leygardagur 7. mai 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 85 - 7. mai 2005
Eitt flott
punktum
Lagið var í toppi.
Diskussiónirnar um
farna kappingarárið
fingu góða rúmd, og
steyp og blómur
skuldu sjálvandi
handast teimum
røttu, tá hondbóltur-
in hevði sítt galla-
kvøld um vikuskiftið
GALLAKVØLD
Jákup Mørk
Myndir: Bárður Lydersen
Karmurin um gallakvøldið
var hesaferð HB-húsið í
Gundadali, og hóast stuttu
freistina, so vóru nærum
200 gestir við borðið, tá
Hilmar Jan Hansen setti
gongd á borðhaldið.
At freistin hevði verið
somikið stutt, komst av, at
gallakvøldið í ár var í veru-
ligum vanda fyri at verða
avlýst. At enda tók dómara-
felagið tó um endan, og upp
á rekord-tíð høvdu tey rigg-
að kvøldið til. Og tað kann
sláast fast alt fyri eitt, at
talan var um gott fyri-
reikingararbeiði.
Rørdur vinnari
Í allar mátar var talan nevn-
liga um eitt frálíkt kvøld hjá
luttakarunum. Skemtið var í
hæddini, tá Hilmar Jan
hevði eina parodi upp á
Torbjørn Jacobsen, ið helt
eina røðu um importeraðu
donsku dagdvøljuna, sum
hondbóltur jú er, og so vóru
tað sjálvandi eisini handanir
av ymsum slag, sum vóru á
skránni.
Tað var kanska væntandi,
men við trimum steypum
má sigast, at Daiva Touma-
ite hjá VB gjørdist stóri
vinnarin á kvøldinum. Hon
varð longu undan kvøldin-
um besti málskjúttin í
kvinnudeildini. Hartil fekk
hon eisini heiðurin sum
besti álopsleikarin í kvinnu-
deildini, og sjálv onnur varð
hon so eisini kosin ársins
leikari í kvinnudeildini.
Hendan seinasta heiðurin
mátti hon tó eisini býta við
Joan Midjord Djordjevic úr
Stjørnuni, sum hevði fingið
eins nógvar atkvøður. Hartil
kann nevnast, at Daiva varð
kosin triði besti verjuspæl-
arin, so tað er neyvan at taka
munnin ov fullan, um sagt
verður, at hon hevði stóran
týdning fyri gullið hjá VB-
kvinnunum í ár.
Hjá
monnunum
var
meira javnt býtt, men fagn-
aðurin var stórur, tá ársins
spælari varð kosin. Hesin
varð í ár Agnar Joensen hjá
VÍF, sum hevur havt eitt
framúr kappingarár, og tað
var ein sjónliga rørdur Agn-
ar, sum gekk upp á pallin at
fáa steyp og rósur. Sum
einasti av spælarunum tók
hann eisini mikrofonina og
gav eina tøkk til teirra, sum
høvdu atkvøtt fyri sær,
áðrenn hann at enda gav
Inga Olsen heiðurin fyri, at
hann kundi gera somikið
nógv um seg á strikuni,
sum hann hevur gjørt í ár.
Og so var bara eftir at
hugna sær. Og tað varð
eisini gjørt. Tað mundi væl
og virðiliga verið farið at
lýsa, tá seinastu gestirnir
fóru heim, men tá høvdu
tey so eisini sett eitt ordans
punktum fyri enn einum
hondbóltsárið.
Fjølmiðlaliðið
Til gallkvøldið høvdu fjølmiðlarnir eisini fingið loyvi
at spæla sær eitt sindur við tankanum um at seta sítt
egna lið saman. Úrslitið av hesum arbeiði, sum
Dimmalætting og Sosialurin stóðu fyri, vóru hesi lið.
Hjá kvinnum
Málverji
Helena Dam Poulsen
Vinstri vongur
Anna Kristina Samson
Vinstri bakkur
Daiva Toumaite
Miðspælari
Aukse Vysniaskaite
Strikuspælari
Una Olsen
Høgri bakkur
Nicoleta Radu Hansen
Høgri vongur
Rannvá Augustinussen
Venjari
Flemming Raben
Hjá monnum
Málverji
Eli Müller
Vinstri vongur
Harald Bjørgvin
Vinstri bakkur
Sámal Joensen
Miðspælari
Alexandur Johansen
Strikuspælari
Agnar Joensen
Høgri bakkur
Leivur Justinussen
Høgri vongur
Josef Abrahamsen
Venjari
Dia Midjord
Dómarar
Hannis Wardum & Uni Wardm
Tey bestu
Hesi vórðu av spælarunum sjálvum kosin sum tey
bestu í nú lidna kappingarárinum
Toppskjúttar
Kvinnur
Daiva Toumaite, VB
Menn
Damir Oros, Neistin
Ársin málverjar
Kvinnur
Guðrun í Lágabø, Kyndil
Menn
Marian Cirloganescu, StÍF
Ársins verjuspælarar
Kvinnur
Marjun Tróndarson, Neistin
Menn
Borgar Danielsen, StÍF
Ársins álopsspælarar
Kvinnur
Daiva Toumaite, VB
Menn
Sveinur Justinussen
Ársins stjørnuskot
Kvinnur
Rebekka Justinussen, StÍF
Menn
Rókur Akralíð, Kyndil
Ársins dómarapar
Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
Ársins venjarar
Kvinnur
Aivaras Daugis, VB
Menn
Dia Midjord, VÍF
Ársins spælarar
Kvinnur
Daiva Toumaite, VB &
Joan M. Djordjevic, Stjørnan
Menn
Agnar Joensen, VÍF
Joan Midjord Djordjevic,
Agnar Joensen og Daiva
Toumaite vórðu kosin bestu
spælararnir í farna
kappingarárinum
Borðhaldið gekk av tí allar-
besta, og sangurin mundi
runga um allan Gundadal
Torbjørn Jacobsen alias Hilmar Jan Hansen – ella var tað øvut. Í øllum førum helt originala
útgávan talan vera um frálíkt skemt