Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 7. mai 2005 27 og sikkurt enn eg - eg fylgi meira mínum hjarta og hugsi ikki so langt fram, sigur Per. Heini: Ja, tað hevur tú nokk brent teg av onkuntíð. Per: Nei, tað veit eg ikki, men eg geri tað bæði í mínum starvi og í mínum privatlívi sum heild - tað er eitt amboð, sum eg havi lært meg at brúka. Heini er meira skynsamur - øgiliga "tal- fikseraður" - roknar uppá alt, meðan eg eri meira stýrdur av kenslum og fylgi mínum "maga- fornemmilsi", haldi eg, sigur Per. Heini nikkar: Tað ger hann - nógv meira enn eg - eg tori nokk ikki at fylgja mínum hjarta á sama hátt, sigur Heini, ið heldur at tað er ein av sterku síðunum hjá Per. - Tað krevur dirvi. Ikki tí, eg taki øgiliga stórar kjansir til dagligt í mínum starvi, men sum heild koyri eg nokk mína tilveru meira "safe". - Eg haldi, at Heinasa sterka síða er nokk, at tað ikki er langt frá tanka til, at hann setur í verk. Um hann sigur, at hann fer at gera nakað, so verður tað altíð gjørt. Ikki sum eg - eg kann fáa nógv hugskot, sum aldrin blíva til nakað, tí eg fái tað ikki upp í lag, sigur Per, ið eisini hevur tann trupulleikan, at hann missir áhugan rættiliga skjótt, tá eitt hugskot hevur fingið skap og skal gerast til veruleika. - So kann eg tíbetur geva upp- gávuna víðari til onkran annan - tað plagi eg at gera, tann parturin er ikki serliga áhugaverdur, sigur hann. Líkir í mun til.. Heini: Eg trúgvi samanborið við onnur líkjast vit. Altso, um tú bólkar fólk í fimm typir til dømis, so eru vit sama typa. Vit taka báðir sera stórar kjansir í okkara dagliga starvi. Vit arbeiða báðir kreativt og eru nokk samdir um nógv viðurskifti. Per nikkar. - Yrkið hjá Per er meira bein- leiðis kreativt, men alt er krea- tivitetur - kreativitetur er at bróta nakrar reglur fyri, hvussu tú vanliga ger okkurt, so mítt starv er rættuliga kreativt eisini. Vit mugu alla tíðina hugsa í ný- skapan - finna nýggjar leiðir, av tí at vit eru ein lítil fyritøka, sum hevur sterkar kappingar-neytar. Tað krevur eitt sindur av nýhugsan, sigur Heini. Hvar finna tit kreativitetin? Per: Altso hetta mann vanliga sigur: "Dont fix it unless its broken" Eg havi nok lyndi til at hyggja uppá ting, sjálvt um tey rigga - bara fyri at vita hvat hendir. Høvdið á Heina fer upp og niður aftur: - Ja, ja, sigur hann mestsum fyri seg sjálvan. Per: Mær dámar nokkso væl at forstýra ting, og síggja hvat spyrst burturúr. Eins og eg onkuntíð kann finna uppá, at koyra til arbeiðis ein annan veg enn tann, sum eg veit er skjótast og lættast, bara fyri at vita hvat hendir - tað spyrst onkuntíð okkurt nýtt burturúr tí. Annars fái eg flest hugskot, tá eg eri einsamallur. Hvat er tað tit vága? Heini: Eg vági alt - vit kunnu koma út fyri at missa alt uppá ein dag - vit kappast ímóti altjóða risum um privat við- skiftafólk. Per: Tað er smá val tú tekur alla tíðina. Nýtist ikki at hava pissað í saltan sjógv Hóast at brøðurnir nærmast eru mótsetningar, tá tað kemur til sinnalag, eru teir á einum máli, tá tað snýr seg um leiðslu, sam- felagið og politikk. - Í Føroyum verður ófaklært arbeiði stuðlað við skattalætta til sjómenn - vit áttu heldur at eggja til at skapa nýggjar vinnur - vit mugu stuðla íbirtarum, fólkum, sum vísa áræði, sigur Heini. - Tað er ikki mennandi at lena seg upp at eini ráðvøru, sigur Per og leggur aftrat, at hendan mentanin avmyndast í hugburð- inum, at tú ikki ert nakað, um tú ikki hevur pissað í saltan sjógv. - Tað stakk meg í hjartað at hoyra hetta, tá eg var yngri. Mínir vinmenn fóru til skips, men eg var eftir, og eg helt, at eg ikki var nakað, tí eg ikki hevði pissað í saltan sjógv, men hatta er nakað fjas, sigur Per. Brøð- urnir eru samdir um, at nýggir vinnuvegir mugu finnast í Føroyum, men samfelagið er for stirvið. - Trupulleikin í Føroyum er at vinnan er almenn. Vit fáa aldrin eitt dynamiskt samfelag, tá tað almenna eigur vinnuna. Haraftrat er tað óhoyrt, at Føroya Tele er einasti veitari av alnótini - um vit høvdu okkara fyritøku í Føroyum hevði tað kosta 1000 ferðir so nógv at brúkt alnótina, sigur Heini og leggur aftrat: - Við teimum møguleikum vit hava í dag, eigur tú at kunna hava atgongd til alt, hóast tú býrt í Føroyum, men við teimum internet- og flogprísum, sum eru her, er tað vónleyst. Eingin føroysk fyritøka kann kappast á altjóða støði undir tílíkum umstøðum. BullGuard hevur 25 starvsfólk í Bukarest, og Heini ferðast aftur og fram millum London, Keypmannahavn og Bukarest fleiri ferðir um mánaðin. - Tað er ikki longur burtur enn Ålborg er í dag, sigur Heini og leggur aftrat: - Tað hevur verið avgerandi fyri, at okkara fyritøka hevur ment seg so væl. Í Føroyum kunnu vit ikki bara avbyrgja okkum - vit mugu út heimin! Pengar ikki mál men mið Í sambandi við hugburð og framburð, kemur Heini somu- leiðis inn á orðatakið "Enhver er sin egen lykkes smed" - Eg haldi, at tað er keðiligt, at hetta hevur fingið ein so nega- tivan týdning. Tað er eitt fínt hugtak. Tað er so, at gert tú ikki sjálvur nakað fyri at verða eydnusamur, er tað eingin annar, sum ger tað fyri teg - har aftrat kanst tú einki gera fyri onnur, um tú ikki hevur skil á tínum egna, leggur hann aftrat. Per: Ja, vit hava tosað um hattar har, tað er, sum tá tú situr í einum flogfari. Tá fært tú altíð at vita, at tú skalt taka tína egnu masku á, áðrenn tú hjálpur øðrum. Soleiðis er tað eisini í lívinum - tú kanst ikki hjálpa øðrum, um tú ikki hevur fingið títt egna í ordan. Tá tú hevur tað, kanst tú taka tær av øðrum. Brøðurnir blíva samdir um, at ein liberalismu-light útgáva sum tann hjá Anders Fogh Rasmussen hevur fatur á tí langa endanum. - Eitt samfelag skal ikki vera stirvi, men vit ganga avgjørt inn fyri sosialari ábyrgd, siga brøðurnir - og politiskt eru vit helst øgiliga samdir. Tað er ikki tí pengar hava so nógv at siga fyri teir. - Altso eg vil siga, at pengar eru ikki eitt mál, men eitt mið, sigur Heini og Per er samdur. - Tað er ein máti at máta um tú eydnast uppá, og tað er helst eisini ein motivatión - og so fylgir eitt ávíst frælsi við pengum. Teir trívast væl í Danmark og vita ikki at siga, um teir flyta heim. - Eg havi tað altíð so, at tveir teir fyrstu dagarnar hugsi eg, at eg aldrin kann búgva heima. Tað er eins og verðin í Føroyum er bara Føroyar, men so byrji eg at venja meg við tað - og Føroyar eru jú deiligar, so eftir nakrar dagar kann eg gott ímynda mær at búgva har, sigur Per. Hann saknar vinfólkini í Føroyum. - Tað er eitt ótrúliga loyalt og gott samanhald, tað tú hevur saman við vinfólki í Føroyum, eg sakni at ballast saman við hoyvíkingum, sigur Per. Heini sigur somuleiðis, at honum dámar væl í Føroyum, men hevur ikki hugsað um at flyta heim. - Eg hevði nokk saknað avbjóðingar, tað eru ikki somu møguleikar reint fakliga, men eg sakni eisini at ballast saman við hoyvíkingum. ir brøður Sum miðlingar í einum systkina- flokki upp á fýra halda bæði Per og Heini, at teir við vilja hava roynt at skilt seg eitt sindur út