leygardagur 7. mai 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 • Vikuskiftið 7./8.. mai 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Mál og Mið
Tinghellan síða 37
TÓNLEIKUR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Nógv fólk var komið at lurta í
Vágsbotni, tá tónleikaúrmæling-
arnir frá Føroya Musikkskúla
vístu síni kynstur fram.
Skansa Big-Band hevur verið á
konsertferð í Íslandi, og nú savna
tey saman til eina ferð til
Brasilia í næsta ár. Konsertin í
Miðlahúsinum var ein liður í
hesi innsavnan.
Tað er Katrin Jørgensen, lærari
á Musikkskúlanum í Havn, sum
stjórnar Skansa Big-Band.
Tvey nýggj tónleikastykkir
vórðu framførd sunnudagin;
rokkstykki "Sólarklárt" eftir Atla
Petersen og "Swingovski" eftir
Eiriki Skála, alias Erikovj
Skalavovskij.
- Hetta eru tvey av teimum
fyrstu føroysku stykkjunum
skrivað fyri big-band, sigur
Katrin Jørgensen, lærari á
Musikkskúlanum.
Musikkskúlanæmingarnir í
Skansa Big-Band, sum fram-
førdu tann nýggja føroyska big-
band tónleikin, eru millum tíggju
og fimtan ára aldur. Summi hava
einans spælt í tvey ár, og onnur
hava tóna í longri tíð.
Leiðarar og lærarar hjá Skansa
Big-Band eru Atli Petersen,
Eirikur Skála, og Katrin Jørgen-
sen.
Rock and Roll og Blues í Miðlahúsinum
Swing, blues, rokkur, og latín frá Skansa Big-Band í Miðlahúsinum
Mynd: Eirikur Lindenskov
Skansa Big-Band spældi í Miðlahúsinum í Vágsbotni seinasta sunnudag