.
Men GÍ megnaði at svara
aftur. Eitt korter reið um
snarið. So tók GÍ venjarin
søkina í egnar hendur. Pop-
czynski sneiddi seg leysan
og legði upp til Poul Arna
Jacobsen, sum var komin á
vøllin beinanvegin eftir
steðgin, og hann setti við
høvdinum bóltin í netið til
3-1.
Tá ið so Hans Pauli
Petersen varð sendur av
vøllinum fyri seinna gula
kortið, royndi Skála síðsta
korterið at koma fyri seg
aftur, men hugflogið var
ikki, sum tað ofta hevur
verið, og gøtumenn komu
væl undan.
Men í seinna umfar-
inum megnaði favor-
itturin at gera málini,
sum skuldu til fyri at
gera partur av hálv-
finaluni
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Fram var heimalið og B68
útilið á Toftum. Og í 1.
hálvleiki tóktist tað sum
um, at 3. deildarliðið Fram
kendi seg heilt væl á
Svangaskarði, har B68 ikki
megnaði at liva upp til, at
teir vóru favorittar.
Fram legði seg á odda í
31. minutti. Vongverjin í
høgru hjá B68 royndi at
leggja aftur til málverjan,
men
álopsspælarin
hjá
Fram, Hansmar Poulsen,
sum er uppvaksin á Toftum
og í B68, var skjótur at
leggja seg ímillum og at
senda bóltin framvið Al-
berti Sævarsyni. Harvið
staðfesti Hansmar sína
støðu sum toppskjútti í
steypakappingini.
Eftir steðgin royndi B68
at taka seg saman. Men
fyrst vóru teir orduliga
kløkkaðir, tá ið teir noydd-
ust at bjarga á strikuni. Út-
javnandi málið skoraði
Jóhan Petur Poulsen í 53.
minutti, tá ið hann úr høgru
sneiddi í brotsteigin og
smekkaði til.
Julian Johnsson, sum í 1.
hálvleiki hevði sent í
stólpan, skoraði sigursmál-
ið, tá ið ein tími var farn.
Hann var leysur í brots-
teiginum, tá ið hann skor-
aði.
Í 65. minutti misti Fram
Áka Mortensen, sum fekk
beinleiðis reytt kort, men
tað tóktist kortini ikki at
órógva Fram so nógv, at teir
vóru undirmannaðir. B68
hevði bóltin mest síðsta
hálva tíman, men teir
megnaðu ikki at skora
málið, sum skuldi til fyri at
taka spenningin burtur, áðr-
enn dómarin hevði bríkslað
fyri síðstu ferð.
GÍ-Skála 3-1 (2-0)
Fjórðingsfinala
Dómari: Petur Skarðenni
1-0: Súni Olsen 2.
2-0: Hanus Jacobsen 10.
2-1: sjálvmál Robert Rzeczycki 60.
3-1: Poul Arni Jacobsen 74.
GÍ: Marcel Dawid - Jónreid Dalheim, Atli Gregersen,
Robert Rzeczycki, Hanus Jacobsen - Áslakur R. Pet-
ersen (Poul Arni Jacobsen, 46.), Sam Jacobsen, Sím-
un Louis Jacobsen (Poul Henning Jacobsen, 78.) Súni
Olsen, Hans Pauli Petersen - Krzystof Popczynski.
Gult kort: Hanus Jacobsen, Hans Pauli Petersen
Reytt kort: Hans Pauli Petersen (2 gul kort) 76.
Skála: Vlada Filipovic - Bárður Danielsen, Rúni Ras-
mussen, Milic Curcic, Iulian Florescu - Hanus Thor-
leifsson (Rói Jacobsen, 46.), Pauli G. Hansen, Nenad
Stankovic, Pætur Dam Jacobsen - Jónhard Frederiks-
berg, Bogi Gregersen (Sveinur Justinussen, 78.)
Gult kort: Pauli G. Hansen og Pætur Dam Jacobsen
FAKTA UM DYSTIN
Fram-B68 1-2 (1-0)
Fjórðingsfinala
Dómari: Oddmar Andreasen
1-0: Hansmar Poulsen 31.
1-1: Jóhan Petur Poulsen 53.
1-2: Julian Johnsson 60.
Fram: Henrik Juul - Rógvi Højgaard (Bergur
Strøm, 50.), Rúni Juul, Tommy Jacobsen, Arnfinn
Hansen, Mortan Joensen (Brandur Hansen, 67.),
Bárður Mikkelsen (Fróði Baldvinsson, 75.), Sunleif
Jacobsen, Hansmar Poulsen, Gunnar Haraldsen,
Áki Mortensen
Gult kort: Áki Mortensen og Mortan Joensen
Reytt kort: Áki Mortensen 65. (beinleiðis reytt)
B68: Albert Sævarson - Jóhan Dávur Højgaard, Ovi
Magnussen, Arnbjørn Danielsen, Øssur Hansen -
Eyðstein Skipanes, Julian Johnsson, Bogi Petersen,
Fabricio Borges (Óli Olsen, 80.)- Jóhan Petur Poul-
sen, Kristian Anton Andreassen
Gult kort: Øssur Hansen, Ovi Magnussen
FAKTA UM DYSTIN
Fram-B68 1-2 (1-0):
Fram argaði á Toftum
Gøtumenn løgdu hart fyri, tá
Skála vitjaðu fyri aðru ferð í
fimm dagar, og hesaferð
eydnaðist vertunum at vera
omaná