leygardagur 7. mai 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 85 - 7. mai 2005
SAMRØÐA
Marjun Dalsgaard
Mynd: Ólavur Hansen
Per er tann smædni, Heini tann
útvendi. Per fær ilt í búkin, um
hann skal tosa framman fyri eini
fjøld, Heina tosar og skemtar alla
tíðina. Per vil hava frið við jøvn-
um millumbilum og fær flest
hugskot, tá hann situr einsa-
mallur, Heini er glaður fyri at
búgva í Kastrup, tí so er tað ikki
so langt til nærmasta flogfar. Vit
mugu út! Sigur hann. Per hatar
tað siðabundna, meðan Heini
livur meira "safe".
Brøðurnir Per og Heini
Zachariassen eru samdir um alt -
eisini, at teir eru mótsetningar -
men líkjast eittsindur kortini.
Per
Nógvir føroyingar hugsa um
Guðruna Sólju, um tú sigur
"Stjerne for en aften", men tað er
líka so nærliggjandi, at siga Per
Zachariassen, ið er eitt av
høvdunum aftanfyri sendingina.
Seinast vit hoyrdu um Per var í
mars mánaða, tá hann seldi fyri-
tøkuna Blu, til miðla-
konglomeratin, Fremantle
Media. Prísurin var so góður, at
teir ikki kundu siga nei takk,
segði Per við Sosialin í samband
við søluna.
Per Zachariassen er 35 ár og er
nummar tvey í einum systkina-
flokki á fýra. Hann starvaðist
sum heilt ungur í Sjónvarpi
Føroya og fór so undir fram-
leiðsluútbúgvingina á danska
filmskúlanum.
Eftir lokna útbúgving fekk
hann starv á Danmarks Radio, og
har var hann millum annað við
til at gera vælumtóktu ung-
dómssendingina "Transit". Í
nøkur ár var Per freelansari og
gjørdi tá sendingar fyri
Wegelius/Tv Danmark, har
Henrik Hancke Nieslen var
stjóri. Í 2001 stovnaði Per
fyritøkuna Blu saman við Henrik
Hancke Nielsen, og í dag standa
teirra nøvn undir fleiri av
teimum best umtóktu undir-
haldssendingunum, ið verða
vístar í danska sjónvarpinum.
Summar av teimum eru somu-
leiðis seldar til sjónvarpsstøðir
kring heimin.
Við Blu vunnu Per Zachariass-
en og Henrik Hancke Nielsen 3.
virðislønina tá danska stjórnin lat
íbirtingarprísin í 2004.
Heini
Heini er 32 ár. Hann er nummar
trý í systkinaflokkinum. Heini
fór fyrst í bankalæru, síðan á
handilsskúlan í Marknagili
áðrenn leiðin gekk til Keyp-
mannahavnar. Her fór hann undir
at lesa til siviløkonom á Lærda
Handilsháskúlanum. Meðan
Heini var undir lesnaði, gjørdi
hann internetloysnir í felagnum
Experience saman við Thomas
Kristensen, sum hann læs saman
við, og seinni stovnaði fyri-
tøkuna Virus112 saman við í
1999. Í dag er Heini ein av
stjórunum í BullGuard, ein KT
fyritøka, ið kappast við altjóða
risar á marknaðinum um at
menna software til trygging av
teldum til privatar brúkarar.
BullGuard, ið varð stovnað í
2002, hevur í dag 40 fólk í
arbeiði móti bert fýra fyri einum
ári síðani. Orsøkin til, at fyri-
tøkan hevur ment seg nógv
seinasta árið, er millum annað, at
teir hava valt at flyta størv til
Onglands og Rumenia.
Heina hoyrdu vit millum
annað, tá hann fyri umleið
tveimum mánaðum síðani var í
føroysku fjølmiðlunum og tosaði
um Føroyar sum eitt meira
dynamiskt samfelag - bíligari
ferðaseðlar og fleiri veitarar av
alnótini vóru nøkur av viður-
skiftunum, men sum heild var
boðskapurin at Føroyar má út í
heimin, og at Føroyar má taka
heimin til sín.
Heini er nevndarlimur í
íbirtingarfelagnum Set P/F.
Grunnurin hevur til endamáls at
stuðla íbirtarum fíggjarliga og
skjóta tann fyrsta peningin í
vinnuligar verkætlanir.
Tryggan barndóm
Felagsnevnarin fyri brøðurnir
Zachariassen er nýhugsan og
íverksetan. Men hvat í teirra
uppvøkstri hevur gjørt, at teir
báðir hava valt lívsstarv merkt av
ótryggleika og nýskapan?
Per: Tað er møguliga tí, at vit
hava havt ein tryggan barndóm.
Høvdið hjá Heina nikkar upp
og niður, meðan Per tosar
- Um tú ikki kennir avleiðing-
arnar av, at tað gongur illa, ert tú
ikki líka bangin fyri at taka
kjansir, sum hvis tú hevur havt
ein minni tryggan barndóm og
hevur upplivað at mangla nakað,
heldur Per fram.
Heini heldur somuleiðis, at tað
hevur havt eina ávirkan, at pápin
er teldufrøðingur og arbeiddi við
teldum, tá teldurnar enn vóru
nýggjar í okkara hugaheimi.
- Tær stóðu nærmast á keiini
enn - vit hava altíð verið áhugað-
ir í tí nýggja av tí sama, haldi eg,
sigur Heini
Per: Vit hava nokk eisini altíð
gjørt okkum ómak fyri at skilja
okkum burturúr í
systkinaflokkinum. Høvdið hjá
Heina fer aftur upp og niður.
- Ja, ja, tað hava vit, ja, sigur
hann.
Per: Reint teoretiskt eri eg
nokk tann, sum okkara foreldur
hava givið minst gætur, tí eg eri
nummar tvey av fýra. So eg havi
kanska roynt at skilja meg
burturúr mongdini, fyri at fólk
skuldu fáa eyga á meg. Eg veit
ikki, Heini sigur, at hann er
eisini...
Heini: Ja, eg eri eisini miðling-
ur - heilt sikkurt eisini miðlingur.
Eg eri nummar trý av fýra.
Per: Men mítt nummar í røðini
ger, at eg nokk havi verið meira
ósjónligur enn tú, eg var umleið
tvey ár tá tú kom - tú var yngst
fyrst.
Heini: Ja,ja átta ár - men so
havi eg eisini verið miðlingur
síðan.
Per: Men altso. Tað varð aldrin
gjørdur munur á okkum - altso
alt gott um tað
- Ja, alt gott um tað - sig ikki
at tað var ringt, so fer mamma
bara at gráta, sigur Heini, ið
skemtar næstan alla tíðina undir
samrøðuni.
Per: Nei, alt gott um tað, men
tað hevur kanska gjørt, at vit
hava stríðst fyri at vera nakað
serligt.
Heini: Ja, ja.
Mótsetningar
Men hvussu eru miðlingabrøð-
urnir so?
- Vit eru øgiliga ymiskir. Heini
er nokk meira útvendur, hevur
fleiri kenningar - kanska eisini
størri tørv enn eg á at hava
samband við onnur fólk, sigur
Per, ið dámar betur at arbeiða
einsamallur.
- Eg má hava minst tveir dagar
um vikuna fyri meg sjálvan. So
livir Heini nokk lívið meira trygt
Váðafúsi
Brøðurnir Heini og Per Zachariassen
eru báðir nýskapandi íbirtarir. Teir eru
ikki bangnir fyri at vága alt, og higartil
eru teir slopnir væl frá tí. Dirvið til at
taka kjansir hava teir fingið í einum
tryggum umhvørvi heima, siga teir
millum annað í samrøðu við Sosialin í
dag.