leygardagur 7. mai 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 7. mai 2005
23
Mugu fylgja oddinum
Bæði Skála og HB máttu
hósdagin taka til takkar við
tapi í 1/4-finaluni í kapp-
ingini um Løgmanssteypið.
Einki er at ivast í, at hetta
hevur tikið fast í sjálvs-
álitið hjá báðum liðum,
men tey sleppa ikki at vena
seg leingi.
Dysturin sunnudagin er
fyri báðar partar sera
týðandi, og fyribils í øllum
førum ger hann av, hvør av
pørtunum
framhaldandi
kann rópa seg oddalið.
Hjá Skála er í løtuni
ivamál um tveir leikarar.
Jenel Gorgunaru og Bjarni
Jørgensen hava báðir verið
skaddir, men vónin er, at
teir báðir eru tøkir sunnu-
dagin.
Hjá HB tykjast allir
spælarar vera tøkir. Heine
Fernandez hevur skift seg
sjálvan inn teir báðar
seinastu dystirnar, og so er
spurningurin, um hann
hesaferð verður við frá
fyrsta bríksli.
-jm
Toppur
móti botni
B36 er oddalið og GÍ
botnlið, men fyri tað er
ikki víst, at gøtumenn
bara fara at geva seg uttan
víðari sunnudagin.
Hjá B36 tykist venjarin
hava ein positivan trupul-
leika, nú Kenneth Jacob-
sen aftur er tøkur. Tað
kann leggja upp til, at
verjan verður umskipað,
men nýggja samansetingi
við Fróða Benjaminsen í
miðverjuni hevur riggað
sera væl seinastu dystir-
nar. Hinvegin hevur Eyð-
un Højgaard ligið sjúkur
alla vikuna, og tí er væl
hugsandi, at nýggjur mað-
ur skal finnast til plássið á
vinstra veingi.
Hjá GÍ fekk Hans Pauli
Samuelsen tvær ferðirnar
gult kort í 1/4-finaluni
móti Skála, og hann
verður tí ikki á liðnum,
sum
fer
á
vøllin
í
Gundadali.
-jm
Vilja halda
um góðu
støðuna
Hóast fuglfirðingar í fjør
løgdu rygg til eyðmýkj-
andi stórtap á Mølini, so
man sjálvsálitið hjá liðn-
um vera í topp, nú teir aft-
ur vitja EB/Streym.
Góða støðan á stiga-
talvuni saman við hálv-
finaluplássinum í steypa-
kappingini hava prógvað,
at ÍF ikki bara er at kimsa
at í ár, og fáa teir aftur fult
hesaferð, fer tað av álvara
at lukta av metalli.
Og fuglfirðingar rokna
við, at allir mans eru tøkir
sunnudagin, og so er
spurningurin bara, hvussu
Petur Simonsen fer at
blanda kortini hesaferð.
Hjá EB/Streymi er talan í
løtuni um lítlan niðurtúr,
og skulu teir fara at
klintra uppeftir, skulu stig
helst á kontina nú.
Til dystin sunnudagin
eru helst allir mans tøkir.
Johan á Stongum var ikki
við, tá teir vitjaðu hjá HB
seinasta sunnudag, men
hann hevur vant í vikuni,
og er tí helst tøkur.
-jm
Hagtølini
siga útisigur
Meðan vágbingar í ár
hava staðið seg væl á
útivølli, hevur úrtøkan hjá
NSÍ heima ikki verið
nakað at reypa av. Tí tala
hagtølini
kanska
fyri
einum útisigri við Løkin,
men í Runavík siga tey so
fara eftir øllum stigunum
kortini.
Til dystin hesaferð eru
Kári Hansen, Áki L.
Hansen og Gert Lang-
gaard
ikki
tøkir
hjá
Trygva Mortensen. Hin-
vegin
eru
Ikechukwu
Onyema
og
Sjúrður
Jacobsen báðir tøkir, eftir
at teir vóru úti við skaða
seinast.
Hjá VB verður roknað
við, at allir mans eru
tøkir, og so er spurning-
urin, hvørt teir aftur hesa-
ferð megna at halda fast
um góðu avrikini á úti-
vølli.
-jm
Nýggi
venjarin
skal roynast
Einki er at ivast í, at
klaksvíkingar eru spentir
um, hvussu fer at gangast
á Sevmýri sunnudagin.
Við nýggjum manni við
stýrisvølin verður kravið
helst, at vánaliga gongdin
skal vendast, soleiðis at
talan ikki verður um
fjórða ósigurin á rað.
Einasta ivamálið til
dystin hesaferð er Leon
Bjartalíð, sumk hevur
havt ein skaða í fótinum.
Hann hevur ikki fingið
vant við fullari ferð í
vikuni, men roknað varð
tó við, at hann kann verða
pjøssaður saman til dystin
sunnudagin.
Hjá TB glapp vónin um
ein sess í ólavsøkufinal-
uni, tá teir taptu fyri B71
kristi himmalferðardag. Í
landskappingini hava teir
tó staðið seg sera væl á
heimavølli, og tí er einki
at ivast í, at teir ætla sær
øll stigini, nú KÍ kemur á
vitjan.
-jm
Í fjør vann Skála greiðan sigur á HB í fyrsta umfarinum av landskappingini. Og vónin er uttan iva, at teir við einum
tilsvarandi sigri kunnu skræða seg leysar í oddastríðnum
Bæði B36 og NSÍ hava havt yvirtakið, tá tey hava tikið móti ávíkavist GÍ og VB seinastu árini. Nakra heilt greiða ábending um
útfallið sunnudagin geva hagtølini tói kki í nøkrum førum, og hvussu er og ikki, so skulu dystirnir væl saktans spælast, áðrenn
stigini verða býtt. Talvan sýnir, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava hitst í tilsvarandi uppgerðunum
seinastu tíggju árini.
-jm
Tølini tala